Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen 394 milljónir verður av­ lopið av fíggjarlógini fyri komandi ár. Hetta er tó áðrenn eyka­út­reiðsl­ur­ nar til Glasir. Hvussu nógv­ar milljónir talan er um afturat er ikki greitt enn. Onkrar meting vísa, at land­ið skal brúka einar 40 milljónir krónur afturat til Glasir. Eftir at fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið vísir tað seg, at raksturin veksur við 2,7 prosentum. Forkvinnan í fíggjar­ nevndini, Ruth Vang, Fram­sókn, segði undir 2.við­gerð, at andstøðan hevur valt ein tóna í áliti­ num, sum ikki er hósk­ andi. -Minnilutin hevur stillað seg út á síðu­linju­ na. Hon er ikki komin við nøkrum uppskoti til fíggjarlóg og hevur tí valt at sleppa allari ábyrgd, segði forkvinnan í fíggjarnevndini,m tá ið hon legði álitið fram um fíggjarlóg fyri komandi ár. Tá ið Bárður Nielsen, Sam­bandsflokkurin,x spurdi um forkvinnan trýr uppá tølini í fíggjar­ l ó g a r ­u p p s k o t i n u m svaraði hon, at hon stend­ ur fult inni fyri teimum tøl­um, sum standa í upp­ skotinum. Arbeiðsgongdin Framsøgumaðurin hjá Fólka­flokkinum, Jacob Veste­r­gaard, fanst hvass­ liga at arbeiðs­gongd­ini í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini. Hann vísti á, at lands­ stýris­kvinnan hevur lagt uppskotið fram og so hevur meirlutin í fíggjarnevndini – um­ boð­ini hjá sam­gonguni – gjørt tær broytingar, sum eru at síggja í álitinum. Jacob Vestergaard segði, at að er fyrstu ferð seinastu 15 árini, at játta­ nin til Lands­sjúkra­húsið ikki er hækkað. -Tað vita vit, at hækk­ ing­ar koma, so tølini á fíggjarlógini eru ikki eftirfarandi, segði fram­ søgu­maðurin. Hann vísti á, at áfleiri øðrum løgujáttanum, eru upphæddirnar ikki nóg stórar. Og hann fanst eisini at inn­tøku­met­ ingarnar eru ov optimist­ iskar. - Samgongan hevur lagt seinasta uppskot til fíggjarlóg fyri Løgtingið í hes­um valskeiðnum. Við hesum uppskoti minnir sam­gongan okkum á søguna hjá Henrik Ibsen um Peer Gynt. -Lívsleiðin hjá Peer Gynt verður lýst soleiðis: Fra håbefuld ung, til selv­tilfreds voksen og til sidst som desillusioneret ældre, der sammenligner sig selv med et skrællet løg; lag på lag, uden en kerne. -Fyri Per Gynt var lívs­reglan at krúpa utta­ num. Og tað er júst, tað samgongan ger við sínum politikki og við upp­ skotinum til fíggjar­lóg. Í staðin fyri at ásanna, at nøkrum uppgávum ber ikki til at renna undan, velur samgongan onki at gera og lata standa til: at krúpa uttanum eins og Peer Gynt. -Uppskotið er hitt mest fiktiva, sum nakrantíð hevur sæð dagsins ljós. Og av tí sama tolir tað illa dagsins ljós. Sambært upp­skotinum verður av­ lop landskassans fyri 2019 403 mió. krónur. Men hetta tal fer á ongan hátt at halda, segði Jacob Vester­gaard. Veiðugjøld Løgtingið viðgjørdi eisini í gjár uppskotið um serstakar tredytir fyri at sleppa at fiska upp­sjóvar­ fisk. Talan er um eitt krónu­ gjald, sum verður lagt á hvørt kilo, sum verða veidd. Hetta er sama skipan, sum hevur verið galdandi í ár, men andstøðan vísti á undir viðgerðini, at av­ gjølgini eru ov høg, ser­ liga á sild, tí silda­prís­urin er fallin so nógv. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, segði, at hann eisini helst vil, at ein skip­an verður sett í verk, so tað verður óneyðugt at seta krónutal á hvørt ár, men at hetta skal regulera seg sjálvt, alt eftir hvussu prísirnir eru. Landstýrismaðurin legði eit slíkt uppskot fyri tingið 28.september, men tað jppskotið er ikki komið úr aftur nevnd, ti semj fæst ikki um tað – ikki einisinni í sam­gongu­ni. Uppskotið, sum svarar til tað sama, sum er galdandi í ár, er samtykt av tinginum, tí pengar skulu inn í landskassan. Ætlanin er so at við­ gera málið av nýggjum í komandi ári. Avlopið 394 milljónir umframt rokningina til miðnámsskúlan Avlopið á fíggjarlógini er lælkkað eftir at fíggjarnevndin hevur skrivað álit millum 1. og 2. viðgerð av fíggjarlógini Ruth Vang, Framsókn, er forkvinna í fíggjarnevndini. Hon helt undir orðaskiftinum, at andstøðan hevur verið serliga hvassorðað í ár Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, helt fast við, at tað er ikki fíggjarnevndin, sum hevur arbeitt við uppskotinum Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, helt, at tað er merkiligt, at ikki ber til at gera eina fíggjarlóg í einum hampiligum tóna Vøksturin í rakstinum er 2,7 prosent í uppskotinum, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, skal umsita næsta ár