Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 28. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 7 Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kallar tað eina grova reingjan av veruleikan, tá ið for- maðurin í Tjóðveldis- flokkinum leggur landsstýrið undir at føra hetz ímóti for- manninum í Búskap- arráðnum. Høgni Hoydal stendur fast við sítt HETZ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Løgmaður sigur seg vera skelkaðan av ákærum um, at hann saman við øðrum landsstýrismonnum skal hava ført hetz ímóti for- manninum í Búskaparráð- num. Tað var Høgni Hoydal, sum í einum munnligum fyrispurningi í løgtinginum kom við hesum ákærum. – Við løgmanni, varaløg- manni og landsstýrismann- inum í Fíggjarmálum á odda - væl stuðlað av fak- felagsformanni og sam- gongulimum - er ein ósak- lig og persónlig hetz førd móti formanninum í Bú- skaparráðnum, segði Høgni Hoydal í viðmerkingunum til sín fyrispurning. Jóannes Eidesgaard svar- aði fyrispurninginum í løgtinginum mikudagin, og hann vísti avgjørdur aftur, at hann hevði ført hetz ímóti Hermanni Oskarsson. Grovt Høgni Hoydal brúkti nakrar greinar í Sosialinum sum grundarlag fyri at siga, at landsstýrið hevði rikið for- mannin í Búskaparráðnum úr sínum formannssessi við at leypa á hann persónliga. Hetta vil løgmaður ikki hava sitandi á sær. – Eg haldi, at tað er ein grov reingjan av veruleik- anum at siga soleiðis, og eg má siga, at eg neyvan fyrr havi verið so skelkaður av eini ákæru sum hesari, sigur Jóannes Eidesgaard. – Eg havi hugt aftur ígjøgnum greinarnar, sum Høgni Hoydal sipar til, og har er eingin hetz av Her- manni Oskarsson at finna. Greinarnar snúgva seg hin- vegin um Tjóðveldisflokkin og Norðuratlantsbólkinum, og tað er einki galið í, at ein politisk fylking hevur meiningar um eina aðra, sigur løgmaður. Heldur fast um hetz Høgni Hoydal stendur fast við, at leiðandi politikarar hava ført hetz ímóti for- manninum í Búskaparráð- num, og at hetta hevur fingið hann at leggja frá sær. – Tá ið eg kalli tað eina hetz, meini eg við, at politikarar afturvendandi leggja eftir einum persóni fyri tað, sum hann er, sigur Høgni Hoydal. – Og løgmaður er eisini ein partur av hesum máli, tí tað er ússaligt av honum ikki at taka frástøðu frá tí, sum eitt nú Bjarni Djur- holm hevur ført fram í Sosialinum, og teimum ákærum, sum løgtings- menn endurtóku í tinginum mikudagin, sigur hann. Manipulatión og ósannindi Jóannes Eidesgaard, løg- maður, heldur, at formað- urin í Tjóðveldisflokkinum brúkar formannin í Bú- skaparráðnum í einum po- litiskum spæli, og at ákærurnar einki hald hava í veruleikanum. – Ákærurnar hjá Høgna Hoydal byggja allar á manipulatión og ósannindi, og tað er skelkandi, sigur Jóannes Eidesgaard. Høvuðspersónurin sjálv- ur, Hermann Oskarsson, hevur ikki lagt í at gera við- merkingar til fyrispurn- ingin ella kjakið í løgting- inum. Løgmaður ovfarin av ákæru um hetz Danska flogfelagið DAT vil sleppa at flúgva føroyingar til Danmarkar fyri prísir niður í 395 krónur. Vinnumálaráðið skal nú gera av, um serligu tilboðsprísirnir skulu verða loyvdir PRÍSKRÍGGJ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danska flogfelagið DAT leggur nú upp til rættiligt prískríggj á Føroyaleiðini. Flogfelagið fer at flúgva til og úr Føroyum um jóltíðir, og felagið ætlar at bjóða ein óhoyrdan tilboðsprís á leið- ini. Gongst sum DAT ætlar, verða prísirnir fyri ein ein- vegis ferðaseðil heilt niður í 395 krónur, og tað er púra óvanligt á leiðini til Dan- markar. DAT hevur longu fingið loyvi til at flúgva til Føroya og bjóða ein prís, sum er nakað lægri enn tann hjá Atlantic Airways, men flog- felagið flýgur við propell- flogfari, og flúgvitíðin er tí eisini nakað longri enn hjá føroyska flogfelagnum. – Vit hava roknað út, at fáa vit omanfyri 1.000 krónur í miðal fyri hvønn ferðaseðil, loysir tað seg hjá okkum at flúgva til Før- oya. Men vit vilja eisini lata eitt heilt serlig tilboð fyri ein part av setrunum, so føroyingar veruliga kunnu síggja, hvat lágprísflúgving er fyri nakað, sigur Jesper Rungholm, stjóri í Danish Air Transport (DAT). Prísur í botni Og lágprísferðaseðlar eru nakað, sum føroyingar rættiliga skulu hava smakk- in av upp undir jól, um tað stendur til DAT. Felagið hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at hava nakrar serligar – ja, óhoyrdar – tilboðsprísir á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn. Atlantsflog og Maersk hava áður havt serligar prísir fyri ferðir úr Føroy- um