týsdagur 11. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Í Íslandi hevur í nógv ár verið
tosað um at dagføra tjóðar
leikvøllin, Laugardalsvöllin í
Reykjavík. Prátið hevur serliga
fingið bein at ganga á eftir
at íslendska manslandsliðið
seinastu árini av álvara hevur
gjørt um seg í heimshøpi, og
tað bøtir ikki júst um tolsemið
ímillum íslendingar, tá ið tey
síggja at lítla grannalandið,
Føroyar, er í holt við at leggja
seinastu hendurnar á ein dag
førdan og glæsiligan tjóðarleik
vøll – nevniliga Tórsvøll.
Ótrúligt
Tað var í einari tíðindagrein
fyri tveimum vikum síðani á
íslendska netmiðlinum, fot
bolti.net, at kjakið um at dag
føra Laugardalsvöllin tók seg
uppaftur. Netmiðilin skriv
aði, at Føroyar í løtuni leggja
seinastu hondina á at nú
tímansgera
tjóðarleikvøllin,
Tórsvøll, og hetta høvið nýttu
lesarar hjá fotbolti.net alt fyri
eitt til at samanbera við gongd
ina heima í Íslandi.
- Hmmm. Føroyingar gera
íløgur í ítróttarvallir, men hvat
hendir í Íslandi? Sig hetta við
sjey ára starvsnevndina, sum
ikki kemur til nakra niður
støðu, skrivar ein av kjakar
unum, Magnús Valur Böðvars
son, óivað vísandi til nevndina
í íslendska fótbóltssambandi
num.
- Tað er ótrúligt, at eitt land
við 50.000 íbúgvum klárar at
byggja ein slíkan vøll. Í Íslandi
er einki nýtt at frætta, skrivar
ein annar.
Fleiri eru við teimum báð
um, ið siga seg taka hattin av
við føroyingum, samstundis
sum teir fýlast á at einki verður
gjørt við íslendska tjóðarvøllin.
Onkur gevur íslendska fót
bóltssambandinum skuldina,
meðan onnur geva myndug
leikunum skuldina.
Tað er tó ikki tí at tað
hevur skortað við hugskot
um, at gongd ikki er fingin á
at nútímansgera Laugardals
völlin. Fleiri hugskot hava
nevniliga verið á tekniborði
num, eitt nú við leggja tak
omanyvir, at byggja ein skúla
upp í og – ja, eisini hevur verið
hugskot um at hava hotel á
staðnum.
Sum skilst, so hevur tað
verið trupult at fingið fíggjar
ligan stuðul til vega frá eitt
nú UEFA, og at hetta eitt nú
kemst av at tað er kommunan
í Reykjavík, og ikki íslendska
fótbóltssambandið, sum eigur
Laugardalsvöllin.
Treingir til
Næsta summar eru 60 ár síðani
Laugardalsvöllurin varð tikin
í nýtslu. Hann hevur fingið
dagføringar í 1970, 1997 og 2007,
men tað stendur greitt, at tað
krevjast munandi ábøtur um
vøllurin
framhaldandi
skal
lúka altjóða krøv.
Tað
eru
serliga
nakrar
átroðkandi ábøtur, ið standa
ovast á listanum. Tað er eitt
nú at fáa hitaskipan undir
sjálva grasvøllin, at leggja
vætuskipan, at betra um skifti
rúmini og at økja um talið á
áskoðaraplássum, sum í ver
andi løtu er 9.800.
Av tí at rennibreyt er kring
vøllin og at tak møguliga skal
fáast omanyvir leikvøllin, so er
møguleiki fyri, at gamli Laugar
dalsvöllurin má javnast við
jørðina og at ein spildurnýggjur
verður bygdur.
Undir øllum umstøðum, so
verður tað dýrt, og hetta tykist
seinka tilgongdini, har tað fleiri
ferðir hevur sæð út til at bera
væl á leið, men tó er endað í
ongum.
- Eg haldi at fólk her eru ørg
um, at tað ikki hendir nakað.
Tað hevur verið tos í fleiri ár um
at vit hava tørv á nýggjum leik
vølli fyri at kunna spæla lands
dystir í mars og november. Tá
er vøllurin ræðuligur. Tað, sum
hendir, er at nevndarlimir tosa
við myndugleikar um hvat
skal gerast, men hetta hevur
staðið á í áravís, og tað vísir seg
at einki hendir, sigur Magnús
Valur Böðvarsson og leggur
afturat, at altjóða krøvini ikki
einans eru við at veksa fót
bóltinum upp um høvdið –
men eisini aðrar ítróttir so sum
hondbólt og kurvabólt.
- Eg haldi ikki at býurin er
tilreiðar at brúka so nógvar
pengar upp á ítrótt. Tað kann
gerast ein trupulleiki, tí ein
FÓTBÓLTUR
Ynskja nýggjan leikvøll:
KUNNU LÆRA
AV FØROYINGUM
Íslendski tjóðarleikvøllurin, Laugardalsvöllurin, fyllir 60 ár
næsta ár og hevur tørv á munandi ábøtum. Íslendingar síggja
hvussu Tórsvøllur verður útbygdur og hava hug at ótolnast.
- Tað er ótrúligt, at eitt land við 50.000 íbúgvum klárar at
byggja ein slíkan vøll. Í Íslandi er einki nýtt at frætta, sigur
ein íslendskur kjakari. - Ger sum føroyingar, sigur hann
Soleiðis fer Tórsvøllur at síggja út tá ið hann er liðugt bygdur