Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Sløkki­ liðsmenn heiðraðir TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Pole gevst á Sjónámi Varhugin hjá Jens Andreasen, ser­ lækna við á­byrgd av all­ari di­a­bet­ esviðgerð í Før­oy­um, var helst rætt­ur, tá hann helt fyri, at tað var ein­hvør tjóðskaparlig fáfongd hjá Tjóð­veldi, sum var orsøkin til, at Sir­ið Sten­berg hevði takkað nei til tilboðið frá Novo Nordisk grunn­i­ num um at seta á stovn eina di­a­bet­ is­mið­støð í Før­oyum. Sum skilst er talan um sjey slík­ ar dia­bet­esstøðir, sum ætlanin hjá grunn­inum er at stovna. Fimm í Dan­mark, eina í Grønlandi og eina í Før­oy­um. Hinar seks eru á veg, men tann í Føroyum er ikki á veg, tí Heils­u­málaráðið hevur svarað so­leiðis: »...at Heilsu- og innlendis­mála­ ráð­ið ikke på nuværende tidspunkt vil ar­bejde videre med forslaget om at ind­gå i et samarbejde med Novo Nord­isk Fonden indenfor dia­bet­es­ be­hand­ling.« Men eftir øllum at døma roynir lands­stýriskvinnan nú at bakka í land aftur. Hon sigur, at hon hevur ikki havnað tilboðnum frá Novo Nordisk grunninum, men bara sagt, at tey ikki hava havt tíð at viðgera málið. Hetta ljóðar gott nokk sum ein lætt­keypt umbering. Uttan at gera okkum til talsfólk fyri, at vit skulu glaðbeint taka ímóti øllum gávum, so tykist tað alt meira týðuligt, at or­søkin í hesum føri er, at tilboðið er danskt. Og tá er tað, at tað virkar eitt sindur fáfongt. Vit kenna danin-er-fanin slag­ orð­ini og fórdómarnar um, at »dan­ ir gera alt tað, teir kunnu, til tess at knýta okkum tættari at rík­is­fel­ags­ skap­i­num, soleiðis at vit ikki tora at taka loysing«. Álvaratos. Eiga vit ikki at vera kom­in longur fram á leið? Ella skulu vit fram­veg­is síggja fanan í øll­um, sum danskt er? Tað er øllum greitt, at loysingin frá Danmark liggur langt frammi. Tað var gjørt eitt nos í 1946, tá tað var um repp­ið, at Før­oy­ar fór úr rík­ is­fel­ags­skap­i­num. Aftur í 1998 var eitt nos, sum vardi í tvey ár, til An­ finn Kallsberg avlýsti fólka­at­kvøð­ una, sum var sett at vera 26. mai í 2001. Og tá so Tjóðveldi kubbaði bein­ini undan Anfinni Kallsberg sum løgmanni í 2003, so var øllum greitt, at nú ganga nógv ár, til vit bara nærkast einum meiriluta fyri loysing. Reelt eru tað væl saktans bara fólk í Tjóð­veldi og Framsókn, sum taka undir við loysing, tó at ein meiri­luti á tingi tekur undir við, at sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ur­in liggur í Før­ oy­um. Men ikki ein gong tað megna ting­fólk at semjast um, tí so fær hin part­ur­in ov mikið rós. Lat­ið nú skilið ráða í málinum um hesa diabetesmiðstøðina. ÓTTIN FYRI TÍ DANSKA Einaferð tosaði eg um eina gast­ron­omiska kollvelting sum fór at koma, og sum Tobbi gjørdi gjøldur burt­ urúr í røðu í Lítlu Dímun, men gongd er á koll­velt­ing­ ini – KOKS, Heima í Havn, Epla­fest­ivalur, markn­að­ar­ dag­ar í Havn og í Fuglafirði og nú tiltakið í Gøtu, sum er sera spennandi. Hetta at selja lokalar rávørur og fram­leiðslur undir skip­að­um við­ur­skiftum og inn­an­dura. Eyst­ur­oyggin og Norð­ oyggjar eru væl­sig­naðar við rá­vørum, og eg voóni, at Páll og co fara at halda á­fram við hesum og kanska menna við skonkiloyvi og ein­ari fiskamatstovu opin í summ­ ar­hálv­inum. Gøta kann verða ein miðdepul fyri alla Eyst­ur­oynna og Klaksvik. Tiltakið hjá Páll Greg­er­ sen passar eisini sera væl við G og tón­leika og kreativa um­hvørvið í økinum. Sjálvur var eg við skinku og ost­um har leygardagin, og eg var sera bilsin yvir stóru og positivu unditøkuna, sum allir veitararnir fingu og stóra talið av fólki, sum kom har. Uttarastova á Sandi var eisini við og seldi hopin av eplum. Hetta tiltak kann hava sera stóran týdn­ing fyri vaksandi ferða­manna­vinn­ una og lokala gastronomi og hand­verk og økismenning. Bara hesi fáu orð til tykk­ ara kunnleika og at hava in mind, tá nýggja árið byrjar og lat okkum øll hvør í sínum lagi stuðla hesum og líkn­andi til­tøkum, vit byggja land saman. Góð jól og signað nýttar Jóhan Mortensen Gøtu marknaður í Gøtu Lat­ið nú skilið ráða í máli­ num um dia­be­t­e­s­m­ið­stø­ð­ina Á væleydnaða marknadinum í Gøtu leygardagin var eisini Trøllanesskinkan og Múlaosturin við á fyrsta sinni – Heldur tú, at tað kundi ver­ið spennandi at starvast hjá Tórshavnar kommunu, so er tað komandi mikudag, tú skalt koma á Reinsaríið í Tórs­gøtu. Soleiðis sigur Tórs­havn­ ar komm­una í tíðindaskrivi í sam­bandi við, at Tórs­hav­ nar kommuna »svik­start­ar« Job­match-ráð­stevn­una, ið verður í Norð­ur­land­a­hús­i­ num millum jól og nýggjár, við til­tak­i­num “Upphiting til Job­match”. Talan er um opið hús, har á­hugað kunnu koma á vitj­an í komm­ununi, og so­leiðis fáa inn­lit í um­støð­ ur­nar og upp­gávurnar hjá ymsu deild­u­num. Lut­tak­ ar­ar­nir velja sjálvi hvørja deild/ir ella evn­ið, ið tey ynskja at vitja ella hoyra nærri um. Byrjað verður klokkan 13.00, tá Annika Olsen bjóðar vælkomin. Evnaríki tón­leik­arin og útisetin Ragn­ar Finsson spælir nøk­ ur løg, og síðan verður farið á vitjan í fyrisitingini. Aftaná bjóðar Hugskotið gløgg og holukøkur, og høvi verður at síggja íverk­set­ar­ a­um­hvørv­ið í Tórshavn, har um­leið 35 fyritøkur hús­ast. Hetta er eitt upp­ lagt høvi at sparra og práta við íverksetarar og starvs­fólk í Hugskotinum um­framt Vinnuframa og Fram­tak, sum eisini húsast í Sjó­vinnu­húsinum. Kommunan á Reinsa­rí­num Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin