hósdagur 20. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
22
Í kapping við útheimin
- Vit merkja at interneti ger, at fólk eru vorðin
øgiliga tilvitað um prís. Vit kunna ikki bara seta
ein føroyskan prís á okkara vørur, men brúka
danskar søluprísir, tí fólk vita frá netinum hvat
vørurnar kosta aðrastaðni, sigur Súsanna á
Dul, handilsleiðari hjá Mariu Poulsen Búnýti
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
H
andlar kring landið
hava úr at gera í hes
um døgum, nú tað
styttist til jólaaftan
og har við eisini møguleikin at
keypa tær seinastu gávurnar.
Tað er eingin loyna, at jólasølan
er hæddarpunktið í árinum hjá
fleiri handlum. Bara í SMS metir
man, at næstan 20.000 fólk fleiri
vitjaðu sølumiðstøðina í farnu
viku enn tá samanborið verður
við eina vanliga viku.
- Hetta er okkara háárstíð. Í
síðstu viku vóru 63.000 fólk inni
í SMS. Ein vanlig vika eru 45.000
fólk. Tann vikan við flest fólkum
plagar at vera tann síðsta áðrenn
jól, har vit vænta eini 70.000 fólk
í ár, sigur Regin W. Dalsgaard,
býlings- og marknaðarstjóri í
sølumiðstøðini, ið upplýsir at tað
eru handlar í SMS, ið nærum liva
av jólasøluni.
Eisini í Mariu Poulsen Búnýti,
ið liggur í Tórsgøtu í miðbýnum
í Havn, merkja tey, at munandi
fleiri fólk støkka inn á gólvið í
jólamánaðinum.
- Jólini eru okkara hátíð og
hava verið góð higartil. Tá eru vit
ikki komin til teir stóru dagarnar
enn, ið vanliga eru 21., 22. og 23.
Men sølu- og vitjunartølini fyri
desember eru nógv størri enn
restina av árinum, tó at vit ikki
hava nøkur nágreinilig tøl upp á
tað í løtuni. Men vit hava meira
enn tvífalt so nógv fólk til ar
beiðis í desember samanborið við
restina av árinum, sigur Súsanna
á Dul, handilsleiðari í Mariu Poul
sen búnýti.
Hørð kapping við útheimin
Á báðum støðum merkja tey, at
tøkniliga menningin seinastu
nógvu árini seta nøkur nýggj
krøv til handilslívið. Frá tí at
man fyrr var í kapping við aðrar
føroyskar handlar, so uppliva
handlarnir at tey nú kappast við
útheimin, aftaná at alsamt fleiri
føroyingar eru farnir at keypa frá
handlum á netinum.
- Vit eru í kapping við útheimin
og tað krevur, at handlarnir hava
eitt øgiliga stórt úrval. Tað at
kundar kunnu keypa vørur úr
Kina við statsstuðlaðum frakti,
umframt at einki avgjald er á
pakkunum, er ein øgiliga órættvís
kapping, sigur Regin W. Dalsgaard
og heldur á.
- Tú kanst keypa eina vøru
úr Kina fyri undir 300 krónur og
hon kemur beint ígjøgnum. Men
handlarnir í Føroyum skulu rinda
MVG, toll, lønir, halda lógir og
annað. Tað at man kann keypa
einar buksur fyri 250 krónur
íroknað frakt er órealistiskt, men
kortini hendir tað.
Í Mariu Poulsen Búnýti upp
liva tey ávirkanina av internet
inum á ein øðrvísi hátt. Har eru
kundarnir blivir nógv meira upp
lýstir og vita hvat tey vilja.
- Vit merkja at interneti ger,
at fólk eru vorðin øgiliga tilvitað
um prís. Vit kunna ikki bara seta
ein føroyskan prís á okkara vørur,
men brúka danskar søluprísir, tí
fólk vita frá netinum hvat vørur
nar kosta aðrastaðni. Man finnur
alt á netinum og av tí sama vita
kundarnir næstan áðrenn vit hvat
er nýtt hjá Royal Copenhagen,
sigur Súsanna á Dul.
Kann ikki keypast
á netinum
Men hóast kappingin móti um
heiminum kann tykjast órættvís,
so fellur man ikki í fátt í SMS. Tí
hóast kappingin er hørð, so hevur
man aðrar streingir at spæla upp
á í Føroyum.
- Hetta er ein kampur, ið vit eru
vitandi um. Tað vit skulu vinna
upp á, og tað øll okkara orku fer
til, er tænastan. Tað at tú kanst
koma inn her og fáa ráðgeving í
samband við gávukeypi. Og um
man ynskir, so kann kundin býta
vøruna um fram til 7. januar, sigur
Regin W. Dalsgaard, ið eisini vísir
á, at partur av strategiini er at gera
nógv burturúr jólabýnum og hava
fleiri starvsfólk í jólamánaðinum.
Og so er tað eisini nakað, sum
SMS kann bjóða, ið kundin ikki
fær keypt á nakrari heimasíðu.
- Tað er heilt fantastiskt at
síggja so nógv fólk koma úr øllum
landinum til SMS. Tey koma inn
her og njóta ein heilan dag við at
eta og keypa jólagávur. Tað gleð
ina fæst tú ikki og fer aldrin at
fáa á netinum, sigur Regin W. Dals
gaard.
Jólasølan:
- Tað er heilt
fantastiskt at
síggja so nógv
fólk koma úr
øllum landinum
til SMS. Tey
koma inn her og
njóta ein heilan
dag við at eta og
keypa jólagávur.
Tað gleðina fæst
tú ikki og fer
aldrin at fáa á
netinum
- Vit eru í kapping við útheimin og tað
krevur, at handlarnir hava eitt øgiliga
stórt úrval. Tað at kundar kunnu keypa
vørur úr Kina við statsstuðlaðum
frakti, umframt at einki avgjald er á pakkunum, er
ein øgiliga órættvís kapping