mánadagur 7. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 7
Bak
kast fyri
føroyskt
vinnulív
NØVN SÍÐA 9
Elin
ovast í
KVF
Sum siður er helt løgmaður sína
nýggjársheilsan
nýggjársaftan.
Tað gjørdi henna hátign Margreta
Drotning eisini, og tað gjørdi Lars
Løkke Rasmussen, forsætisráð
harri, eisini, um enn sum siður er
nýggjársdag.
Løgmaður heldur tvær røður til
fólkið um árið. Onnur er ólavsøku
røða løgmans, har hann leggur pol
itikkin hjá landsstýrinum fram – og
har tað sjálvsagt er upp á pláss við
viðmerkingum og atfinningum,
sum eisini siður er.
Men tað tykiskt beinleiðis barns
ligt, tá mótstøðumenn leggjast eft
ir nýggjársrøðuni hjá løgmanni
soleiðis, sum andstøðuleiðararnir
gjørdu í Kringvarpinum.
Sjálvandi skal andstøðan finn
ast at løgmanni, men tað skal
valdast. Serliga tá talan er um
eina nýggjársheilsan og ikki eina
politiska røðu.
Formaður
Miðfloksins
fekk
tað til, at løgmaður gjørdi upp við
vælferðarsamfelagið. Hann vildi
vera við, at løgmaður hevði broytt
støðu og at løgmaður nú segði, at
vit skulu gloyma tey fáu, sum ikki
hava tað gott. Vit skulu ikki tosa
um tey, men vit skulu bara vera
glað fyri, at tey flestu hava tað gott.
Formaður Fólkafloksins helt
løgmann vera grátikonu, og at
hann vildi hava miðlar og fólk til
bara at síggja tað positiva.
Formaður
Sambandsfloksins
helt vandan vera, tá hann tosar so
nógv um tað positiva, at løgmaður
kávar út yvir teir manglar, sum eru
– eitt nú at øll ikki fáa sjúkraviðgerð
til tíðina.
Formaður
Sjálvstýrisfloksin
helt, at hann skuldi tosa meira um
tað, sum samgongan ikki hevur
megnað.
Tað er løgið. Men tað er bara
soleiðis.
Politikarar
finnast
altíð at. Sjálvt um tað er ein
nýggjársheilsan, so standa fýra
vaksnir enn og finnast at royna
av øllum alvi at skjóta løgmanni
onnur motiv í skógvarnar, enn bara
tað at halda eina nýggjársrøðu.
Er tað so tí, at andstøðuleiðar
arnir í Føroyu eru serliga keðiligir?
Nei, tað er tað ikki. Svarið er so ein
falt sum tað, at politikarar eru verri
enn børnini. Teir skulu bara finnast
at. Um tað var Jørgen Niclasen, sum
helt nýggjársrøðuna, so vóru tað
tey, sum tá høvdu sitið í andstøðu,
sum á sama hátt høvdi sitið og
mistulkað tað, sum Jørgen Niclasen
hevði funnið fyri gott at hava í eini
nýggjársheilsan frá Føroya hægsta
embæti.
Tað hevði verið hugaligari at
hoyrt onkran fegnast um eina
heilsan frá einum mótstøðufólki.
Í roynd og veru er hetta bara spæl
fyri gallarínum.
NÝÁRSHEILSAN Í RANGASTRUPAN
Kristin loypa
í ísakalt vatn
fyri Jesus
Tíggjutúsundtals ortodoks
kristin lupu í gjár á ísakalda
blámam í ymsum vøtnum
og áum í Bulgaria. Orsøkin
var, at prestar við hesi vøtn
og áir høvdu kastað eitt
krusifiks í vatnið til minnis
um Jesu dóp.
Tað skrivar AP tíðinda
stovan.
Sambært siðum verður
tann, sum fær fatur á træ
krossinum
í
vatninum,
sleppa undan óndum and
um og verða frískur restina
av árinum.
Eftir
at
hava
funnið
krossin verða sproytar prest
urin tey trúgvandi við vatni.
Tiltakið er á hvørjum ári
á trettanda – 6. januar og
markerar at jólini enda.
/ritzau/
Á bláman fyri Jesus
Hevði verið hugaligt um
onkur fegnaðist um heilsan
Eins og í 2017 so var
Volkswagen eisini mest
seldi bilur í Føroyum í fjør.
Tað vísir uppgerð frá
Akstovuni, sum sigur, at
mest seldi bilur í fjør var
Volkswagen við 348 nýggjum
bilum.
Tað er eru 20 bilar fleiri,
enn Volkswagen seldi í 2017,
tá týska bilmerkið eisini var
mest seldi bilur í Føroyum.
Tað eru nú trý ár síðani, at
Toyota seinast var mest seldi
bilur í Føroyum. Síðani 2008
hevur Toyota seks ferðir
ligið á fremsta plássi. Annars
hevði Citroen nøkur góð ár,
og var mest seldi bilur í 2012,
2013 og í 2015.
Mest seldu bilmerkini
í Føroyum síðani 2008 eru
hesi:
2018 Volkswagen 348 bilar
2017 Volkswagen 328 bilar
2016 Toyota 315 bilar
2015 Citroen 311 bilar
2014 Toyota 310 bilar
2013 Citroen 301 bilar
2012 Citroen 225 bilar
2011 Toyota 154 bilar
2010 Toyota 147 bilar
2009 Toyota 121 bilar
2008 Toyota 208 bilar
10 tey best seldu bilmerkini
í fjør vóru hesi:
VOLKSWAGEN 348
TOYOTA 279
RENAULT 263
FORD 242
NISSAN 198
VOLVO 191
KIA 165
MITSUBISHI 130
SUZUKI 127
CITROEN 126
Volkswagen aftur
mest seldi bilur
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin