Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 3. januar 2019 Áhugavert kjak hevur í seinastuni verið um kom­ munu­samanlegging. Kári Egholm Jacobsen, bý­ráðs­ limur í Runavíkar kom­ munu skeyt triðja jóla­dag upp at leggja kom­mun­ urnar kring Skála­fjørðin saman í eina kom­munu, ið kundi virka sum ein mótvekt móti Tórs­havnar kommunu. “Tann nýggja kommunan við meira enn 10.000 borgar­um um 10 ár ella??” var fang­andi yvirskriftin hjá vinnu­lívs­ manninum. Mótmæli hoyrd­ist síðani frá borgar­stjóra­ num í Eiðis kommunu, Jógv­an í Skorini, ið vísti á, at smáar kommunur saktans kunnu hava skyn­ samari rakstur enn størri kommunur. Hann vísti m.a. á, at Runavíkar kom­ muna hevur hægri skatta­ trýst enn Nes og Sjóv­ar kommunur. (Eiðis kom­ muna hevur enntá enn lægri skattatrýst). Meiningin hjá Kára Eg­holm Jacobsen er sera relevant og í grundini pro­aktiv, tí hann setur hol á eitt kjak, ið fer at gerast enn meiri átrok­ andi um nøkur ár, tá Skála­fjarðar­tunnilin er vorð­in veruleiki og Sand­ oyar­tunnilin er í gerð. Meiningin hjá Jógvani í Skorini ber hinvegin brá av einum reaktivum borgarstjóra, ið óttast, at Eiðis fer at missa sítt sjálvræði. Hetta er eisini eitt relevant sjónarmið, tí við størri kommununum vil rákið móti økisligari (regionalari) miðsavning styrkjast. Ein Skála­fjarðar­ kommuna vil natúr­liga miðsavnast kring Runa­ víkina, ein Norð­oya­ kommuna vil natúr­liga miðsavnast kring Klaks­ vík o.s.fr. Eiðis kom­muna hevur somu­leiðis rætt í, at ein saman­løgd Sunda- og Eiðis kom­mu­na hevði ført við sær ávísa miðsavning kring Streym­in. Kommunur fatast aftureftir, men lívið má livast frameftir “Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”, segði heimspekingurin Kierke­gaard á sinni. Mær tykist sum kommu­ nali geirin í stór­an mun er vorðin ein anakronisma, í hvus­su er í verandi líki. Sam­felagið er ikki tað sama í dag sum í farnu øld. Før­ oyar eru í dag eitt heilt annað samfelag, enn vit vóru í 1900 ella í 1950. Ja, Føroyar eru enn­tá munandi broyttar bara síðani kreppuna í 1990’unum. Í dag eru Før­oyar samanbundnar við tunlum, undir­sjóvar­ tunlum og góð­um, breið­ um vegum. Megin­part­ urin av landinum er í dag at meta sum ein stór­ur, samanhangandi býur. Verða Føroyar saman­ bornar við økið kring Keyp­mannahavn, sæst at Vágar, Streymoy, Eystur­ oy og Borðoy ikki strekkja seg longur út enn fingr­ar­ nir í “Stor­køben­havn”, har Sandavágur er sambærligur við Is­høj, Vestmanna við Høje Taastrup, Hósvík við Ballerup, Toftir við Gen­tofte og Klaksvík við Humle­bæk. Tá Sand­oyar­ tunnil­in kem­ur, er strekkið úr Havn til Skopunar ikki meiri enn ein túrur av Ráð­ hús­plássi­num út á Dragør. Veruleikin anno 2019 er, at meginparturin av føroyingum búgva í ein­ um rættiliga av­mark­ að­um øki. Veruleikin er tískil eisini, at okkara prakt­iski gerandisdagur er samanbundin tvørtur um tey kommunumørk, ið avmarka okkum. Kom­ mun­urnar høvdu eitt endamál, tá sam­felag­ið framvegis var sundur­ pettað í spjaddar bygdir og oyggjar. Í hund­raðára­ skeiðnum 1866 til 1967 høvdu vit kommunu­ sundur­spjað­ingar, ið góvu góða meining í mun til táverandi sam­felags­ bygnaðin. Síðani hava vit upplivað eina stóra infrakervis- og tøkni­ broyting av sam­felag­num. Longu tá Nes og Runavíkar kom­mun­ur fóru sundur í 1967, var samfelagsrákið vent. Vit hava síðani upp­ livað