Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Hóast rokfundir, so valdar eisini friður á pol­it­iska vígvøllinum nú á jólum. Tað stóð á gomlum nøglum, tá and­ støð­an reisti misálit á lands­stýr­is­kvinn­ u­na í mentamálum – sum løgmaður hevði friðað – í sambandi við ó­heim­iðl­ aðu nýtsl­una av pengum í sambandi við Glas­ir. Men hon kom á mál hóast flúr­ar og sker – og tí, at tey í hennara parti, sum ikki vildu blástempla hana, at­kvøddu blankt. Ein blonk atkvøðu í hes­um føri tað sama sum ein stuð­uls­at­ kvøða, tí 17 skulu til fyri at fella eitt lands­stýr­isfólk við misáliti. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki er kjarnin í jólaboðskapinum, og tí­betur verður tað ofta gjørt nógv fyri, at tað á jólum skal vera friður – og vápna­hvíld á jólum er vorðin kent fyri­ brigdi frá ver­ald­ar­bardaganum fyrra, sum endaði fyri 100 árum síðani. Til­tik­ in er jólafriðurin í 1914. Tað var ógvuliga kalt á vígvøllilnum hetta árið, og tað var alt annað enn huga­ligt í skotgrøvunum. Tað var so mik­ið stutt millum fíggindalegurnar, at tað bar pørt­unum til at rópa ímillum og har­við at háða hvønn annan. Men á jólum vitjaði friðurin og góði tokk­in á hermótinum, har tað var av­ kav­að. Stóri dagurin hjá týskarum var jólaaftan, og teir kveiktu ljós og fóru at syngja »Stille Nacht«. Hetta sóu og hoyrdu bret­arnir. Hjá teimum var stóri dag­uri­n jóladagur. Teir svaraðu aftur við at syngja »O Come All Ye Faithful«, og jóla­aftan og jólanátt varð vápnahvíld og sálm­as­angur. Nakrar tímar frammanundan var hetta púra óhugsandi, men teir, sum vóru á víg­vøllinum, vóru vitni til og fingu lut í friðinum og góða tokkanum, og tað eru fleiri søgur um, at teir fóru úr skot­grøv­u­num og gingu fram á víg­vøll­ in, har teir ynsktu hvørjum øðrum eini gleð­i­lig jól. Vápnahvíldin gav hermonnunum kær­kom­ið høvi at koma fyri seg og eis­ ini at fara út á vígvøllin eftir teimum, sum vóru falnir, og at syrgja fyri, at teir fingu eina heiðurliga jarðarferð. Vit kunnu so, um vit vilja, sammeta hetta við okkara egna gerandisdag. Við vónini um frið á fold og góðan tokka í menniskjum ynskja vit viðskiftafólkum okkara og øllum føroyingum eini gleði­ lig jól. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 21. DESEMBER 2018 Boriliðin í Eysturoyartunlinum eru farin í jólafrí, og sprongt verður ikki meira í ár. Hesa vikuna hava teir sprongt 43 metrar. Nú eru sprongdir 8.875 metrar av 11.250 metr­um í Eysturoyartunlinum. Byrjað verð­ur aftur eftir nýggjár. Í seinastu viku vórðu 27 metrar sprongd­ir Hvíta­nesmegin, og í alt eru nú sprongd­ir 4.262 metrar frá Streym­oy­ar­ land­i­num. Einki er sprongt av sjálvum tunlinum frá rund­koyringini og suður móti Hvíta­nesi. Sprongt hevur í staðin verið fyri ein­um pump­u­brunni. Frá rund­koyr­ing­ini og móti Rók­ini hava teir hesa vikuna sprongt 16 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.434 metrar. Spreingja ikki meira í ár EYSTUROYARTUNNIL Les eisini blaðið á telefonini Hurðin í KFUK er opin jólaaftan Síða 16-17 500 børn fingu hjálp á jólum Síða 17 Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ung­dómskór syngur jólini inn, verður kom­andi leygarkvøld 22. desember kl. 19.30. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ung­dóms­kórið, plagar at vera eitt serliga gott upp­livilsi. Skráin hjá kórinum hesaferð er í ein á­vís­ an mun siðbundin, men fer eisini at fevna um nýggjari jólaløg. Av skránni verður alt frá sið­bund­num jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pent­a­tonix og víðari til Samiskan jóla­joik framførd. So verð vælkomin til at seta dám á løtuna saman við kórinum. Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at lut­taka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir kon­sert­ina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkju­kjall­ar­anum. Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, org­an­isti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra aca­pella, hevur kórið hevur eisini tónleikarar á trom­pet, klaver og orgul við til fleiri av sang­u­num/verkunum. Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Ungdómskórið syngur jólini inn í Gøtu kirkju