hósdagur 20. desember 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
6
ÁRNI GREGERSEN
O
v nógv brúktu peng
arnir á Glasi fingu í
fyrstu atløgu ongar
fylgjur fyri lands
stýriskvinnuna við mentamál
um, Rigmor Dam.
Teir fýra andstøðuflokkarnir
Fólkaflokkurin, Sambandsflokk
urin, Sjálvstýri og Framsókn
løgdu annars eitt uppskot um
misálit á landsstýriskvinnuna,
sum var miðgjørt hósnáttina.
Men uppskotið fall.
Undir orðaskiftinum tók
landsstýriskvinnan orðið móti
endanum. Hon segði greitt, at
vildi tingið hava hana at siga, at
hon átti og tók við ábyrgdini av
tí, sum er hent, so ger hon tað
fegin.
Hon helt tó ikki, at hon sjálv
ella mentamálaráðið hevur gjørt
nakað mistak, men ásannaði, at
tað er landsstýriskvinnan við
mentamálum sum hevur ábyrgd
av grein sjey á fíggjarlógini.
Tað er til hesxa játttan tingið
hevur játtað pengar til skúlan í
Marknagili.
Landsstýriskvinnan segði,
at hon tekur væl ímóti um
onkur kanning verður gjørd av
hennara leikluti í málinum og
víti tað seg, at hon hevur gjørt
onkran feil, so lovaði hon at
leggja frá sær beinanvegin,
Løgmaður lovaði eisini, at seta
eina kanning í verk í komandi
ári. Hann fer fyrst at tosa við
formannin í landsstýrismála
nevndini fyri at vita um tann
nevndin fer at taka málið upp.
-Ger hon ikki tað fari eg sjálv
ur at seta ein kanning í verk,
segði løgmaður við KvF eftir at
kvøðugreiðsluna.
Misálitið
Uppskotið um misálit snúði
seg um, at ov nógvir pengar
eru brúktir til miðnámsskúlan
í Marknagili.
Í viðmerkingunum til mis
álitið verður sagt, at hvørki tíð
ar- ella kostnaðarætlanir hava
hildið. Hóast boðað varð frá
álvarsligum trupulleikum við
byggingini, hevur landsstýris
maðurin við mentamálum ikki
latið við seg koma.
Undir seinastu eykajáttanini
til Glasir kom fram, at 14 milljón
ir. krónur eru brúktar í heimild
arloysi, umframt at tær sjey
milljónir krónurnar, ið Løgtingið
játtaði til flagtekju, eru nýttar til
onnur endamál.
Landsgrannskoðarin hevur,
í notati frá januar í 2017 til Løg
tingsgrannskoðararnar um
játtanar- og útreiðslugongdina
í samband við verkætlanina at
byggja Glasir, staðfest, at:
“Játtanin til Skúladepilin
er latin undir § 7 “Mentamál”.
Mentamálaráðið hevur latið
Landsverki ræðisrættin til
játtanina, men ábyrgdin fyri, at
játtanin fer at halda, og at borg
arin fær tað fyri peningin, sum
rindað er fyri, liggur hjá Menta
málaráðnum.”
Síðani málið um óheimilaðu
meirnýtsluna kom fram alment,
hevur landsstýrismaðurin ferð
aftan á ferð sagt ábyrgdina frá
sær, hóast hon gekk á odda,
tá skúlin varð tikin í nýtslu í
summar.
Tveir partar
Tað kom sera greitt fram undir
orðaskiftinum, at tað vóru tveir
partar, sum vardu síni sjónar
mið.
Samgongan hevði sett sær fyri
at verja landsstýriskvinnuna.
Grundgevingarnar vóru, at hon
visti onki fyrr enn 23.oktober og
at hon handlaði beinan vegin.
Hon steðgaði arbeiðnum og
segði tinginum hvat var hent.
Andstøðan vendi tí ein ann
an veg og segði, sum víst á í
viðmerkingunum, at talan er
um eitt greitt brot á lógina um
ábyrgd landsstýrismanna. And
støðan segði, at uttan mun til
hvat landsstýriskvinnan visti,
so er tað hon, sum hevur ábyrgd
av at pengarnir verða brúktir til
tað, sum teir eru játtaðir til.
Ein løtu var spenningur í
tingsalinum um upposkotið fór
at verða samtykt, tí bæði Sonja
Jógvansdóttir, uttanflokkating
kvinna og Páll á Reynatúgvu,
tingformaður, vóru rættuliga
atfinningarsom móti lands
stýriskvinnuni.
Tá ið avtornaði fekk uppskot
ið 15 atkvøður fyri og 15 ímóti og
tríggjar vóru blankar.
Tey trý, sum atkvøddu
blant vóru Magni Laksáfoss,
uttanflokkatingmaður, Sonja
Jógvansdóttir, uttanflokka
tingkvinna, og Kristin Michel
sen, sum er valdu á ting fyri
Javnaðarflokkin.
Formaðurin í Sambands
flokkinum, Bárður á Steig Niel
sen, sigur, at sjálvt um talan
verður um onkra kanning, so
hendir onki meira.
-Vit hava fingið staðfest, at
samgongan ikki tekur undir við
lógini um ábyrgd landsstýris
manna. Tað var tað, sigur hann.
Løgtingið er farið í jólafrí.
Lógin um fiskidagar er sam
tykt, fíggjarlógin er samtykt
og landsstýrismaðurin við
uttanríkismálum, Poul Michel
sen, hevur fingið heimild at siga
Hoyvíkssáttmálan upp.
Landsstýriskvinnan vann
akvøðugreiðsluna um álit
Millum klokkan trý og fýra hósnáttina, atkvøddi tingið
um misálit á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu
Rigmor Dam,
landsstýriskvinna,
vann atkvøðu
greiðsluna um álit
Løgmaður fer at seta kanning í verk um
landsstýrismálanevndin ikki tekur málið upp
Tingið samtykti eisini fíggjarlógina, fiskidagarnar og
at geva heimild at siga Hoyvíkssáttmálan upp