kommunu­saman­legg­ ingar og kommunal sam­ størv, ásannandi, at gamli kommunali bygnaðurin als ikki er tíðarhóskandi longur. Kommunurnar eru ein borgaratænasta, ikki eitt mál í sær sjálvum Enn eru gaman í orsøkir til at varðveita smáu kom­ munu­rnar. Serliga síðani val­dømini vórðu avtikin, tykjast kommunurnar sum ein síðsti skansi hjá bygdunum at verja seg móti miðsavningini av sam­felagnum. Jógvan í Skorini er gott dømi um borgar­stjóra, ið roynir at verja borg. Men ein onnur orsøk hjá borgarstjórum og bygdaráðslimum at varð­veita sínar komm­ unur er sjálvandi teirra egna valdspositión. Ein bygdaráðslimur í lítlari kommunu veit, at hann fær trupult at verða valdur í einari saman­ lagd­ari kommunu. Í stað­in noyðist hann at søkja ávirkan í einari stað­bund­nari nevnd. Ein borgar­stjóri í lítlari kommu­nu veit, at hann helst bert verður mein­ig­ ur býráðslimur í saman­ løgdu kommununi, tí fleiri onnur eru eru um boð­ið at gerast borgar­stjór­ar. Við øðrum orðum hava kommunurnar eitt ynski um at varðveita seg sjálvar fyri sína egnu skuld. Í øllum hesum mugu vit tó ikki gloyma, at kommunur ikki eru smá “kongs­ríki”, men almennir stovn­ar, ið skulu veita sín­um borgarum tæn­ast­ ur og vælferð. Neyðugt er at fasthalda, at kom­ mun­urnar eru til fyri at tæna borgarunum, ikki um­vent! Gaman í eru kom­munurnar framvegis “lokal­ir felagsskapir”, men hesin leiklutur er vorð­ in so minimalur, at hann í sjálvum sær er ein ov veik grundgeving fyri kommunala sjálv­ræði­ num. Kommunurnar í dag hava heilt onnur málsøki enn tær høvdu fyri hundrað árum síðani, ja bara fyri 50 og 25 árum síðani. Nú á døgum eru kommunurnar vorð­ar sonevndar “væl­ferðar­ kommun­ur”. Heldur enn at loysa lokalar, tekn­iskar uppgávur, er kjarnuuppgávan flutt til at veita borgar­un­um vælferð, t.d. barna­an­sing, skúla, kvøld­skúla, eldrarøkt o.s.fr. Nógvar av teknisku upp­gávun­um eru vegna stór­rakstr­ar­fyri­munir fluttar í landsumfatandi felags­skapir (IRF, SEV). Men eisini væl­ferðar­upp­ gávur­nar eru vorðnar so um­fatandi, at tær ikki kunnu loysast av smáu kommununum. Neyðugt hevur tí verið at stovn­seta økissamstørv, ið kunnu lyfta eldrarøkt, barna­ vernd, skúla o.s.fr. Bert fáar kommunur eru nóg stórar til at lyfta hes­ar uppgávur einsa­mallar. Umframt hetta eru nógvar av skriv­ stovu­tænastunum hjá kommununum av­last­ aðar gjøgnum væl­virk­ andi heimasíður og teldupostskipanir, har borgarin kann fáa ta kunning og ta hjálp, hon­ um tørvar. Heldur ikki um­sitingarligi nærleikin er longur ein grundgeving fyri kommunala sjálv­ræði­ num, kanska tvørt ímóti. Smáu korini gera jú váðan størri fyri vina- og kenn­ ingapolitikki. Hví ikki avtaka kommunurnar? Tað er kærkomið, at Kári Egholm Jacobsen hevur sett hol á tabu­evnið kommunu­saman­legg­ ingar. Við fólka­at­kvøðuni um nýggjan kom­ munubygnað í 2012 fingu vit eitt haldkjaft-bomm, ið effektivt køvdi kommunu­ saman­legg­ingar­gongdina, ið annars var komin væl áleiðis um tað mundið. Nú er tíð at koma víðari, serliga eftir at vit nú uppliva eina stóra infrakervisliga koll­ velting við Skálafjarðar- og Sandoyartunlunum, ið knýta enn fleiri borg­ ar­ar enn nærri saman. Hesir tunlar eru game- change’arar. Teir binda ikki bert Føroyar saman, men broyta fullkomiliga hvat Føroyar eru. Før­ oyar eru ei longur eitt spjatt oyggjaland, men í høvuðsheitum ein saman­hangandi