Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað eru eini 320.000 fólk í Danmark, sum liva við sjúku­greiningini, krabba­ meini. Tað vísir nýggjasta árs­upp­gerðin hjá donsku Krabba­meins­skrá­set­ing­ ini, og tølini vísa eisini, at talið av fólki, sum liva við krabbameini, er veksandi. Tølini yvir fólk, sum liva við krabbameini, eru eisini størri í 2017, enn tey vóru í 2016. Fleiri yvirliva Í danska krabba­meins­ felag­num siga tey, at vøkst­urin í talinum eitt nú hongur saman við, at tað eru fleiri og fleiri, sum yvirliva við sjúkuni. Tað eru soleiðis fleiri, sum liva longri, eftir at tey hava fingið staðfest krabba­mein. Hin 31. desember í 2017 livdu 323.649 danir við krabba­meini, og tað eru 11.271 fleiri enn árið fyri, vísir ársuppgerðin fyri 2017. Nógvar ymiskar orsøk­ ir eru til, at fleiri og fleiri yvir­liva krabbamein. - Eitt nú eru nýggir við­ gerðarhættir komnir, og vit hava fingið sonevndar krabbameinspakkar og snarkanningarskipanir. Slíkt kann vera við­virk­ andi til, at krabbamein sum heild verður staðfest fyrr, sum eisini kann hava avgerandi týdning fyri at yvirliva sjúkuna, sig­ur fyrisitingarstjórin í danska krabba­meins­ felag­num, Jesper Fisker. Tað gleðir stjóran nógv at síggja, at fleiri danir liva longri, eftir at sjúku­ greiningin er vorðin stað­ fest. - Hetta vísir eisini, hvus­su týdningarmikið tað er, at peningur verður veitt­ur til gransking, so­ leiðis at vit alla tíð­ina gerast betri til at stað­ festa og viðgera krabba­ mein. Jesper Fisker vísir á, at tá fleiri og fleiri liva við krabba­meini, merkir tað eisini, at neyðugt er at syrgja fyri, at fólk kunnu liva eitt gott lív, og her er eisini neyðugt at taka hond um tey avvarðandi. Royking ein orsøk Í 2017 vórðu 42.779 nýggir tilburðir av krabbameini stað­festir í Danmark. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til árið fyri, tá talið var 42.574. Tøl hjá Krabbameins­ skrásetingini vísa, at vandin fyri at fáa lungna­ krabba sum heild er minkandi, men saman­ lagt er talið av fólki, sum vórðu rakt av lungna­ krabba í 2017, tó nakað størri enn í 2016. - Fyri menn er talið vaksið úr 2.357 uppí 2.402 – og fyri kvinnur úr 2.374 uppí 2.378 nýggjar til­ burðir. Samstundis er miðal­talið av nýggj­um til­ burð­um av lungna­krabba millum kvinnur næstan tví­faldað seinastu 25 ár­ ini, vísa hagtølini. Sagt verður, at hóast gongdin innan lungna­ krabba yvirskipað gong­ ur rætta vegin, eru her kortini stórar av­bjóð­ing­ ar – ikki minst, tí fleiri og fleiri ung aftur eru byrjað at roykja. - Týdningarmesta or­ søk­in til lungnakrabba er tubbaksroyking, og tí er tað framvegis avgerandi at seta fokus á royking, soleiðis at fleiri og fleiri sigarettir verða sløktar, sigur Jesper Fisker. Fyri­sit­ingar­stjórin vís­ ir á, at hvønn dag byrja 40 donsk børn og ung at roykja, og helvtin av hes­um halda fram við at royk­ja, til roykingin at enda kann gerast teirra deyði. - Hesi gongd mugu vit rætt og slætt steðga. Børn skulu ikki útsetast fyri tubbaksroyk. Prísirnir á sigarettum skulu upp, og tubbakið skal goymast burt­ur í handlunum, og vit skulu hava fleiri roykfrí øki. Málið er, at eingi børn og ung skulu roykja í 2030, sigur Jesper Fisker, fyrisitingarstjóri. Bróst og prostata Mest van­ligi krabba­ meins­for­m­urin millum kvinn­ur er bróstkrabbi, og talið av nýggjum stað­ fest­um tilburðum av bróst­krabba í 2017 var 4.872 og 4.860 í 2016. Millum menn er prostatakrabbi hin mest van­ligi, og her sæst eitt lítið fall í talinum av nýggj­um tilburðum frá 2017 til 2016. Talið fyri 2016 var 4.553 og í 2017 4.362 – ella ein mink­ing á umleið fýra pro­sent. Kelda: www.cancer.dk NÓGV LIVA VIÐ KRABBAMEINI - Týdningarmesta orsøkin til lungnakrabba er tubbaksroyking, og tí er tað framvegis avgerandi at seta fokus á royking, soleiðis at fleiri og fleiri sigarettir verða sløktar, sigur Jesper Fisker, fyrisitingarstjóri í danska krabbameinsfelagnum Mest vanligi krabbameinsformurin millum kvinnur er bróstkrabbi, og talið av nýggjum staðfestum tilburðum av bróstkrabba í 2017 var 4.872 og 4.860 í 2016 - Hvønn dag byrja 40 donsk børn og ung at roykja, og helvtin av hesum halda fram við at roykja, til roykingin at enda kann gerast teirra deyði. Hesi gongd mugu vit rætt og slætt steðga, sigur Jesper Fisker Jesper Fisker er fyrisitingarstjóri í danska krabbameinsfelgnum