týsdagur 18. desember 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Danjal av Rana
Løgreglan gjørdi húsa
rannsókn
heima
hjá
manninum í desembur í
2016 og legði hald á eina
teldu og fimm harddiskar
við tilsamans 163 TB av
barnapornografiskum
innihaldi á. Tá løgreglan
kannaði
innihaldið
á
telduni, sóu teir, at mað
urin hevði deilt 235 GB av
barnaporno við onnur.
33 ára gamli maðurin
varð ákærdur fyri at hava
havt barnapornografiskt
innihald á telduni hjá
sær frá 2005 til 2016 og frá
2015 til 2016 at hava deilt
nakað av innihaldinum
við onnur. Tilsamans var
talan um 135.875 myndir og
2.430 filmar. Hjá løgregluni
verður barnaporno deilt í
tríggjar bólkar, eftir hvus
su grovt innihaldið er.
Meginparturin av tí, sum
maðurin hevði, var í bólki
1, sum er mildasti bólkurin.
Her er talan um myndir og
filmar av børnum, kanska
úrlatnum,
men
ikki
í
seksuellum støðum.
Maðurin
hevði
tó
eisini yvir 2.500 myndir
og 50 filmar úr bólki 2 og
3. Ákæruvaldið upplýsti
eisini, at nakrir av film
unum
vístu
samlegu
millum vaksin og børn,
harðskap og tvang, og at
tað var eyðsæð, at børnini
líddu á upptøkunum.
Maðurin
nýtti
eitt
telduforrit til at luta fílir
við. Samstundis, sum tú
tekur fílir niður av neti
num, gevur tú øðrum
møguleikan at heinta fílir
frá tær.
Ákærdi
játtaði
seg
sekan. Hann greiddi frá,
at tað byrjaði mest sum
av óvart í 2002. Maðurin
segði, at hann ikki hevði
tað væl sálarliga ella við
seg sjálvan, og at hann
nýtti barnapornoið sum
eina revsing.
- Eg bíðaði bara eftir,
at løgreglan fór at banka
upp á, at eg skuldi fáa
eina revsing. Tað var
ein lætti, tá teir endiliga
komu, greiddi maðurin
frá. Maðurin hevur verið
í viðgerð hjá sálarfrøðingi
síðani handtøkuna.
Ákæruvaldið legði dent
á, at talan var um størsta
málið í Føroyum. Mað
urin hevði havt myndir
og filmar í minst 11 ár og
sent tey víðari í minst 18
mánaðir.
Ákæruvaldið
vísti eisini á, at tilsamans
var talan um 163 TB, sum
er sera nógv, og at okkurt
av innihaldinum var sera
grovt. Hon vísti eisini á,
at leitisøgan hjá manni
num vísti, at hann til
vitað hevði roynt at fing
ið fatur á nýggjum tilfari,
við at leita eftir tilfarið
framleitt í 2016.
- Vit skulu minnast til,
at hetta er ein marknaður.
Við at taka slíkt innihald
niður, skapar man ein
eftirspurning eftir tí. At
filmar í bólki 3 eru til,
merkir eisini, at tað onku
staðni situr eitt barn, sum
er útsett fyri grovum,
seksuellum ágangi. Og
ágangurin heldur fram,
hvørja ferð filmurin verð
ur deildur víðari, segði
hon.
Hon greiddi frá, at
lógin, sum er í gildi í Før
oyum, er tann sama, sum
er galdandi í ES. Í henni
eru revsingarnar nýliga
herdar, fyri at verja børn
frá at blíva misbrúkt í
slíkum filmum.
Dómarin gav manni
num tvey ára fongsuls
revsing. Verjin royndi
at tala fyri, at revsingin
skuldi
vera
linari
og
møguliga partur av henni
treytaður, men dómarin
helt ikki, at tað hóskaði
seg í hesum førinum.
Longdin,
mongdin
og
grova innihaldið talaði alt
fyri einum hørðum dómi,
helt dómarin.
Hetta er harðasti dóm
ur fyri barnaporno, sum
er follin í Føroya rætti.
Í 2016 varð ein maður
dømdur
15
mánaðir
fongsulsrevsing.
Hann
hevði nógv færri myndir
men fleiri filmar enn hes
in. Tá var talan um 6.400
myndir og 14.500 filmar.
Í báðum førum var tað
danska løgrelgan, sum
gjørdi føroysku myndug
leikarnar varugar við, at
ein føroysk telduadressa
hevði tikið barnaporno
grafiskt tilfar niður og
lutað tað víðari.
VARÐ GLAÐUR TÁ
LØGREGLAN KOM
Ein 33 ára gamal maður fekk í dag tvey ára fongsulsrevsing
fyri at hava barnaporno á telduna og deila tað við onnur