týsdagur 18. desember 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hetta er søguligt ár hjá
føroyskum línuskipum
Hetta verður árið, har bestu føroysku
frystilínuskipini fara at tátta í 40 miljónir
krónur í veiðivirði, og tað er ongantíð hent
áður í føroyskari línuskipasøgu
Vilmund Jacobsen
Síðan vit fingu frystulínuskip,
og
føroyingar
aftur
fingu
møguleikan at fiska á Flemish
Kap og í Eysturgrønlandi, hava
vit sæð nógv størri veiðivirði í
hesum skipabólki enn nakran
tíð áður. At so línufiskiskapurin
nú eisini rættiliga roynist á
Føroyaleiðini, lyftir enn meira
undir veiðivirði, bæði hjá før
oyskum frystilínuskipum og
ísfiskalínuskipum.
Fara vit nøkur ár aftur, fisk
aðu okkara bestu ísfiskalínu
skip fyri einar 16-18 miljónir
krónur um árið. Men, síðan vit
fingu frystilínuskipini, og vit
samstundis
fingu
betraðar
veiðimøguleikar á fjarleiðum,
øktist veiðivirðið hjá hesum
skipum uppí einar 28-32 milj
ónir krónur.
Og
nú,
línufiskiskapurin
undir Føroyum eisini er farin
at roynast, er veiðivirðið økt
enn meira hjá hesum skipa
bólki.
Dugnaligir fiskimenn
Frystilínuskipini, sum hava
ligið í oddinum í veiðivirði
seinastu
árini,
hava
verið
Klakkur og Kambur, og soleiðis
man eisini fara at verða í ár, nú
hetta árið er um at verða
liðugt.
Føroyar
eiga
fleiri
sera
dugnaligar
línuskiparar,
og
millum hesar eru eitt nú brøð
urnir, sum reka Klakk, Líggjas
og Bethuel Johannesen og
Mortan Mortensen, skipari á
Kambi.
Hvørji frystilínuskip liggj
ast ovast uppi í veiðivirði hig
artil í ár, er kanska ikki púra
greitt enn, men Sosialurin veit,
at veiðivirðið hjá bestu skipum
í ár er væl hægri, enn tað nakr
antíð hevur verið áður.
Tí er árið 2018 eisini eitt
søguligt ár hjá føroyska línu
skipaflotanum.
Klakkur og Kambur plaga at
kappast stavn um stavn, tó at
Klakkur hevur onkrar veiði
møguleikar, sum Kambur ikki
hevur, og vit vita við vissu, at
veiðivirðið hjá hesum skipum í
øllum førum liggur oman fyri
38 miljónir krónur.
Í tólvta tíma
Seinastu árini hava føroysku
frystilínuskipini,
sum
hava
havt loyvi at fiskað á Flemish
Kap, loyst beint eftir jólahøg
tíðina, og ætlandi verður eisini
soleiðis í ár.
Men, sum onkur línuskipa
reiðari segði herfyri, so hendir
so mangt á fiskivinnuøkinum í
tólvta tíma, og hetta ger, at
vissa heldur ikki er um, hvussu
fiskiskapurin á Flemish Kap
verður skipaður í ár.
Fiskimálaráðið hevur sent
út eina kunngerð til hoyringar,
sum ætlandi skal skipa fiski
skapin á Flemish Kap komandi
ár, men enn er henda kunngerð
ikki lýst.
- Vit vita ikki í løtuni, hvat
hetta endar við. Kvotan á
Flemish Kap er nógv økt til
komandi ár, men her ætlar
Fiskimálaráðið eftir øllum at
døma, at eini 1200-1300 tons av
kvotunu skal seljast á uppboði,
og vit vita ikki, hvør sleppur at
keypa.
Olympiskur fiskiskapur
Línuskipari, sum Sosialurin
hevur skift orð við, vísir á, at
tonsini, sum frystilínuskipini
sleppa at fiska á Flemish Kap
eftir gomlu skipanini, helst
verða á leið tey somu, sum
undanfarin ár.
- Hetta hevur verið olymp
iskur fiskiskapur og soleiðis,
sum vit hava skilt, verður tað
eisini olympiskur fiskiskapur í
komandi vertíð.
Hann vísir á, at frystiskipini
plaga at gera tveir góðar túrar
á Flemish Kap í part, tó at skip
ini ikki eru full báðar túrarnar.
- Men, høvdu vit eisini sloppið
at fiskað tey tonsini, sum eru
komin aftrat, so høvdu skipini
kunnu gjørt tríggjar túrar í
part.
Veiðivirðið hjá frystilínu
skipunum, sum gera tað best á
Flemish Kap, plagar at liggja
um slakar 10 miljónir krónur.
Roynist her heima
Men, soleiðis sum gongdin hjá
føroyskum línuskipum hevur
verið undir Føroyum í heyst,
roynist Føroyaleiðin so sanni
liga eisini væl í løtuni.
Tað eru frystilínuskip, sum í
ár hava gjørt fleiri góðar túrar
undir Føroyum, og Sosialurin
veit eisini um skip, sum hava
fiskað fyri einar 11 miljónir
krónur undir Føroyum sein
astu tveir mánaðirnar, har
meginparturin av veiðini er
toskur og hýsa.
Meginparturin av toskinum
er seldur føroyskum virkjum
og teir, sum keypa frystu hýs
una, hava ivaleyst sent megin
partin av landinum.
Fiskimenn lata rímiliga væl
at bæði toska-og hýsuprísinum
í heyst.
Doyr av elli
Sosialurin hevur eisini skift
orð við skipara á frystilínu
skipi, sum í heyst hevur gjørt
eina setu beint uttan fyri
markið á Føroyabanka.
- Vit settu eina ¾ setu og
fingu 26.000 pund av fiski,
meginparturin
yvirvaksin
hýsa, tó at veðrið var ógvuliga
keðiligt. Hinvegin fingu vit
lítið og einki av toski. Hýsan,
vit fingu, var so stór og gomul,
at hon helst skjótt doyr av elli.
Línuskiparin sigur, at tað er
ógvuliga avmarkandi við ein
ari slíkari setu, tí tú noyðist at
seta í sama rætning, sum
markið til friðaða økið á Før
oyabanka gongur.
- Tær línuroyndir, sum Hav
stovan gjørdi í summar við
glastrevjabátinum
Slætna
tindi, geva eftir okkara tykki
ikki eina rætta mynd av veru
leikanum. Tað er um veturin,
at slíkar royndir skuldu verið
gjørdar og sjálvandi við línu
skipi, sum vanliga er til fiski
skap. Einki ringt um gjørdu
royndirnar hjá Havstovuni,
men vit halda, at her fekk Hav
stovan tað úrslit, sum tey vildu
hava, sigur línuskiparin.