Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað hevur leingi verið væntandi, at Krist­in Michelsen í øllum førum ikki slapp at stilla uppaftur fyri Javn­að­ar­ flokk­in. Men tað tók sína tíð, til Javn­að­ar­ flokk­ur­in tordi at taka endaliga støðu og koyra hann úr flokkinum. Sum ikki einaferð, so er tað politikkur og tak­tikk­ur, sum forðar. Tað hevði giv­ ið lands­stýr­i­num trupulleikar, um Krist­in Mich­el­sen varð teittur úr flokk­i­ num áðr­enn farið var inn í seinasta árið hjá lands­stýrinum, tí so var vandi fyri, at fleiri mál ikki vórðu samtykt. Løgmaður segði í nýggjársrøðuni, at Javn­að­ar­flokkurin fekk ikki Kolturs­ steypið fyri vakrasta róður. Tað hevur ver­ið himmalrópandi skomm, so illa ting­mann­ing­in hjá Javnaðarflokkinum hev­ur virk­að, og har hevur Kristin Mich­el­sen borið prísin. Har hevur verið morð og brandur og hóttanir frá fyrsta degi. At tað mátti fáa ein enda er sjálv­ sagt. Vit kunnu siga, at Javnaðarflokkurin hev­ur verið úti um tað sjálvur, tá hann al­tíð glaðbeintur tekur ímóti fólki úr øðr­um flokkum. Tað vil so vera, at um per­són­arnir ikki hava somu hugsjón, sum flokkurin, ella um tey fylla so nógv í sjálv­um sær, at tey halda seg sjálvan hava størri týdning enn flokkurin, so end­ar galið. Tá rýkur samhaldsfesti fyri sjálv­hátíðarligheit. Hetta er tó ikki bara ein trupulleiki í Javn­aðarflokkinum, tað eru so mong dømi um tað í øðrum flokkum eisini sein­astu árini. Tó hetta var ikki gamalt. Hetta er nakað, sum er komið eftir at tað gerast politikari gjørdist so ego­sen­ trer­að, sum tað bleiv um aldarskiftið og hev­ur verið síðani. Men júst tað at onnur fólk eru farin úr øðr­um flokkum kann vera orsøkin til, at Aksel V. Johannsen og hansara mann­ing klárar at sigla millum skerini, tað sum eftir er av valskeiðnum. Magni Laksa­foss hevur atkvøtt við sam­gong­ uni, tað fer hann kanska at gera – og hvør veit, kanska hann verður á lista­ num hjá Javnaðarflokkinum afturfyri? Skuldi Aksel V. Johannesen fingið nakað steyp, so skuldi tað júst verið fyri at duga væl at sigla millum skerini og royna at gera øllum til vildar. Tað kann eisini vera ein politisk dygd. Steyp fyri at sigla millum sker Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 4. JANUAR 2019 – Eg stúri ikki fyri einum komandi vali og stuðli tí avgerð, sum er tikin, sigði Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suð­ur­oy­ar Norðara Javnaðarfelag við in. fo í gjár. Høvuðspersónurin sjálvur, Kristin Mich­el­sen sigur, at Aksel V. Johannsen má greiða sær frá, hvat hetta snýr seg um. – Eg havi atkvøtt fyri hvørjum nikki og prikki hjá samgonguni uttan einum øl­upp­skoti. Annars havi eg ongantíð í lívi­num verið óloyalur yvir fyri sam­gong­ uni. Eg má fáa at vita, um eg enn eri limur í Javn­að­ar­flokkinum, tí eg havi ikki meld­að meg úr flokkinum. Um tað koma 500 suð­uroyingar og siga, at handan mann­in vilja vit hava á javnaðarlistan, skal so eitt harkalið sum situr norðuri í Havn avgera tað, hóast teir hava heimildina, spyr Kristin Michelsen. Suðlar løgmanni JAVNAÐARFELAGIÐ Les eisini blaðið á telefonini Odny Thomsen til minnis Nøvn síða 19 Minningarorð um Johannes Andreas Næs Nøvn síða 19 – Tískil skal eg við hesum boða frá, at ting­bólk­ur­in hevur tikið ta støðu, at Krist­in Michelsen ikki longur er partur av ting­bólki floksins í Løgtinginum. Soleiði sigur formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, í tíðindaskrivi. Hann vísir á, at Kristin Michelsen í januar boðaði frá alment, at hann ikki kenn­ir seg bundnan til at atkvøða sam­ an við Javn­að­ar­flokkinum, men tekur per­són­liga støðu frá máli til mál. – Henda støða ikki er haldgóð, sigur løgmaður. – Har­umframt hevur Kristin Mich­el­ sen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javn­að­a­r­flokkinum ikki kann góðtaka. – Tískil skal eg við hesum boða frá, at ting­bólk­ur­in hevur tikið ta støðu, at Krist­in Michelsen ikki longur er partur av ting­bólki floksins í Løgtinginum. Har­til hevur starvsnevndin hjá Javn­að­ ar­flokk­i­num tikið ta støðu, at Kristin Mich­el­sen ikki verður á listanum hjá Jav­n­að­ar­flokkinum til komandi løg­ tings­val, sigur formaður Javn­að­ar­floks­ ins í tíð­ind­askrivinum. Tað merkir, at Javnaðarflokkurin, sum á løgtingsvalinum 1. september í 2015 hevði eina framgongd upp á 7,3 pro­sentsti og fekk tvey tingfólk afturat, nú er á sama støði, sum áðrenn fram­ gongd­ina á valinum. Kristin koyrdur úr ting­bólki­ num hjá Javnaðarflokkinum Tað er líka vítt sum sítt hjá Javnaðarflokkinum. Á valinum 1. september í 2015 fegnaðust tey um, at flokkurin fekk tvey tingfólk afturat og vaks til 8. Nú eru tey aftur 6...