Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Hósdagin boðar løgmaður frá, at Kristin Michelsen er ikki longur partur av tingbólki Javnaðarfloksins og sleppur ikki á listan til komandi løgtingsval, boðar løgmaður frá Eg havi verið loyalur yvir fyri samgonguni, svarar Kristin Michelsen Mánadagin fór Hoyvíkssáttmálin úr gildi. Hann hevur verið í gildi síðan 2005 2017 endaði við ódnarveðri. Tað var upp til 55 m/s í støðum í landinum og fleiri skaðar blivu fráboðaðir Týsdagin legði ein grind beinini í Trongisvági. Grindin taldi 69 hval Gott nýggjár MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir hava oljufeløgini fingið í vinningsbýti síðstu 10 árini akfør eru í Føroyum 343 37.280 Týsnáttina byrjaðu vit upp á eitt nýtt ár og sum vant hevur heilsanin verið nógv at hoyrt seinastu dagarnar. Um nýggjár skrivar Sprotin: byrjan at nýggjum ári, áramót, ársskifti (eis. um ársins fyrstu dagar), á nýggjárinum; halda nýggjár; gott nýggjár; millum jóla og nýggjárs FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Um nakað Festir seg við røðuna hjá Aksel, so er tað Heini Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 - 13 m/s, sum um náttina minkar til 5 - 10 m/s. Mest skýggjað við møguleika fyri regni av og á. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.  Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 - 15 m/s, sum minkar og um kvøldið verður 5 - 10 m/s av suðri. Tað verður nakað av sól, men eisini einstøk æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 - 10 m/s, sum seinni snarar í ein sunnan og veksur til 8 - 13 m/s. Turt fyri tað mesta og skýggjað, men um kvøldið verður regn av vestri eitt skifti. Hitin um 8 stig. Um kvøldið snarar hann í ein vestan og veksur vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind 10 - 15 m/s. Tað klárnar av vestri við skiftandi skýlofti við einstøkum ælum, og møguleiki er fyri vátakava. Hitin millum 3 og 6 stig.  8-13 m/s 10-15 m/s Jólini eru farin afturum og vit eru komin inn í eitt nýtt. Nógv nýta høvi at geva nýggjárslyfti. Tey kunnu vera so ymisk, men mest vanlig er helst at fólk lova sær sjálvum at liva sunnari, røra seg meira og ikki viga so nógv, tá ið tey koma til jólini næsta ár. Venjingarmiðstøðirnar gleða seg til hesa tíðina. Tær vita, at tá ið hendan tíðin kemur, so streyma fólk inn. Øll eyka kilo, sum vit hava etið okkum til um jólahøgtíðina skulu avaftur. Vit kundu sjálvandi runnið úti, men okkara veðurlag er so háttað, at um veturin er tað høgligari at fáa sveittan út innandura. Ája! Veðurlagsbroytingarrnar síggjast meira og meira týðuliga. Granskararnir hava í mong ár sagt okkum, at soleiðis fór tað at vera, tí vit dálka so ógvusligt. At vit hava lýkku eini jól er sjálvandi ikki nakað endaligt prógv, men hyggja vit rundanum okkum í heiminum, so bendir alt á at granskararnir hava rætt. Ísurin smeltar og samlaði temperatururin í heiminum hækkar. Á seinastu veðurlagsráðstevnuni, sum var í Polandi søgdu vísindafólk heilt greitt, at tíðin er farin at ganga undan. Gera vit onki álvarsligt nú, so er vandi fyri, at vit ikki klára at venda ftur til tað, sum vit kalla vanligt veðurlag. Nú er nóg mikið tosað – nú má brótast upp um armar! Ája! Útlitini fyri hetta árið hava eisini fingið fólk at kjakast. Summi vænta, at hetta verður eitt gott búskaparligt ár, meðan onnur hevja fremsta fingur og siga, at trøini ikki vaksa uppí himmalin. Kvoturnar eru minkaðar eitt sindur og útlitini fyri at góði laksaprísurin heldur sær eru ikki heilt so góð, sum tey hava verið. Vit hava eisini sæð, at sjúka í alivinnuni kann stinga seg upp. Vandarnir eru nógvir, sjálvt um føroysku alibrúkini eru sloppin væl seinastu árini. Tey hava eisini í stóran mun duga at vart seg móti sjúku, men lúsin er enn ein trupulleiki. Ája! Fiskivinnunýskiupanin er partvís farin at virka, m en verri enn so allir partar eru implementeraðir enn. Tað bíðar vinnan eftir og nýtir høvi til at gera vart við ótryggleikan, sum hetta skapar. Val fáa vit í hesum árinum. Løgmaður avger nær, men tað skal í seinasta lagi vera 31.august. Onnur viðurskifti kunnu ávirka støðuna, so valið kemur í vár, tá ið vit eisini fáa eitt fólkatingsval. Hvussu er og ikki – tað nýggja árið er byrjað. Vit mugu duga at liva dagin og minnast til, at lívið er nú. Ikki í morgin ella næsta ár. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Samlaði landsskatturin í 2018 var 1.546.989.621 krónur 10-15 m/s