Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Á tingi er sannur goragangur, nú árs­ins síðstu lógir skulu sam­tykkj­ ast. Í skrivandi stund verður kjakast dúg­liga um Løgtingsfíggjarlógina fyri 2019, umenn tey ikki hava at­ kvøtt enn. Stóra rumbulsmálið er orrustan um byggingina av Glasir og øll tann ov­ur­nýtsla sum farin fram, eis­ini í heimildarloysi. Slíkt argar fólk. Onkur skal hava skyldina, og onkur skal kross­ fest­ast. Allir pílar peika ímóti Rig­ mor Dam, mentamálaráðfrú okk­ ara, sum tykist vera tann, sum varð­ar mest av málinum. Tað eru ó­greiðar reglur um, hvør av lands­ stýr­is­fólkunum hevur lands­stýr­ is­fólka­á­byrgd­ina av byggjarínum. Í skrivandi stund er ikki greitt, um tað eydnast andstøðuni at fáa meiri­luta fyri einum mis­álit­is­upp­ skoti, tí skulu tey hava hjálp úr sam­gong­uni. Tann sum liggur best fyri at fáa við man vera løgtingsformaðurin sjálv­ur. Páll á Reynatúgvu er skjót­ ur við avtrekkjaranum, tá hann finn­ur tað fyri gott, og hann hev­ ur longu sagt hart og týðuliga av tings­ins røðarapalli, at Rigmor Dam eina og aleina eigur alla á­byrgd­ina. Talan er um politiskt spæl. Tað er tað altíð, tá tingini á hend­an hátt verða sett upp á ein spíss. Tað er ikki so nógv tað, um lands­stýr­ is­kvinn­an í veruleikanum hev­ ur gjørt nakað skeivt. Men tað snýr seg meira um at plasera eina á­byrgd og harvið fáa politiskan frið. Og kann ein andstøða vinna eini sam­gongu neisur við at fáa eitt lands­stýr­is­fólk frá, so verður hild­ið, at nógv er vunnið. Løgmaður hevur sagt, at bæði hann og landsstýriskvinnan eru sinn­að til, at hon skal víkja sæti, um tað verður trpulleikin fyri at fáa játt­að neyðugu pengarnar at gera verk­ætlanina lidna. So er spurningurin, hvør í sam­ gong­uni fer at venda sær ímóti løg­manni og landsstýriskvinnuni. Neyvan Javnaðarflokkurin. Og tó... Tí tað kann gerast ein def­ini­tóns­ spurn­ing­ur. Man Kristin Michelsen vera illur við Rigmor? So eru tað Fram­sókn og Tjóðveldi. Munnu onn­ur enn Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi vera sinnað at ganga í­móti løg­manni og Rigmor Dam? Og hvar er Magni Laksafoss í øll­um hes­um? Er hann liðugur at handla við løgmann? Og fer løg­ mað­ur at hjálpa honum við nøkr­ um, um hann ímóti vilja løgmans fer at fella eitt landsstýrisfólk? Her er nógvur taktikkur og politikkur. Helst stendur sam­gong­ an saman – men ríkur Rigmor Dam ikki, so man brenna undir stjór­a­ num á Landsverki. Hvør í samgongulimur fer at ganga ímóti løgmanni? TAKTIKKUR KANN FELLA RIGMOR Hvussu stórar eru Føroyar – nú? ARNSTEIN NICLASEN KJAK SÍÐA 6 Góðar raðf­est­ ing­ar í Eyst­ur­oy DJÓNI NOLSØE JOENSEN KJAK SÍÐA 6 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Okkara góða vinkona og starvs­ felagi gjøgnum mong góð ár, Edna Jørgensen, and­að­ist 22. september 2018 eftir stutta sjúkralegu, 60 ára gom­ul. Seksti ár er eingin aldur nú á døgum, og Edna var ikki lið­ug at liva; hon var so full av lívi og látri sum fáur, altíð fús við onkrum skemti, onkrari stutt­ligari søgu og hon hevði eina góða familju, eitt gott heim, nógvar vinir og onnur, og hon var virkin á mongum økj­ um. Men hennara foldarlív var ikki longri. Edna hevði tilknýti til mong fólk, og hon kendi tey væl, tí hon var ein góður eyg­leið­ari, og hon mintist væl tað, hon fekk at vita. Hevði tú okk­urt, tú vildi venda við onkr­um, var hon ein góður lurt­ari og sparrari og góð í ráð­um, men eisini bersøgin og