Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, ið gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum. Takk fyri heilsanir, gávur, sang, tónleik, talur o.a. Fyri okkum, og okkara, ein sera góður og minnisríkur dagur. Bestu heilsanir Jóna og Hjalmar Kollslíð Takk 90 ár Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið á ymsan hátt vóru við til at gera mín 90 ára føðingardag tann 19. august til nakað heilt serstakt. Eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár ynski eg ætt, vinum og kenningum. Maria Hansen í Kongsbø 1, Norðragøtu Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu okkum Gullbrúdleypsdagin ógloymandi við talum, yrktum sangum og góð ynskjum. Kristiliga sangkórið tøkk fyri vakran morgunsang. Vit vilja eisini ynskja øllum okkara kæru eini Gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Esther og Torkil Skála Sosialurin / KvR 34 18 00 Spennandi uppgáva sum sálarfrøðingur innan ættleiðing Vilt tú vera við til at hjálpa ættleiðingarfamiljum við teirra serligu avbjóðingum, er hetta møguliga rætta uppgávan til tín. Nýggj føroysk lóg um ættleiðing ásetir, at familjur skulu hava fyrireikingarskeið og ráðgeving áðrenn og aftaná ættleiðingina. Hetta fyri at tryggja ættleiddum børnum best møguligar fyritreytir fyri einum tryggum og heilsugóðum uppvøkstri. Tað er Gigni, sum hevur ábyrgd av at skipa fyri skeiðum og ráðgeving og soleiðis veita hesum familjunum ta sertænastu, sum teimum tørvar. Hevur tú hug at vera partur av einum toymi, sum skipar fyri skeiðum og er við til at ráðgeva ættleiðingarfamiljunum, ert tú vælkomin at søkja. Okkum tørvar tveir sálarfrøðingar frá 1. februar ella skjótast tilber. Avtalan millum sálarfrøðingarnar og Gigni verður fyribils galdandi í 2 ár við møguleika fyri framhaldi. Førleikakrøv: • Útbúgving og løggilding sum sálarfrøðingur (cand. psyk. ella líknandi) • Góðan kunnleika um menningarsálarfrøði • Góð innlivingarevnir og er dugnalig/ur at taka útgangsstøði í støðuni hjá øðrum • Dugir at undirvísa egnum og øðrum yrkisbólkum • Hevur áhuga og/ella royndir innan ættleiðingarøkið Vit vænta, at tú hevur annað starv og harafturat kann knýtast til toymið innan ættleiðing. Avroknað verður í samsvar við teir tímar, sum verða brúktir til ráðgevingina og til skeiðini. Støðið verður tikið í sáttmálanum millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið frá 1. juli 2011. Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@ heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2019 kl. 12.00. Meiri fæst at vita við at ringja til Bjørghild Djurhuus, virkandi fakligan stjóra á tel. 562356 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 794003. Heilsufrøði til børn & ung Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn Tlf. 562300 • www.gigni.fo