Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Tað verður neyvan soleið­ is, at Løgtingið fer at velja føstu nevndirnar av nýggj­um undan komandi løg­tingsvalinum. Hetta er ein spurn­ ing­ur, sum samgongan hevur viðgjørt, at tað er stað­fest, at Kristin Michel­sen, tingmaður, ikki longur er partur av sam­gonguni. Ásannandi, at ting­ maðurin av Tvør­oyri er formaður í rættar­ nevndini, umframt at hann er limur í fíggjar­ nevndini, tók spurn­ing­ urin seg upp um tað ber til at manna nevndirnar av nýggjum. Men sambært galdandi reglunum í tingskipanini, so er tað soleiðis, at um nevndir skulu veljast av nýggjum, so skulu allar nevndirnar veljast av nýggjum – ikki sum í hesum førum hevði verið upplagt, bert til rættar­nevndina og til fíggjarnevndina. Í grein 26 í stýris­ skipan­arlógini stendur, at løgtingsnevndir sita alt valskeið  Løgtingsins, uttan so er, at tingið við atkvøðu­greiðslu eftir áheit­an frá tingmanni ger av at velja nevndirnar av nýggj­um.   Valbólkar Vanligt er, at tá ið nevnd­ ir­nar verða valdar eftir eitt løgtingsval, so eru sam­gongan og andstøðan tveir blokkar, tá ið nevndi­rnar verða valdar. Tær verða mannaðir eftir lutfalli, alt eftir hvussu nógv­ar tingmenn hvør bólk­urin hevur. Tað hendir kortini eisini, at valbólkar verða skip­aðair serliga til nevndar­val. Til dømis var tað soeliðis eftir seinasta val, at Sjálvstýri gjørdi val­bólk saman við sam­ gonguni. Tað vil siga at tann bólkurin gjørdist mun­andi størri og fekk meirlutan í øllum nevndunum. Men sjálvt um man er samdur um at gera valbólk til nevndarval, so kann tað fáa avleiðingaar í politiska arbeiðnum. Í hesum føri hendi tað, at vinnunevndin var mannað soleiðis, at and­ støðan hevði fýra av sjey limum í nevndini. Tað vil siga Sjálvstýri og hin­ir andstøðuflokkarnir høvdu meirlutan í nevnd­ini. Bjørt Samuelsen, Bjar­ ni Hammer og Ing­olf S. Olsen um­boða sam­ gonguna í nevnd­ini, meðan and­støðu­ting­lim­ ir­nir Jógvan Skorheim, Jákup Mikkelsen Jørgen Nicla­sen og Bjørn Kalsø um­boða andstøðuna. At samgongan ikki hevur meirlutan í einari nevnd kann gera ting­ arbeiðið tyngri hjá sam­ gonguni, tí við meirluta kann andstøðan seinka mál­um og draga tey út, so tey ikki kom aftur í sjálvan tingsalin. Hvat kann henda Tingið er ikki saman í januar, men fleiri størri mál koma fytri seinni í vetur og í vár. Tí er tað sjálvandi ein fyrimunur fyri sam­ gonguna, at hon hevur meir­lutan í nevndum, har lógaruppskot verða beind í. Til dømis verður marg­ felislógin, sum er nýggja umhvørvislógin, løgd fram ein aav fyrstu ting­ døgunum. Hendan lógin verður beind í rættarnevndina, har altso fráfalni javn­ aðar­tingmaðurin, kristin Michel­sen, er formaður. Hann hevur higaritl um­boðað samgonguna saman við Ruth Vang, Ingolf Sólheim Olsen og Sonju Jógvansdóttir. Sonja Jógvansdóttir er ikki partur av sam­ gonguni, men er uttan­ flokka­ting­kvinna, men var partur av val­bólki­ num, tá ið nevndirnar vóru valdar og hon hevur stuðlað samgonguni. Í fíggjarnevndini hev­ ur Kristin Michelsen umboðað samgonguna saman við Helenu Dam á Neystabø, Paula Trond Peter­sen og Ruth Vang, sum er forkvinna. Fíggjarnevndin ar­ beiðir, sjálvt um ting­ið ikki er saman. Har­um­ framt er tað hon, sum skal viðgera fíggjarkarmarnar fyri næsta ár, tá ið teir verða lagdir fram í vár. Um samgongan skal velja nevndirnar av nýggj­um, so er sam­gong­ an ikki nóg stór til at fáa meir­luta í nevndunum. Tí er neyðugt at gera nýggj­ ar valbólkar og tað kann verða trupult, her stutt undan at nýval verður. Tí veelir samgongan vænt­andi at halda fram við somu nevndum, sum eru í dag. Nevndirnar á tingi ikki valdar av nýggjum Tað er ikki sanlíkt at nevndirnar í tinginum verða valdar av nýggjum, nú so stutt er eftir til val Kristin Michelsen, tingmaður, er formaður í rættarnevndini og partur av fíggjarnevndini Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna hevur stuðlað samgonguni øll árini Tað verður eitt alt ov stórt arbeiði at skipa nevndirnar av nýggjum við nýggjum valbólkum