býur við nøkrum einstøkum bygd­um/oyggjum, ið fella uttanfyri felagsskapin á “Megin­landinum”. Sum tíðin gongur fara kommunurnar í størri mun at kennast sum ein spennitroyggja hjá hvørjum einstøkum borgara. Ymiskar komm­ un­ur hava ymiskt skatta­trýst, ymiskar frá­dráttar­skipanir og ymiskt tænastustøði. Við øðrum orðum kann ikki longur sigast, at kom­ munurnar eru ein garant­ ur fyri einum jøvn­um vælferðarstøði millum føroyingar. Held­ur eru tær ein hóttan móti einum jøvnum væl­ferðar­støði. Nakrar kom­mun­ur eru ríkar og kunnu bjóða høgt tænastustøði um­framt lágt skattatrýst og høgan barnafrádrátt. Aðrar kommunur eru fátækar og mugu lækka tænastustøði og barna­frá­drátt, umframt at tær mugu hava eitt høgt skattatrýst. Borgarar í ávísum kommunum verða tískil revsaðir fyri nøkur viðurskifti, teir ikki hava stórvegis møguleika at ávirka – annað enn við at flyta. Hetta er institu­ tional­iserað órættvísi. Ein loysn er sum vera man at skipa eina holla kommunala útjavning, til dømis við innlendis blokk­ stuðli ella felags skatta­ innkrevjing. Við at avtaka kommurnar sleppa vit tó undan hesum kjaki, tí tá verður møgu­ligt at skipa væl­ferðar­tænasturnar í Før­oy­um eftir einum felags, sam­haldsfastum leisti. Eisini loysir hetta trupul­leikan við, at borgar­ar verða stavns­ bundn­ir í eini kommunu. Tá Skálafjarðartunnilin kem­ur, kann saktans hugs­ast, at tað er skilagott hjá toftakonu, ið arbeiðir í Havn, at koyra børn síni í barnagarð í Hoyvík. Tað kann eisini hugsast, at ein arbeiðsmaður úr Argjum, ið arbeiðir á Glyvrum, hevur fyrimun av at hava kommunulækna í Runavík. Vit kunnu eisini ímynda okkum, at ein gomul illgongd heima­ sand­s­kona verður koyrd á røktarheim á Sandi, tó at dótturin er flutt til Klaks­víkar at búgva. Tá hevði helst verið lættari, um gamla konan slapp á røktarheim í Klaksvík, so dótturin kundi vitja hana javnan. Nógv onnur slík dømi er um hvussu okkara vælferð ei longur passar í trongu smáu kom­mu­n­alu kassarnar. Eisini kann nevnast, at við kommun­u­saman­ legging kunnu vit eisini fáa eina skilabetri økis­plan­ legging. Sum nú er royna kommunur hvør í sínum lagi at finna loysnir til at stað­seta ídnað. Nógvar av hes­um loysnum eru sera óhepnar og gera seg inn á bústaðarøki ella umhvørvisperlur. Eisini eru dømi um, at kommun­ ur kappast móti hvørjum øðrum í royndini at fáa fyri­tøkur at staðseta seg røttu megin kommu­mark­ ið. Við færri ella ong­um kommunum kun­du vit hinvegin stað­sett mest dálkandi ídnað­in á nøkrum fáum, úrvaldum økjum, so­leiðis at bú­staða­røki og um­hvørvis­perlur sleppa undan royki, larmi og aðrari dálking. Fyri hvønn einstakan borgara hevur tað minni at siga, um koyr­ast skal eina løtu til arbeiðsplássið. Men fyri komm­unu­kassarnar hevur tað alstóran týdn­ ing, at virksemið er stað­ sett røttumegin kom­mu­ nu­mark. Av hesi or­søk hava vit seinnu ár­ini sæð nógva ídnaðar­menn­ing fara fram á sera óhósk­ andi støðum og á sera óhóskandi hátt. Vónandi fáa vit skjótt eina uppferð við sera óhósk­andi kom­munu­ bygn­aðin innan alt ov langa tíð. Hví skulu vit hava kommunur? Tá Skálafjørðurin er boraður ígjøgnum, eru fólkatungu økini í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Borðoy at meta sum forstaðir í “Stór-Tórshavn”. Vágaleiðin, Vestmannaleiðin, Sundaleiðin, Skálafjarðarleiðin og Eysturleiðin eru tá “fingrar” í hesum býi