týsdagur 11. desember 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Samstundis sum vit
skulu vera so heilag og
vilja avmarka rúsdrekka
nýtsluna, vilja vit eisini
vera frælslynt og vilja
gera tað lættari at fáa fat
ur á rúsdrekka.
Tað støðu er Ingolf S.
Olsen, løgtingsmaður fyri
Tjóðveldi komin til. Og
hann er eisini komin til
ta niðurstøða, at politik
arar hava eina ógvuliga
dupultmoralska støðu til
bæði rúsdrekka og rús
evni.
Mánadagin samtykti
Løgtingið,
at
hereftir
skulu bryggjaríini eisini
sleppa at selja øl, sum er
sterkari enn 5,8 prosent,
og Ingolf S. Olsen var ein
av løgtingslimunum, sum
skeyt tað upp.
Tað skal samtykkjast
eina ferð afturat, áðrenn
tað er endaliga samtykt.
Men tað er helst bara ein
avgreiðsluspurningur,
tí tað varð ført fram í
Løgtinginum í gjár, at tað
er ein avtala við Magna
Laksáfoss, uttanflokka
tingmann, at hann skal
atkvøða fyri fíggjarlógini,
afturfyri at fáa hetta skal
samtykt, umframt eina
játtan til skótadepilin á
Selatrað.
Higartil hevur Rúsan
annars havt einkarrætt
at selja alt rúsdrekka,
sum er sterkari enn 5,8
prosent, men nú sleppa
bryggjaríini altso at selja
alt øl, tey framleiða sjálvi,
eisini øl, sum er sterkari
enn 5,8 prosent.
Við ringum tannabiti
Hetta merkir, at einkar
rætturin hjá Rúsuni at
selja rúsdrekka er skerd
ur enn eina ferð, og Ingolf
S. Olsen ásannaði eisini,
at tað var við ringum
tannabiti, at hann var við
til at gera tað.
Men hann sigur, at ein
orsøk til, at hann ger tað,
er, at eftir hansara tykki
er skaðin longu hendur.
Hann sigur, at skaðin
hendi, longu tá ið Løg
tingið loyvdi bryggjarí
inum at selja øl yvir
høvur.
Men ein onnur orsøk
til, at hann ger tað, er, at
hann hevur fortreð av, at
vit hava eina so dupult
moralska støðu til rús
drekka.
Sum eitt dømi afturat
um dupultmoralin hjá
Løgtinginum
til
rús
drekka, vísir Ingolf á, at á
fíggjarlógini fyri næsta ár
er játtanin til Heilbrigdi,
sum er ein almennur við
gerðarstovnur, so lítil, at
stovnurin er í vanda fyri
at lata aftur. Men sam
stundis vilja vit eisini
hava frælsari atgongd til
rúsrekka.
–
Tað
er
dupult
moralskt, tí vit mugu
velja, um rúsdrekkasøla
er ein vinnuligur spurn
ingur, ella um endamálið
skal vera at tálma nýtslu
ni. Tað vit gera nú, er at
blása við mjøli í munni
num, heldur Ingolf S. Ol
sen.
Hann heldur eisini, at
politikarar hava ógvuliga
ilt við at viðganga fyri
sær sjálvum, hvørja støðu
rúsdrekka skal hava.
– Vit hava lyndi til at
gera rúsdrekka meina
leysari enn onnur rús
evni. Men tað ber til at
taka øll sjónarmiðini hjá
teimum, sum vilja hava
fríari rúsdrekkasølu og
føra tey yvir á hassj. Allar
grundgevingarnar fyri at
gera
rúsdrekkasøluna
frælsari, kunnu nevniliga
eisini brúkast til at gera
søluna av hassji frælsari.
– Tað er nevniliga eingin
haldgóð orsøk yvirhøvur
til at siga, at hassj er skaði
ligar, ella meiri turvelvandi
enn rúsdrekka er, sigur
Ingolf S. Olsen.
Rúsdrekka og hassj
virka upp á hvør sín
máta, men tað er eingin,
sum kann siga, at annað
er vandamiklari enn hitt,
leggur hann afturat.
– Hetta er ein ullint
tvístøða, sum irriterar
meg, hóast eg eri partur
av tí sama dupultmorali
num. Men eg vildi ynskt,
at vit høvdu eina greiðari
støðu til, um vit skulu
hava eina rúsdrekkalóg,
sum tálmar nýtsluni, ella
skulu vit hava eina fræls
ari
rúsdrekklóg,
sigur
hann.
–
Tað
er
dupult
moralskt, at vit hava ein
politick, sum hevur enda
máls at tálma nýtsluni,
men at vit samstundis
vilja gera tað lættari at
fáa fatur á rúsdrekka,
heldur løgtingsmaðurin
fyri Tjóðveldi.
Ikki fortreð
Hann sigur kortini, at
hann hevur ikki fortreð
av at lata bryggjaríini
sleppa at selja sterkt øl.
Og hann dugir ikki at
síggja, at tað fer at føra
til veksandi nýtslu, at
bryggjaríini eisini sleppa
at selja sterkt øl, tí nú
fara tey bara í eitt annað
høli enn Rúsuna at keypa
sterkt øl. Sostatt metir
hann, at nýtslan verður
bara flutt úr Rúsuni yvir í
sølustøðini hjá bryggjarí
unum.
– Hjá einum alkoholi
kara kann tað gera akkur
át tað sama, hvør seldi
tað, nær tað varð selt ella
hvat tað kostaði, sigur
Ingolf S. Olsen.
– Alkoholisma er ein
sjúka, og ta sjúkuna fáa
vit ikki lekt við upplýsing,
høgum prísum og við at
gera tað ringt at fáa fatur
á.
TAÐ ER IRRITERANDI
AT VIT ERU SO
DUPULTMORALSK
DUPULTMORALUR Hví gera vit
mun á rúsdrekka og hassji, tá
ið tað ikki ber til at staðfesta,
hvat er vandamiklari av teimum
báðum, spyr løgtingsmaður
RÚSDREKKA OG HASSJ
– Allar grundgevingar, sum verða førdar fram fyri at fáa fríari rúsdrekkasølu, kunnu eisini brúkast
fyri at fáa fríari sølu av hassji, heldur Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi