týsdagur 8. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2017 · Nr. 3
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Hóast stórar avbjóðingar, so er
landsstýrið at kalla komið ígjøgn
um valskeiðið, hóast brotasjógvar
nir hava verið nógvir.
Tvey val standa fyri durum. Tað
fyrra verður helst fólkatingsvalið,
sum í seinasta lagi skal haldast 18.
juni, men sum sambært siðvenju í
øllum førum verður einar tríggjar
mánaðir fyri ta tíð – helst verður
tað í mars, týsdagurin 19. mars
kundi verið eitt boð.
Løgtingsvalið
verður
helst
seinni. Tað skal í seinasta lagi hald
ast 31. august. Praktiskar orsøkir
eru at halda valið fyri summarfrí
tíðina, men enn hava vit ongan
tíð havt løgtingsval í Føroyum av
»praktiskum« ávum, so hví skuldi
tað verið ta hesaferð? Um ikki onk
ur álvarsligur snávingarsteinur fer
at vísa seg, so verður valið valla
fyrr enn seinast í august.
Løgmaður kann skriva tað
út ólavsøkudag, og tá kann tað í
fyrsta lagi haldast 26. august og í
seinasta lagi leygardagin 31. aug
ust, sum helst er besta boðið upp
á valdagin.
Spurningurin verður so, hvussu
valið fer at fella. Um samgongu
flokkarnir fara at klára seg, ella
um Aksel V. Johannesen verður
noyddur at geva Jørgeni Niclasen
lyklaranar til Tinganes.
Einki bendir á, at samgongu
flokkarnir ikki skuldu kunna hild
ið fram, um teir klára at telja upp
í 17, og heldur einki bendir á, at
møguleiki verður fyri eini fullveld
issamgongu millum Tjóðveldi og
Fólkaflokkin við Jørgeni Niclasen
sum løgmanni.
Tí eru helst bara tvey sannlík
boð upp á løgmann: Aksel V. Jo
hannesen ella Jørgen Niclasen. Sit
andi samgonga ella ein borgarlig
samgonga.
Ein annar møguleiki kundi verið
samgonga millum Javnaðarflokkin
og Sambandsflokkin saman við
Sjálvstýri ella Framsókn.
Skal tað eydnast Fólkaflokki
num og Sambandsflokkinum at
gerast størri enn Javnaðarflokkur
in og Tjóðveldi, so mugu teir vinna
slagið um Havnina. Har gekk illa
hjá teimum tá.
Fólkaflokkurin má stilla Ann
iku Olsen upp til løgtingsvalið – og
so má hon svíkja lyftið, sum hon
hevur givið um ikki at blanda bý
ráðspolitikk og landspolitikk sam
an. Tað kann gevur baksláttur.
Løgmaður fær uttan iva eitt
gott persónligt hál í Havn aftur
hesaferð – og taktikkurin við at
seta Heðin Mortensen í lands
stýrið kann eisini geva nakað.
Høgni Hoydal fær Tjóðveldinum
uttan iva nógvar atkvøður, men
Sambandsflokkurin má leita sær
valevni, sum kann taka kampin
upp í Havn.
Tann, sum vinnur slagið um
Havnina, hann vinnur løgtings
valið.
Borgarligir profilar í Havn
kunnu koppa samgonguni
SLAGIÐ UM HAVNINA AVGERANDI
Takið
av frá
faring
araldurin
BOZENA RASMUSSEN
KJAK SÍÐA 16
Hat
urstala
í adventu
KARIN KJØLBRO
KJAK SÍÐA 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nýggja politi
støðin í Havn fer
at kosta um 150
milliónir krónur
Gjáramorgunin
sóust
ar
beiðsfólk seta upp gyrðingar
kring gamla Sjóvinnubanka
bygningin við R. C. Effers
øesgøtu í Havn, sum danksa
Bygningsstyrelsen keypti frá
Tórshavnar kommunu fyri
sløkum tveimum árum síð
ani 41,5 milliónir krónur.
Endamálið við keypinum
er at hýsa politistøðini í
Havn.
Stór umbygging verður
gjørd. Alt verður tikið innan
úr bygninginum, og ein heil
hædd skal byggjast oman
á bygningin. Tað verður at
kalla bara múrarnir, sum
verða endurnýttir.
Sambært ætlanini skal
nýggja politstøðin standa
klár at taka nýtslu um hálvt
annað ár ella so.
Umframt tær 41,5 milliónir
krónurnar fyri keypið, skal
Bygningsstyrelsen nýta um
100 milliónir krónur at um
væla bygningin, sum verður
leigaður politinum í Føroy
um.
Nú kemur politistøðin
Stjórin á Klaks
víkar Sjúkrahúsi
takkar fyri seg
Norðlýsið visti í gjár at
siga, at Heri Ellingsgaard,
fyristøðumaður á Klaksvík
ar Sjúkrahúsi, ætlar sær úr
starvinum sum sjúkrahús
stjóri.
Við Norðlýsið sigur Heri
Ellingsgaard, at hann hevur
verið í starvinum í 35 ár og er
nú 63 ára gamal, og tí heldur
hann, at tíðin er búgvin at
takka fyri seg.
Víðari sigur hann, at hetta
er ein so mikið nýggj av
gerð, at hann enn ikki hevur
fingið svar frá Heilsu- og Inn
lendismálaráðnum um um
bønina um at verða loystur
úr starvi til várs.
Heri gevst eftir 35
ár á sjúkrahúsinum
Um hálvtannað ár er ætlanin, at løgreglan í Føroyum skal flyta inn í ein at
kalla nýggjan bygning – tá gamli Sjóvinnubankin er púra umvældur
Mynd: Álvur Haraldsen
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Heri Ellingsgaard ætlar sær úr starvinum sum
fyristøðumaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til várs