hósdagur 27. desember 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
4
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Vodafone eitur nú Hey
-Vodafone Føroyar er farið í søguna, og avbjóðarin á
føroyska telemarknaðinum eitur nú Hey. Nógvar spennandi
broytingar eru fyri framman. Føroyska telefelagið hevur
stórar ætlanir fyri framtíðina, og kundar kunnu vænta
sær eina enn betri og meira nærverandi tænastu, bæði á
netinum og í persónliga sambandi við Hey. Nýggi samleikin
stuðlar uppundir hesar ætlanir, skrivarði Hey í sambandi við
samleikaskifti.
10 ár við einum valdømi
Løgtingsvalskipanin við einum
valdømi hevur nú 10 ár á baki. Tað
var til løgtingsvalið 19. januar í
2018, at føroyingar fyri fyrstu ferð
høvdu høvið at velja ímillum øll tey,
sum stillaðu upp á løgtingsvalinum
kring alt landið.
Januar:
Á ovastu hædd í gamla Landsbanka
bygninginum Yviri við Strond, hitta
vit Høgna Hoydal. Her hevur hann
havt tilhald mest sum alt døgnið,
meðan hann hevur arbeitt við nógv
umrøddu fiskivinnunýskipanini.
Eftir sera drúgva viðgerð og
fleiri umgangir í tinginum, bleiv
hon beint undan jólum samtykt við
18 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Síðani hevur umsitingin arbeitt
mest sum út í eitt fyri at fáa kunn
gerðir lýstar og øll onnur viður
skifti upp á pláss.
Familjan hevur lyft meg
Stríðið seinastu tíðina hevur merkt
Høgna Hoydal, bæði í sinn og skinn.
- Hildur viðmerkti nú á jólum, at
eg var klænkaður aftur. Tað fekk
eg so sjón fyri søgn, tá eg fór upp
á vektina, eg eri lætnaður 10 kilo
seinastu tíðina, greiðir hann frá.
- Stríðið hevur verið hart. Eg
havi til tíðir verið niðri í djúpum
gjáum, tá harðast hevur leikað á.
Tá havi eg leitað mær orku hjá fam
iljuni og politiska baklandinum, í
vissuni um, at hetta hevur verið
eitt felags mál, at onnur hava sett
sítt álit á, at vit fóru at fremja hetta
í verki, sigur Høgni Hoydal.
Hann er tó greiður yvir, at tað
ikki einans er hann, sum hevur
havt toyggið stríð av hesum.
- Eg havi støðugt ringa sam
vitsku og ampa av, hvussu nógv
trýst eg havi lagt á egið bakland
og ikki minst á starvsfólkini her í
Fiskimálaráðnum. Tey hava arbeitt
sera hart bæði árini, eg havi sitið
sum landsstýrismaður og kanska
ongantíð harðari enn nú seinastu
dagarnar undan jólum og millum
jól og nýttár, tá kunngerðir, loyvir
og fyriskipanir skuldu fáast upp á
pláss áðrenn 1. januar, greiðir lands
stýrismaðurin frá.
Tá atkvøðugreiðslan til triðju
viðgerð nærkaðist hetta týskvøldið
í desembur, byrjaði áhoyrarapláss
ini at fyllast. Hildur, kona Høgna,
hevði verið har meginpartin av
degnum, men nú løgdust tey aftrat,
systurin, vinfólk, dótturin og lítli
abbasonurin.
- Eg bleiv sera rørdur av stuðlin
um, sum eg fekk undir triðju við
gerð. Tað er altíð tað, sum ber, tá
tú ert longst niðri. Eg eri heppin
at hava fólk rundan um meg, sum
hava drigið meg upp aftur, tá eg
havi verið niðri í djúpastu gjáum.
Tey hava lyft meg upp, tá tað hevur
sæð svartast út. Bæði familjan, vin
fólk og politisku floksfelagar eiga
sín part í hesum, sigur hann.
- Eg irði meg um, at eg ikki havi
megnað at vera líka aktivur í sam
skiftinum við onnur sum áður. Til
dømis havi eg nærum ikki verið
á Facebook seinastu árini og har
liggja allarhelst túsundtals ósvarað
boð og bíða í boðklivanum. Eg havi
ikki megnað at samskift nóg væl
við fólk, so eg má nýta hetta høvi at
Eg eri heppin at hava fólk rundan um meg,
sum hava drigið meg upp aftur, tá eg havi
verið niðri í djúpastu gjáum. Tey hava lyft
meg upp, tá tað hevur sæð svartast út,
sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
- Eg havi
verið í
djúpum
gjáum
Føroyskar
kvinnur
tora ikki at
trína fram
- Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta
#MeToo frámerkið á sína vangamynd
á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at
trupulleikin við kynsligum ágangi er
minni í Føroyum enn aðrastaðni, men
samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra
fyri spurningum og gitingum, og vilja
ikki vera sæddar sum offur. Harafturat
óttast tær fyri at verða skírdar sum
erkvisnar grátukonur, sigur Elin Brimheim
Heinesen, sum sjálv ivaðist nógv, áðrenn
hon setti #MeToo frámerkið á sín vanga.
Verkfallið
hjá pedagog
unum av
Eftr fimm vikur í verkfallið funnu
Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið eina
semju, og tann 14. januar var verkfallið
sostatt av.
Mugu
ongantíð
enda í slíkari
støðu aftur
- Nú mugu vit fáa eina óhefta nevnd,
sum skal taka støðu til, hvørji undantøk
skulu gevast í einum verkfalli fyri at
tryggja, at lív og heilsa ikki verður
sett í váða aftur, sigur Edvard
Heen, stjórin í Almannaverkinum, í
kjalavørrinum av verkfallinum hjá
Pedagogfelagnum. Sambært stjóranum
í Almannaverkinum vóru lív og heilsa hjá
veikastu brúkarunum sett í váða undir
verkfallinum hjá Pedagogfelagnum.
- Vit mugu sjálvir vakna og verja
okkara kyn. Vit skulu aldrin góðtaka
svínskan atburð, vit skulu altíð verða
høvisk móti hvørjum øðrum, og vit skulu
altíð uppføra okkum sum fólk. Men
menn eru menniskju og menniskju gera
feilir.
- Sveinur Tróndarson
um #MeToo rørsluna
JAN
2018
- Eg havi ikki so tætt samband við
USA longur, og eg havi slept nógv av
mínum amerikanska lívi. Einki er heim
fyri meg, men eg kenni meg bestí
Føroyum, og eg og familjan hava tað
best her.
- Joel Coel,
trælistamaður, sum seinastu seks árini hevur búð í Føroyum.