hósdagur 20. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
20
Súlan er
góð og
søgur úr
Mykinesi
Janus Mohr, fyrrverandi
útvarpsmaður, hevur skrivað
bók um gerandislívið í
Mykinesi í farnu øld
ÁRNI GREGERSEN
T
á ið ein kennir Janus
Mohr úr Hoyvík, so iv
ast ein ikki í, at tað eru
ættarbondini til Myki
nesar, sum gera, at hann hevur
latið bókina “Súlan er góð” úr
hondum.
Ein bók, sum viðger farna tíð í
Mykinesi gjøgnum samtalur, sum
fyrrverandi útvarpsmaður hevur
fest á band í seksti-árunum.
-Ja, tú hevur rætt. Eg kom
fyrstu ferð til Mykinesar ein
góðveðurdag í 1961 og síðani hava
mínir túrar bestur hagar verið
mangir, sigur rithøvundurin.
Janus Mohr arbeiddi, sum
bankamaður í seksti-ðarunum,
men hann hevði og hevur stóran
áhuga fyri søgu og máli.Tá ið hann
vitjaði í Mykinesi helt hann oftast
til hjá skyldfólkunum, Bensfikt
Davidsen og konuni Fíu.
-Tey eggjaðu mær til at banda
samrøðurnar við frásøgufólkini í
Mykinesi og tað gav mær blóð á
tonna, fortelir Janus Mohr.
Hann hevði sjálvur longu tá
keypt sær ein bandupptakara,
sum hann brúkti til endamálið.
Hetta var sjálvandi ein band
maskina, sum var drivin við
akkumolatori.
-Men ongin streymur var tá í
Mykinesi, so tá ið akkumolator
urin skuldi løðast var
neyðugt at fara út í
Hólm at gera tað. Har
var streymur, tí vitin
var har, sigur Janus
Mohr.
Frásøgufólk
Í bókini Súlan er góð hevur
Janus Mohr tosað við átta frá
søgufólk í Mykinesi. Hetta er fólk,
sum fortelja um gerandislívið í
oynni, men eisini um hending
ar, sum teimum hava verið fyri
gjøgnum árini.
Frásøgufólkini, sum vóru til
komin fólk í seksti og sjeyti-ár
unum, siga eisini frá tí, sum tey
hava hoyrt frá eldri fólki, so bókin
spennir um eitt rættuliga langt
áramál.
Við at lesa bókina fæst ein góð
tíðarmynd av hvussu viðurskift
ini eru broytt í oynni gjøgnum
árini.
-Bara tað, at ta tíðina eg kom
har vestur búðu um 100 fólk í
oynni og 20 skúlabørn
vóru har og
so
at
koma
vestur
har nú,
har bert
heilt fá fólk
búgva, sigur
alt um hvussu
tíðin er broytt.
Í dag er Myjines kanska
fremsta ferðamál í Føroyum. Út
lendsk ferðafólk koma í oynna
fyri at uppliva náttúruna
og koma so nær fugli,
sum onga aðra
staðni.
-At oyggin
liggur so
avbyrgd,
er
helst
orsøkin til
ríka fuglalívið, sum
fær oynna at minna um eitt
eldorado, sigur rithøvundurin.
Mykines er vestasta oyggin í
Føroyum. Har er ábart og haðbali,
men kortini hevur oyggin so nógv
at bjóða, at fólk hava búleikast
har í øldir.
Í bókini letur rithøvundin
frásøgufólkini siga frá á teirra
egna hátt og við teirra egna máli.
Hetta ger, at myndin av gerandis
degnum í oynni stendur klár og á
ein ella annan hátt verður tú sum
lesari drigin inn í hendingarnar.
Janus Mohr greiðir frá, at
tað var ein serlgur siður, tá ið
eitt fór út í Hólm onkur ørindi.
Hann plagdi at fara við
egnum akkumolatori til
bandupptakaran, men
hann bar ofta eisini
tveir aðrar akku
molatorar við sær,
sum eisini skuldu
løðast.
-Tá ið ein kom
út har, so var vanligt at vitja
í øllum trimum húsunum, men
altíð fyrst hjá vitameistaranum,
tí tað gekk eftir rangordan, sigur
Janus Mohr við einum smíli.
Listamálarin
Tey árini, Janus Mohr vitjaði
mest í Mykinesi, var listamaðurin
Sámal Joensen Mykines nógv í
oynni.
-Tað stuttliga var, at hóast
hann búði í Danmark fyri tað
mesta, so var hann sum hini
mykinesfólkini, tá ið hann var
heima um summarið.
-Hann stóð og hugdi, tá ið
ferðafólk komu í oynna og gjørdi
viðmerkingar, sum øll hini, um
hvør koma og hvør fór, sigur
Janus Mohr.
Bókin kom fyri trimum vikum
síðani og on er útseld frá forlagn
um.
Janus Mohr, fyrrverandi útvarpsmaður, hevur skrivað um gerandislív í Mykinesi
Mykines - vestasta oyggin í Føroyum. í 1960 búðu eini 100 fólk í Mykinesi og 20 børn gingu í skúla har