Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 149 12 Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu Hvussu var 2018 fyri teg? Samanumtikið má eg siga, at árið 2018 hevur verið læruríkt og litfagurt, og spennið í litum hevur verið vítt og flølbroytt. Alt frá avbjóðandi løtum til lættar sorgleysar løtur. Sumt hevur hepnast væl, annað minni væl og í báðum førum hevur tú lært og skilt, so tá alt kemur til alt, er nógv at vera takksamur fyri. Hvat var besta upplivingin í 2018? Bestu upplivingarnar eru sum oftast knýttar at løtum saman við familjuni. Í 2017 var eg so heppin at fáa samband við familju í Skotlandi og fekk eg vitjan og høvi at heilsa uppá tey fyri fyrstu ferð í 2018. At møta fólki fyri fyrstu ferð og at kenna tey aftur, er ein heilt serlig uppliving Hvat var keðiligasta uppliving í 2018? Tær keðiligu upplivingarnar sleppur tú ikki undan, men tað er hugvekjandi at uppliva, hvussu tær keðiligu upplivingarnar, tær truplu kenslurnar, menna teg sum menniskja og geva lívinum størri innihald. Lærdómurin frá teim minni góðu upplivingunum verður vónandi til vísdóm og ger tær góðu upplivingarnar enn betur. Hvat var mest umráðandi lærdómurin í 2018? Her er heilt sikkurt nógv ymiskt eg kundi drigið fram. Men sambond við menniskju og hvussu tú møtir menniskjum. Um tú velur at hava tiltrúgv til menniskju ella ikki, er altavgerðandi fyri tey úrslit, sum tú fært og tey sambond yú knýtir. Møtir tú menniskjum við opnum sinni og trýrt, at tey vilja tær tað besta, ja so eri eg eisini sannførd um, at tú nær teim bestu úrslitunum Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2019? At skara framúr, læra og gerðast enn betur😊 sum starvsfólk, mamma, kona, vinfólk, granni, føroyingur, heimsborgari Gudmundur Joensen, leiðari á Ítróttar­ háskúlanum í Vági Hvussu var 2018 fyri teg? 2018 var fyri meg eitt spennandi og gott ár, eitt slag av "stabiliserings ári" kann man siga. At fáa familjulívið og krevjandi starvið at ganga upp, hevur merkt árið. Eitt gott ár! Hvat var besta upplivingin í 2018? Tað er torført at taka eina serstaka burtur úr rúgvuni, tí tað vóru heilt nógvar góðar upplivingar, tá yngsti sonurin tók fyrstu fetuni stendur sum eitt gott minni og tá vit klatraðu uppá Bárardrang stendur eisini sum ein ógvuliga góð uppliving, men sum heild nógvar góðar upplivingar serliga við konuni og børnunum. Hvat var keðiligasta uppliving í 2018? Tá yngsti sonurin setti ein bita í hálsin, tað var ein ræðulig kensla teir 2 min tað stóð uppá, men til alla lukku endaði tað væl. Hvat var mest umráðandi lærdómurin í 2018? Raðfest tað tú vilt væl, og gev tær stundir til tað. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2019? Persónliga havi ikki hasi árligu málinum, hugsi mest at liva væl í núinum og gera mítt besta har eg eri og ikki taka tingini ov tung. Í starvinum havi eg tó sum mál, at bomba Fótbólts akademii í framdrift. MÍTT 2018 MÍTT 2018