Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MERKIDAGAR 70 ár Ónsdagin 19. desembur verður Bjarni Brattaberg, Bibbi, 70 ár. Í hesum sambandi vilja okur bjóða ætt, vinum og kenningum vælkomnum í føðingardag í skótahúsinum í Vági, ónsdagin 19 Desembur frá kl 18. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við Bjarna, verða vinarliga biðin um at boða frá til Arna á tlf 214906 ella á messenger til Sólbjørg ella Rakul. Brúdleyp Anna Maria Steintún og Grímur Kamban Mortensen giftast fríggjadagin 28. desember 2018. Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í Ebenezer kl. 11, har móttøka verður aftaná. Veitslan verður um kvøldið fyri innbodnum. Gullbrúdleyp Tann 28/12 kunnu Margit og Hans Petur Weihe, Selatrað, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima sama dag frá kl 18.00. Øll eru vælkomin. Vinaliga sig frá á Tlf. 747271 áðrenn 20/12. Gullbrúdleyp 28. des. hava vit verið gift í 50 ár. Tað ætla vit at hátíðarhalda í VB húsinum leygardagin 29. des. frá kl. 15.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga okkum frá á tlf 272669 (Sólmaj) 573660 (Hilmar) ella skriva á fb áðrenn 15. des. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarliga Sólmaj og Hilmar Gullbrúdleyp Fríggjadagin 18 jan. hava Hildigunn og Martin Garðalíð, Vestmanna, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 26. jan kl. 18. í hølunum í læknamiðstøðini, Garðatún 12. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenninger hendan dagin. Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg á tlf. 794510 (Majbritt), tlf. 751884(Anja) ella tlf. 252729 (Hildigunn) innan 15. jan. Brúdleyp Leygardagin 29. desembur giftast Marin E. Jacobsen, Klaksvík, og Fróði Jensen, Toftir. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl: 13. Veistlan verður í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Døgurði verður fyri innbodnum. Frá kl: 20.00 verður vælkomst. Brúdleyp Hósdagin 27. desember 2018 giftast Josefina M. A. Prestá‚ Skála‚ og Agnar Frederiksen‚ Klaksvík. Víglsan verður í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 12. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Leguhúsinum í Nesvík. ​ Dagin eftir verður brúðarhús í Føgrulíð 1 á Skála frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Súsanna Ingvardsdóttir Petersen og Jóhan Djurholm giftast leygardagin 29. desember 2018. Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í Ebenezer kl. 11, har móttøka verður aftaná. Veitslan verður um kvøldið fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 22/12 giftast Angelina Jonhardsdóttir Poulsen og Bergur Gudmundsen, Vágur. Vígslan verđur í Vágs Kirkju kl 13. Veitsla verđur um kvøldiđ í VB húsinum fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 18. desember hava Mathilda og Pól Johannessen, Klaksvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heimi okkara, á Helnabrekka 27 frá kl.16:00. Tad hevđi glett okkum, at sæđ familju, vinir og kenningar hendan dagin. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Hósdagin 27. desember 2018 giftast Josefina M. A. Prestá‚ Skála‚ og Agnar Frederiksen‚ Klaksvík. Víglsan verður í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 12. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Leguhúsinum í Nesvík. Dagin eftir verður brúðarhús í Føgrulíð 1 á Skála frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur 30. desember heldur Kári Hansen, Gøtugjógv, 80 ára føðingardag. Opið hús verður í Skótahúsinum við Løkin kl 18. Hjartaliga vælkomin Silvurbrúdleyp. Mikudagin 6. februar hava Irena og Yngvi Lava Olsen, Leirvík, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík, leygardagin tann 9. februar kl.19.00. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í veitslu, kunnu tekna seg á tlf. 238013, Irena ella tlf. 225117, Yngvi, áðrenn 25. januar. 80 ára føðingardagur Tann 1. januar 2019 verður Louisa Heinesen í Norðragøtu 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 18.01.2019 hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá kl.19 Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 12.01 á telefon 332172 - 278058 ella 211082 Vinarliga Hervør og Richard Brúdleyp Leygardagin 29. desembur giftast Hannelina Mørkøre, Tórshavn, og Óla Jákup Bech, Hoyvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni klokkan 17. Veitsla verður um kvøldið í Spinnarínum fyri innbodnum. Diamantbrúdleyp Hósdagin 10. januar hava vit verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 12. januar í Emmaus í Klaksvík frá kl. 11-18. Vit vilja bjóða familju, vinum og kenningum at vera hjartaliga vælkomin at halda dagin saman við okkum. Osla og Jóhannes Ellingsgaard Brúdleyp Leygardagin 5 januar giftast Hilda Kristiansdóttir og Jógvan Klakstein í Nebo á Toftum. Vígslan verður kl. 13, móttøka verður í kjallaranum aftaná, har høvið verður at heilsa uppá brúðarparið. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík. Brúdleyp 29. des. fara vit at giftast. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl. 14. Veitslan verður í 07-vestur húsinum í Sørvági frá kl. 18:30 og út á náttina. Øll eru vælkomin. Vit høvdu verið fegin, um tey, sum ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, boða okkum frá í seinasta lagi 26. des. Anly S. Joensen og Sigtór A. Petersen Gullbrúdleyp 28. desember hava Maria og Alfred (Alli) Hansen gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum.