hósdagur 3. januar 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019
SOSIALURIN 1
27
Lærari
til Miðnámsskúlan
í Suðuroy
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir
tímalærara at byrja á skúlanum 1.
februar 2019. Vit søkja eftir lærara,
ið kann átaka sær at undirvísa í
hesum lærugreinum: Landafrøði
og støddfrøði. Talan er um umleið
trífjórðingsstarv í alt.
Møguleiki er at søkja um fast starv
næsta skúlaár.
Setanar- og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sam-
bært sáttmála millum Yrkisfelagið
Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til
Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønu-
dalur 2, 950 Porkeri ella sendast til
teldupostbústaðin: mis@skulin.fo.
Umsóknir við prógvum og CV skulu
vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 14. januar 2019 kl. 12.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@
skulin.fo ella á heimasíðuni www.
midnam.fo
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Hevur tú hug at marknaðarføra Tórshavn sum ein altjóða
vinnuferðavinnubý?
Starv innan
Vinnuferðavinnu
Les meira um starvið á visittorshavn.fo ella á starv.fo
Starvið, sum er eitt samstarv við Visit Faroe Islands, gevur tær
møguleika at arbeiða í einum spennandi og mennandi altjóða
umhvørvi, har tú fert at marknaðarføra Føroyar og Tórshavn, sum
ráðstevnu- og fundarbý.
Visit Tórshavn søkir eftir einum ídnum og kreativum verkætlanarleiðara
til vinnuferðavinnu, sum hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt
og operativt og sum brennur fyri at fortelja tær góðu søgurnar um
Havnina.
Hósdag 3. januar:
Hamburgarryggur · Stoktur medistari
Fríggjadag 4. januar:
Rivjasteik · Lasanja
Leygardag 5. januar:
Fleskasteik
Mánadag 7. januar:
Fiskafrikadellur · Bollar í karry
Týsdag 8. januar:
Royktur medistari · Kókað neytakjøt
Mikudag 9. januar:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00
Løgfrøðingur
til Føroya Kærustovn
Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1.
februar 2019 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova
hjá níggju kærunevndum, umframt
Høvuðsbarnaverndarnevndini og
Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði
fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og
viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøkið er breitt, so møguleiki verður
fyri at royna seg á ymsum økjum.
Um teg
• Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv,
cand. jur.
• Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt
og loysir uppgávurnar við góðum huga
og nærlægni.
• Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og
ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á
stendur.
• Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og
avbjóðandi starv.
• Góðar møguleikar fyri fakligari menning,
har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og
starvsfelagirnir eru dugnaligir.
• Spennandi avbjóðingar, har tú ert við
til at taka stórar, týdningarmiklar og
stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
• Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut
í mun til at tryggja rættartrygdina hjá
einstaka borgarunum.
• Løn sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya.
Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya
Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar,
ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard,
stjóra á tlf. 280585.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
7. januar 2019. Møguligt er eisini at senda
umsóknina til fks@fks.fo
FØROYA KÆRUSTOVNUR
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
Fo-110 Tórshavn
Tel:+298 320 585
fks@fks.fo
www.fks.fo