djørv, og hon himpraðist ikki við at tala at, um orsøk var til tess. Hon var ikki nakar eygn­a­tæn­ari, sum talaði tær eftir munn­i­num; hartil var hon alt ov sonn og trúføst, og hon hevði um­sorgan sum fá. Á stovninum, har vit ar­beiddu, Strandferðsluni, hevði hon løn­ ar­deildina um hendi, og hon var bæði nær­løgd, dugn­alig, stund­is­ lig og skil­a­góð í øllum lutum. Vit vóru seks kvinnur, sum gjørdust serliga væl, hó­ast aldursmunurin var um­leið 20 ár, og vit komu eis­ini saman privat og hugn­aðu okkum óføra væl. Tíð­ar­skeiðið var 80’ini og 90’ini, og á arbeiðsplássinum hendi mangt og hvat av broytingum hesa tíðina. Men tað, at vit kundu tosa saman um við­ur­skiftini, hevur avgjørt havt gagn­liga ávirkan, og tað hevur eis­ini styrkt vinabondini okk­ara millum. Hóast vit so við og við fóru í onnur størv, onkur flutti longri burtur, onkur av landi­num, so hildu vit sam­band­ið við líka og hittust við mill­um­bilum, tá tað bar til. Ein okkara fall frá á sumri 2016. Tað árið, um jóltíðir, hitt­ust vit m.a. fyri at minnast hana, og hendan løtan er av­myndað; fimm vinkonur, sum sakn­aðu ta sættu. Flokkurin var skerdur. Nú Edna eisini er farin, eru vit bert fýra eftir. Tað er so sárt at sakna og verða mint á, hvussu skjótt tað kann vera. Men tá er tað ein góður uggi at hava góðar vinir at savnast við, og at hava góð minnir um tey, sum farin eru. Vit hava verið saman aft­ur; hittust hesuferð til at minn­ast Ednu og talaðu um at skriva nøkur minningarorð, eitt sei­nasta farvæl, sum er so fá­tækt, men tó so væl meint. Nú eru jól aftur í hondum, og vit hugsa um tykkum, sum stóðu Ednu nær, og sum hon var so góð við og hevði so nógv gott at bera. Sorg og saknur eru tung at bera. Vit eru ikki unglingar long­ ur og kenna sjálvar til at hava mist, so tað er av egnum roynd­ um, tá vit siga, at tit fara at sanna, at ein dag fer tað at tykj­ast eitt lítið vet lættari enn í gjár ella fyri tíð síðani. Harrin signi tykkum og beri tykkum uppi. Takk Edna, fyri alt tað, tú vart fyri okkum. Minningarorð um Ednu Jørgensen Ábyrgdarblaðstjórin á Dimma­lætting seinastu ár­ini, Georg L. Petersen, fer frá um ársskiftið. Orsøkin er, at hann hev­ur søkt og fing­ið ann­að starv. Hann fer í starv sum van­lig­ur tíð­ ind­a­maður í Kring­varpi Før­oya. Í hesi syftu hevur Ge­ org L. Petersen starvast á Dimm­a­lætt­ing síðani 2014. Tað er eftir at Poul Han­sen, ad­vo­k­at­ur, keypti rættin til navnið »Dimm­a­lætt­ing« eft­ir hús­a­gang­in hjá Dimma­ lætt­ing í 2013. Síðani 2014 er Dimma­lætt­ing komin út eina ferð um vik­una, hvønn fríggj­a­dag. Dimmalætting var í mong harr­ans ár Føroya nógv størsta og elsta blað. Blað­ið kom út regluna frá 1878 til 2013, tá blaðið fór á hús­a­gang. Eftir stegð í umleið hálvt­ann­að ár, kom Dimma­lætting útaftur – tó bert eina ferð um viku­na. Georg L. Petersen hevur royndir bæði frá Dimm­a­lætting og Kring­ varpi­num. Frá 1995 til 2001 var hann blaðstjóri á Dimma­lætting. Árini 2001 og 2002 var hann á­byrgd­ar­blaðstjóri á Dimm­a­lætting og frá 2002 til 2004 var hann aftur tíð­i­nd­a­blaðstjóri. Ár­ini 2004 til 2009 var hann í starvi sum tíð­ ind­a­maður í Kring­varp­ i­num, til hann í 2009 aftur fór á Dimm­a­lætt­in, nú sum van­lig­ur blað­ mað­ur. Eftir 11 mán­að­ir á Port­alinum í 2003-2014 gjørd­inast hann blað­ stjóri á nýggggju Dimm­ a­lætting, hjá Poul Han­ sen. Georg fer av Dimmu í KVF Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin