Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bozena Rasmussen Í lesarabrævi mínum, sum eg herfyri skrivaði, vísti eg á, at pensjónistar faktisk fegnir ynskja at arbeiða, um tey fáa ar­ beitt til somu treytir sum aðrir arbeiðstakarar. Sum støðan er nú, loysir tað seg ikki hjá lág­lønt­um pensjónistum at arbeiða aftan á pen­ sjóns­aldur. Inntøka, ið fer uppum 61.900 kr, verð­ur mótroknað við heili 60 prosentum, og verð­ur arbeiðslønin eisini skattað. Á henda hátt fær pensjónisturin ein­ans umleið 24 kr til sín sjálvs av hvørjum 100 kr, sum han hevur í arbeiðs­inn­ tøku. At so lítið er eftir av arbeiðsinntøkuni hjá pensjónistum, sum royna at arbeiða at for­vinna pening, hevur við sær, at núgaldandi mót­rokn­ ingarreglur í okkara pen­ sjóns­lóg skunda undir pen­sjón­istar at arbeiða svart. Og tað kann ikki vera meiningin. Í DK er mótrokn­ ingars­pro­sentið í pensjónsviðbótini einans 31% og er mót­rokn­ingar­ fría inntøkuupphæddin mun­andi hægri enn í før­ oysku pensjónini. Aldur og arbeiði Aldur er ikki faktorur, ið av­gerð hvørt ein ynskir at arbeiða ella ikki, men er tað heldur heilsustøðan hjá tí einstaka, ið hevur størsta týdning tá um­ ræður arbeiðsvirkni á arbeiðs­marknaðinum. Generelt eru eldri fólk ikki so kropsliga slitin sum fyrr. Í dag eru størsti part­ urin av pensjónistum væl fyri bæði kropsliga og mentalt og hevur góð­ an arbeiðsførleika. Og ynskja flestu teirra at vera verandi á arbeiðs­ mark­naðinum, um rúmd er fyri teimum. Tað ið undrar meg er, at pensjónistar ikki verða “betragtaðir” sum arbeiðsmegi ella sum møgu­ligur partur av arbeiðs­marknaðaðinum. Hetta eru viðurskifti sum politikarnir skulu og mugu loysa, um arbeiðs­ marknaðurin skal kun­ na gagnnýta ta res­ sourcu av arbeiðsmegi, sum arbeiðsmegin hjá pensjónistunum er. Vert somu­leiðis at bíta merki í, at Búskaparráðið hevur viðmælt, at øll skulu ar­ beiða, um landið skal hava framgongd. Slulu pensjónistarnir gerast ein týðandi part­ur av arbeiðsmegini í landi­ num, er fleiri viður­skifti, ið mugu fáast í rætt lag. Mót­roknigarprosentið í pensjón­vi­ð­bótini má lækkast munandi og má mót­rokn­ingar­fría inn­ tøku­upp­hædd­in hækk­ast. Somu­leið­is ma lógin um sjúkra­dag­pengar broyt­ast soleiðis, at pen­sjón­ist­ar sum arbeiða kun­nu fáa dagpengar, tá teir gerast sjúkir. Eisini er tað um­ ráðandi, at rund­skriv frá 2013 hjá fíggjar­mála­ raðnum er frá­faringar­ aldur takast av, so frá­ faringaraldurin hjá tí al­menna ikki longur verður 70 ár, men eiga per­sónar, ið eru 67 ár ella eldri at verða mettir eftir arbeiðsførleikum og arbeiðsorku v.m. júst eftir sama leisti, sum tey, ið enn ikki hava nátt pen­sjónsaldur. Í privata vinnu­lívinum kann ein arbeiða til ein verður 90 ár, um ein hevur orku og hug til tess. Fráfaringaraldurin hjá landinum og kom­munun­ um eigur at verða tikin av Fráfaringaraldurin hjá ymsum fakbólkum og í ymsum pørtum av landi­ num er ymiskur. T.d. er fráfaringar-aldurin hjá tænastaumonnum 67 ár, meðan fráfar­ingar­ aldurin er 70 ár hjá funk­ tio­nerum og øðrum, ið hava fast starv hjá tí almenna. – Meðan hin­ vegin kommunurnar hava ymiskligan frá­far­ ingar­aldur, nakrar 70 ár, aðrar 67 ár, meðan onkur kommuna ikki havur nakran fráfaringaraldur yvir­høvur. Tær kom­ mun­ur, ið ikki hava nakr­an fráfaringaraldur, hava atgognd til eyka arbeiðs­megi. Í slíkum kommunum er aldur ongin arbeiðsforðing. Ný­ hugsan innan hetta øki betalir seg! Í dag hava fólk sum er farin um tey 75 árini nógv betur heilsu enn tey sum vóru 75 ár og eldri fyri 20 árum síðani. Generelt má metast, at tíðin er búgvin at burturbeina foðringar, sum tey eldri møta á arbeiðs­marknaðinum. Tí eigur løgtingið at sløjfa/uppheva frá­far­ ingaraldurin bæði hjá tí almenna og hjá kom­ mununum. Barður á Steig Nielsen, sum er næstformaður í Figgjarnevndini hjá Løg­tinginum, hevur skriva- í Sosialinum um problemið, men er enn onki broytt, tá um­ ræður at strikan av frá­faringaraldri ella tá umræður at minka­ mót­rokn­ingina í fólka­ pensjónini. Tað krevur mót at handla! Politikarnir skulu tora og ikki tiga! Karin Kjølbro Í Sosialinum hin 19. desember hevur for­ maðurin í Havnar fram­burðsfelag Hans Joensen ódámligt álop á landsstýriskonu Tjó­ veldis og á tjóðveldisfólk sum heild,"men tjod­veldi líkt unnar Sirið Sten­ berg ikki føroyskum lista­fólkifólkum nøkur fátækslig oyru...." , skrivar hann Ikki er ætlanin at gerast pennavinur við oman­fyrinevnda, men fá­vitska og ókunnleiki hansara um hesi viður­ skifti krevja eina rætt­ leiðing. Tað vóru føroyingar í Keypmannahavn, ið stovn­aðu Listafelag Før­ oya undir krígnum til tess at keypa list og at stuðla føroyskum listafólkum. Hetta eru somu fólkini sum seinni stovnaðu Tjóð­veldisflokkin og vóru verðandi har. Eisini eru tað tey, ið vóru eldsálirnar handan Lista­ savn Føroya, tá tað sá dagsins ljós. Tað er í 70-árunum, at Ólavur Michelsen, býráðslimur fyri Tjóð­ veldisflokkin í Havn, sum í samband við, at Eysturskúlin var bygd­ur, fekk sett í verk í Havn, at í samband við bygg­ing av almennum stovnum, skuldi avsetast pro­ sentpartur av íløguni til listprýðing, og soleiðis hevur verið síðani. Ólavur doyði brádliga í 1978 - 45 ára gamal, men Finnur Johan­sen, býráðslimir fyri Tjóðveldisflokkin hevði sama hugburð til list. Síðani er hetta vanlig praksis í samband við bygging av almennum stovn­um í Føroyum. Vit minnast nýføðingin hjá Hans Paula Olsen á Lands­sjúkrahúsinum og somuleiðis allan vegg­ in hjá Edward Fuglø í komuhøllini. Skúlar og røktar­heim bera boð um somu søgu. Og somu­leiðis er peningur av­settur til nýggja H-bygn­ingin á lands­sjúkra­húsinum, ið nú skal gerast til klandursmál vegna ókunnleika og sam­ vitskuloysi. Kundi nevnt nógv dømi aftrat um tjóð­ veldisfólk og virknan stuðul til listafólk - eisini úr egnum lumma, men skal avmarka meg til cand. polit. Sofus Olsen, ið var tjóðveldismaður alt sítt lív. Hann keypti nógva list - fyrst og fremst før­oyska. Hann bygdi arkitekt­teknað listasavn á Sandi (J.P.Gregoriussen teknaði og Articon bygdi) og gav bygdabørnum sín­ um hetta savn í 2005 við 110 listaverkum (Sands listasavn). Sofus og tey, ið undan gingu í Tjod­ veldi, eins og tey, sum eru komin aftaná, upp­ fata føroyska list sum týðn­ingarmiklan part av tjóðar­byggingini. Tá talan er um Novo Nordisk grunnin og teirra ynski um at byggja ein diabetis­stovn í Føroyum, so kenni eg ikki málið, men her er vert at hava í huga, at fleiri dømi eru um eitt nú í Danmark, at kommunur og stovnar hava sagt nei takk til gávur úr ymiskum grunn­um t.d. Mærsk Grunni­num, tí treytin var, at gávan einans var til íløgu og ikki til rakstur, tí móttakarin snøgt sagt ikki hevði ráð til rakst­ urin, ið var avleiðing av gávu­ni. At enda hetta: Danska Kristi­liga Dagblaðið skrivar 2. januar í ár, at danska heilivágsráðið, ið hevur til endamáls at rað­festa nýtt medisin, støðugt og ógvusliga verður álopið av ymiskum medisinalrisum, sum við hjálp frá navnframum og ríkum advokatfyritøkum royna at trýsta heili­ váðs­ráðið at raðfesta dýrasta heilivágin fram­um tað , sum er ódýrari. Formaðurin í heilivágsstýrinum legg­ur aftrat, at hjá heili­vágs­ risun­um ganga áhuga­ málini hjá parta­bræva­ eigar­unum fram­um sjúk­lingarnar. Haldi ikki vit skulu renna á leistum fyri slíkar oligarkar, og neyvan er nakar betur før fyri at handfara hetta enn júst landsstýriskonan. Eisini eiga vit at minnast til, at vit ikki longur hava kolligiala ábyrgdarskipan í landsstýrinum, men ministeriala ábyrgdar­ skip­an og tøkk og prís fyri tað. Arbeiðsførur aldur kontra fráfaringaraldur Haturstala í adventu DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á