týsdagur 18. desember 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Arbeiða
víðari við
málinum
um eina
diabetis
miðstøð
Eitt tilboð frá Novo Nordisk-grunninum um
eina diabetismiðstøð hevur fingið fakfólk
og politikarar at undrast
Árni Gregersen
Ein grunnur, Novo Nordisk-
grunnurin, hevur boðið før
oyska
heilsuverkinum,
at
grunnurin vil byggja eina dia
betismiðstøð i Føroyum.
Tilboðið er ein partur av
einum samlaðum tilboði, sum
grunnurin hevur latið Dan
mark og Grønlandi.
Føroyski myndugleikin á
økinum, hevur takkað nei til
tilboðið. Í einum brævi til
grunnin í november takkar
heilsumálaráðið vegna Føroy
ar nei til tilboðið um eina dia
betismiðstøð.
Føroyska heilsuverkið fekk
hetta tilboðið í juni á einum
fundi, har heilsuverkið boðaði
frá, at tey fóru at kanna
baklandið fyri at vita um hetta
hevur áhuga í Føroyum.
Men nú vísir tað seg, at
heilsuverkið, meira ella minni
av sínum eintingum hevur
sagt nei takk til tilboðið.
Sambært fakfólki og Diabetis
felagnum, so eru tey heldur
ikki eftirspurd um hvat tey
halda um tilboðið.
Aksel V. Johannesne, løg
maður, sigur, at politiska bak
landið heldur ikki hevur við
gjørt málið.
Er umrøtt nú
Løgmaður sigur, at málið als
ikki hevur fingið nakra polit
iska viðgerð.
- Vit umrøddu tað á lands
stýrisfundi, nú eftir at tað er
komið alment fram, at heilsu
málaráðið hevur takkað nei,
men so vítt eg havi skilt á
landsstýriskvinnuni við heilsu
málum, so er hetta ikki eitt
endaligt nei takk, tí farið verð
ur nú undir at kanna málið
víðari, sigur Aksel V. Johanne
sen.
Novo
Nordisk-grunnurin
hevur annars sett seks milj
ardir av til at byggja á leið 30
slíkar diabetismiðstøðir í Dan
mark og eina í Grønlandi.
Grønland hevur sagt ja takk
og tí verður ein slík miðstøð
bygd í Nuuk.
Fakkunnleikin í Føroyum
harmast um, at málið hevur
fingið so kaldliga móttøku í
Føroyum.
Jens Andreassen, serlækni í
diabetis, segði við útvarpið, at
hann var við á fundinum við
Novo Nordisk-grunnin í juni.
Hann helt tað var ein góður
fudnur, har heilsuvekrið boð
aði frá, at tey fóru at tosa við
baklandið um málið og at tey
so skuldu venda aftur.
-Eg roknaði sjálvandi við, at
tey fóru at koma aftur til mín
og spyrja meg, hvat eg helt,
men tað hava tey ikki gjørt og
eg havi ikki hoyrt eitt orð um
málið síðani, segði hann.
Eisini Maibritt Skorðadal,
sum er forkvinna í Diabetis
felagnum, undrast yvir onki at
hava hoyrt.
- Felagið hevur ikki hoyrt
nakað um málið og vit eru ikki
eftirspurd, sigur hon, sum um
framt at vera forkvinna í Dia
betisfelagnum, eisini granskar
á diabetisøkinum.
Landsstýriskvinnan
við
heilsumálum, Sirið Stenberg,
Tjóðveldi, sigur, at hon ikki
heilt skilir, at so nóg hóvasták
verður gjørt burturúr málin
um nú.
- Vit hava sent eitt svar, men
tað er onki endaligt svar. Sjálv
andi fær eitt slíkt tilboð eina
seriøsa viðgerð. Har eru fleiri
prinsipiellir spurningar, sum
vit mugu taka støðu til áðrenn
vit svara endaliga, sigur hon.
Hon sigur eisini, at tey sjálv
andi fara at tosa við fakliga og
politiska baklandið um, hvussu
tey skulu fyrihalda seg til
tilboðið.
- Er hetta nakað sum er gott
fyri okkum og diabetisjúkligar
í Føryum, so siga vit ja, men er
tað ikki, so siga vit nei takk,
sigur Sirið Stenberg, lands
stýriskvinna.
Lars Rabien Sørensen er nevdarformaður í Novo Nordisk grunninum.
Grønlendska landsstýriskvinnan við heilsumálum, Martha Abelsen, fegnast um tilboðið frá Novo Nordisk.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Føroyum, hevði ikki
stundir at viðgera tilboðið frá stóra danska grunninum