týsdagur 18. desember 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
Sosialurin / KvR 34 18 00
Heilsutrygd søkir tveir
kliniskar dietistar
Um størvini:
•
1 starv 40 tímar um vikuna
at arbeiða í Eysturoy og
Norðoyggjum
•
1 starv 40 tímar um vikuna at
arbeiða í Suðurstreymoy, Sandoy
og Vágum
Størvini eru til setan 1. februar 2019
ella eftir nærri avtalu.
Størvini fevna um:
•
Heilsufakliga kostráðgeving og
dietviðgerð eftir ávísing frá
kommunulækna
•
Einstaklingaráðgeving til vaksin
við typu 2 diabetes, prediabetes,
hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og
tarmtrupulleikum, trupulleikum
av ovurfiti og føðslutroti
•
Einstaklingaráðgeving til børn,
ið viga ov nógv ella eru í ringum
trivnaði
•
Roknað verður eisini við, at tú
kanst stíla fyri undirvísing fyri
sjúklingum, sum hava tørv á tí í
samband við kostviðgerðina
•
Ráðgeving í mun til
fakligar fyrispurningar frá
kommunulæknum, borgarum og
øðrum, ið hava kostfrøðiligar
spurningar
•
Uppsøkjandi arbeiði í sambandi
við starvið
•
Kostviðgerðin og sjúkugongdin
verða skrásett í Cosmic (talgildu
heilsuskipanini)
Endamálið við hesi tænastu er, at
kostráðgevingin verður veitt so tætt
at borgaranum sum gjørligt. Roknast
kann tí við nakað av koyring sum
liður í arbeiðinum.
Tað er ein treyt, at umsøkjararnir
eru sinnaðir at virka í einum toymi
av kliniskum dietistum, sum longu
virka í restini av landinum. Dentur
verður lagdur á at uppbyggja
heilsufakligu kostráðgevingina í
Føroyum, og tí mugu tey, ið verða
sett, vera fús at samstarva við aðrar
starvsbólkar í heilsuverkinum.
Førleikakrøv:
•
Útbúgving og løggilding sum
kliniskur dietistur
•
Hevur hug at menna
kostráðgevingina í Føroyum
•
Hevur góð evni at samskifta
bæði á skrift og í talu
•
Dugir at síggja møguleikar og
kann gera hugskot til veruleika
•
Hevur góð evni at arbeiða
sjálvstøðugt og saman við øðrum
•
Hevur evni at laga teg til
broytingar
Vit bjóða:
•
Eitt krevjandi og fakliga
kveikjandi starv
•
Eitt fjølbroytt og mennandi starv
•
Eitt starv við møguleikum fyri
fakligari og persónligari menning
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært
sáttmálanum millum Kost- og
føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Størvini verða sett undir
Heilsutrygd í eini skiftistíð, og
mugu umsøkjarar tola broytingar í
setanarviðurskiftunum.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum verður at
senda til heilsutrygd@heilsutrygd.
fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52,
Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Umsóknir skulu verða Heilsutrygd
í hendi í seinasta lagi mikudagin 2.
januar 2019 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at venda sær
til Anitu Højgaard, kliniskan dietist
á tlf. 793033 ella Petur Martin
Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 794003.
Postsmoga 52 | Klaksvíksvegur 2 | FO-710 Klaksvík
Tlf. +298 61 40 00 | Fax +298 47 10 11
T-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Fysioterapeutur
til Bú- og
Heimatænastuna
í Suðuroy
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum
fysioterapeuti til fasr starv
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum
tvørfakligum toymi við serkunnleika innan
fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin
livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika,
førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.
Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1.0 svarandi
til 40 tímar um vikuna frá 15.januar 2019 ella eftir
nærri avtalu.
Uppgávur:
Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til
heimabúgvandi borgarar
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá
eldri
• heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar
fyri eldri +65
• at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva
á stovni.
Útbúgving og førleikakrøv:
• hevur prógv og autorisatión sum
fysioterapeutur
• dugir væl at samskifta
• vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
• dugir at vegleiða og undirvísa
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja
venjingarætlanir til rættis
• hevur góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum
umstøðum
Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur
at seta dám á tilboðini hjá BHS
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF
og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi tann 27. december 2018 kl.12.00