Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Eitt er í øllum førum púra vist, at í kom­ andi ár vera tvey politisk val í Føroyum. Tað fyrra verður uttan iva fólka­tings­ val­ið, sum í seinasta lagi skal haldast 18. juni í 2019. Tað seinna er løgtingsvalið, sum skal haldast í seinasta lagi leyg­ar­ dag­i­n 31. august 2019. Í Danmark er siðvenja, at for­sæt­is­ ráð­harr­in skrivar út val, tá hann heldur tað passa best. Hann bíðar ongantíð til sama dag, sum valið varð hildið seinast, so sum vit kenna tað úr Føroyum. Um alt gongur væl hjá Lars Løkke Rasmussen, so skrivar hann út val um­ leið tríggjar mánaðir fyri evstu freist. Tað veldst um, hvussu veljara­kann­ing­ ar­nar eru akkurát tá. Eru tær nóg góðar fyri stjórnarflokkarnar eitt sindur fyrr enn tað, so verður valið skriv­að út at vera í mars­mánaði. Tað kann vera pluss­ -­min­us ein mánað. Løgmaður fer valla at skriva út løg­ tings­val í vár. Tað er siður í Føroyum, at lands­stýrissamgongan situr valskeiðið á tamb. Um ikki, so er tað tí, at okkurt er galið, og løgmaður verður noyddur at skriva út val í ótíð. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Jo­hannesen, løgmaður, á ólav­ søku í 2015, tá ein tyngjandi kanning um leik­lutin hjá løgmanni í málum um CIP og Eysturoyartunlinum lá á borð­i­ num. Hann skrivaði út valið at vera 1. sep­tem­ber í 2015. Men tað er ikki serliga praktiskt at hava løg­tingsvalstríð í summarferiutíð. Tað kann gera, at løgamður velur at halda val­ið eitt sindur fyrr. Men her eru tað aft­ur velj­ara­kanningarnar og und­ir­ tøk­an hjá Javnaðarflokkinum, sum kann vera avgerandi. Verða fleiri veljarakanningar, sum ikki fara væl við Javnaðarflokkinum, so verð­ur valið seinni. So situr samgongan valskeiðið á tamb. Velur løgmaður at halda løgtingsval í til dømis juni, so verður tað fyrstu ferð, at val verður skrivað út í úrtíð, uttan at tað er politisk kreppa. Av royndum vita vit,å at hvørki for­ sæt­is­ráðharrin ella løgamður fara at siga nakað ítøkiligt um valdagin, fyrr enn tann dagin, valið verður skrivað út, so vit kunnu bara gita og siga livst so spyrts. Gott nýggjár! Tvey val fyri framman Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 28. DESEMBER 2018 H ar fer so 2018 aftur við borð­inum, skotið niður við neyð­rakettum. Liggur tungt, 60 metrar um tím­an móti heljardýpinum. Enn eitt ár fer aftur við slitna bakborðinum. Grátusurrumjarrið um javn­ støðu var eisini hetta árið. Tað steðgar ongantíð. Verður eisini næsta ár, og næsta og næsta og næsta í hálvan ævinleika. Álvaratos, hví halda kvinn­ur, at tær serstaktar, ser­ligar mill­ um onnur deyðilig? Tær eru júst sum menninir eru. Líka nógvar kvinnur eru sum menn, tær eru reyvarhol. Full­kom­in javnstøða. Nakrir menn tjena nógv meira enn aðrir menn, enn eg til dømis. Eg fari ikki at grenja um javnstøðu fyri tað. Nógvar kvinnur tjena nógv meira enn nógvir menn gera, aft­ur eg til dømis. Hvar er javn­ stø­ðan har? Eg knarri ikki. Ein søga er, sum skal eitast at vera stuttlig. Hoyrdi hana her­fyri. Hon er um, hví 60 pro­s­ ent av monn­um ikki fara at sova eftir, at teir hava moggað. Jú, svarið er ein­falt, tað er, at teir tá skulu til hús. Hví sovna allar kvinnur. Jú, tí tær eru longu í sínari egnu song. Menn eru ótrúgvir, mogga burt­ur. Tað má so vera við somu kvinn­uni, tí kvinnur eru ikki ótrúgvar, eru ikki sum menn, uttan tann eina. Hendan eina má hava eiki­ klov, sum hann segði á sinni. Dómstólurin á gøtum og stræt­um helt fram í árinum. Menn verða dømdir uttan rætt­ ar­gongd, í einum rætt­ar­sam­f­ elagi. 2018 var annars eitt feitt ár. Men tað er tó ikki tí, tað liggur so tungt har við borðið. Hugsið tykk­um, heili 90 prosent av før­ oy­ing­um eru ikki í fá­tækra­ váða. Vit eru nú yvir 51.000, nærk­ ast 52.000. Føroyingar flyta heim til einki at flyta í. Útlendskir handverkarar koma tí til Føroya at byggja bú­ staðir til føroyingar at búgva í. Men teir skulu eisini hava okkurt at búgva í. Tiltikna endaleysa skrúvan, skrúv­an, sum ikki tekur. Men bara melur og melur. Déjá-vu, men av røttum. Tá eg flutti til Føroya í 1975, var bú­ ­stað­a­r­neyð. Í æviga heiminum er tó altíð pláss. Har er ovmikið av borð­ um at seta sínar føtur undir ella tøk at stinga høvdið undir. Har eru bú­staðir fyri øll. Jóla­gáv­an í ár er bú­staðarpakkin. Hann er, bleytur, tí í honum er heit luft. Politikarar hava í nøkur ár lokk­að føroyingar heim til einki at búgva í. Nú skal eg ikki skuldseta før­ ­oysk­ar politikarar fyri at vera trong­dskygdar. Als ikki. Teir hava tunnilssjón. Í Føroyum eru 29 komm­un­ ur, og í løgtinginum eru 33 fólk. Har eru fýra ov nógv. Tað má rætt­ast. Í løgtinginum bardust dem­o­ krat­isku trøllini við jóla­trøll­ini, sum aftur í ár vunnu. Tá onkur spyr meg, hví mær ikki dámar fólkaræði, de­m­o­kra­ ti, svari eg við einum ella við tveim­um orðum, veldst um, hvussu lagið er. Eg svari løg­ ting­ið ella Før­oya løgting, Tey siga alt, hasi orð­ini. Demo­krati er bara fyri fram­komn­ar tjóðir. Ein loysingarmaður úr Kat­a­ l­o­n­ina, sum tók loysing og síð­ ani rýmdi, var í Føroyum fyri at kanna, hvussu loysingarfólk eiga at gera. Hann lærdi einki her. Jólaskipini avlýsa og útseta fyri veður. Er Teistin jólaskip? Marknagil verður fylt við mill­i­ó­num, so tá avtornar, er einki gil har longur. Annar hvør tannáringur hev­ur longu sálarligar trup­ul­ leik­ar. Hatta glashúsið ger neyv­an støð­una betri. Men vit eru so rík, at vit blaka fegin nakr­ar hundrað milli­ónir krón­ ur í eitt gil, so tað fyllist. Og segði nakar gjøgn­um­ skygni? Har er tað. At fólk fara svong í song (rím­ar og er til sølu til onkra her­ferð) er teirra egna skyld. Eing­in bað tey vera fátæk. Jú, løg­ting­ið, sum setir milliónir av til fátæk. Og so siga vit enn einaferð gott nýggj­ár, hvat tað so er, og takka fyri tað farna. Takka fyri tað, sum fer. Nei, ha...? Er nak­að at takka fyri? við Høgna Djurhuus UMAFTURAFTURUM 2018 skotið niður