til Danmarkar beint undan jólum, og úr Dan- mark til Føroya beint eftir jól. Tann stóri streymurin av ferðafólki er annars hin- vegin, men fyri at fáa fleiri ferðafólk við, hevur tað verið roynt at bjóða serligar prísir á hendan hátt. Hetta vil DAT eisini sleppa at royna. Felagið ætlar at selja allar ferða- seðlar úr Føroyum til Dan- markar fyri jól fyri 895 krónur, og allar ferðaseðlar úr Danmark til Føroya eftir jól fyri sama prís. Harafturat vil felagið sleppa at bjóða ein part av ferðaseðlunum úr Føroyum til Danmarkar fyri jól fyri 395 krónur stykkið. – Vanliga bjóða vit 20 prosent av setrum fram til serligar tilboðsprísir, men á Føroyaleiðini vilja vit lata 25 prosent av setrunum til tann bíligasta prísin, um vit fáa loyvi til tað, sigur Jesper Rungholm. Undarlig støða Áðrenn DAT kann fara undir at bjóða ferðaseðlar fyri hendan prís, skal Vinnumálaráðið loyva prís- unum, og haðani er ikki svar komið enn. – Høvdu vit ætlað at gjørt nakað líknandi í Danmark, so var eingin forðing fyri tí. So gjørdu vit tað bara. Í Føroyum er støðan ein onn- ur, og tað kann tykjast eitt sindur undarligt, at tá vit vilja bjóða okkara kundum serliga góðar prísir, ja, so skal okkara kappingarneyti góðtaka tað fyrst, sigur Jesper Rungholm og sipar til, at Atlantsflog er eitt al- ment partafelag. – Eg havi tó varhugan av, at Vinnmálaráðið arbeiðir professionelt, tí okkara fyrsta umsókn var viðgjørd skjótt og væl, og tað kom ikki út, hvat felag vildi sleppa at flúgva til Føroya, sigur hann. Stjórin í DAT bíðar nú spentur eftir, havt Vinnu- málaráðið fer at svara teirra umsókn. – Nú skal tað standa sína roynd, um Vinnumálaráðið fyrst og fremst hugsar um brúkaran, ella um tað hugs- ar um føroyska flogfelagið, sigur Jesper Rungholm. Alt er ein roynd Í næstu viku kemur stjórin í DAT til Føroya at skunda undir eitt framtak her. Fe- lagið hevur fingið Flog-fe- lag Føroya at selja ferða- seðlar fyri seg, og tað ber eisini til at keypa ferðaseðl- ar á heimasíðuni hjá felag- num. – Í næstu viku komi eg til Føroya at tosa við tey, sum selja ferðaseðlar, og tá fara vit eisini at byrja okkara marknaðarføring, sigur DAT-stjórin. Í fyrstu syftu skal DAT flúgva til Føroya áðrenn og eftir jólini, og síðani skulu flogførini hjá felagnum røkja aðrar uppgávur. – Hetta er ein roynd, sum vit nú gera við Føroya- flúgvingini. Um fólk taka væl ímóti okkum, so eru vit sinnað at fara undir aftur flúgvingina í mars mánað, og vit ætla at kanna, hvussu brúkararnir eru nøgdir við okkum, eftir at vit hava flogið fyrstu ferðirnar, sig- ur Jesper Rungholm. Nú bjóðar DAT av í jólaresinum: Flúgv til Danmarkar fyri 395 krónur Hava selt 100 ferðaseðlar Stjórin í Danish Air Transport er fegin um móttøkuna, sum felagið hevur fingið í Føroyum. Hann sigur, at felagið hevur fingið nógvar teldupostar úr Føroyum, har fólk ynskja felagnum vælkomið. – Vit hava eisini støðugt fingið bíleggingar, síðani vit byrjaðu søluna.Vit eru komin upp á eini 100 seldar ferðaseðlar higartil, sigur Jesper Rungholm. Hann sigur, at felagið ætlar at gera sær stóran ómak við tænastuni umborð á flogfarinum, sum skal flúgva millum Føroyar og Danmark. Fyrsta ferðin verður tann 18. desember. DAT fer nú í holt við marknaðarføring í Føroyum, og felagið ætlar at selja ein part av sínum ferðaseðlum fyri óvanliga lágan prís Bókacafé á Hafnia Sum nakað nýtt, skipar Hotel Hafnia tann 1. desember fyri so- nevndari bókacafé í Hafnia Lounge. Bókacafé’in er fyrst og fremst ætlað sum eitt forum, har fólk kunnu hoyra um nýggjar útgávur. Tosa við onnur um, hvat tey meta er góður lesnað- ur, og kanska eisini eggja hvørjum øðrum til at fara undir at lesa onkra ávísa útgávu. Eisini verður tosað um sonevndar lesiringar. Umframt hetta fer Sólrun Michelsen at lesa nakað úr sínum egnu verkum, eins og Turið Kjølbro fer at tosa um bókina, Okk- ara millum. -jm Sloyfur fyri 44.500 kr. Í oktober mánaði hava stuðlar hjá felagsskap- inum, Bót til bata, selt eyðkendu sloyfurnar, sum síðani 1992 hava verið samheitið fyri átakið » »Set sjóneyk- una á bróstkrabba« Í tíðindaskrivi sigur felagsskapurin, at mál- ið var at náa eini sølu upp á 7.00 tkr., í lut- falsliga hevði svarað til tað, sum danir van- liga selja fyri. Tað vísti seg tó, at undirtøkan var væl betri enn so. Ikki færri enn 44.500 kr. vóru innkomnar, tá talt varð saman, og sum vera man, so er felagsskap- urin sera væl nøgdur um undirtøkuna. - Vit eru sera takk- som fyri ta vælvild øll hava víst okkum, og vilja av hjarta takka tykkum øllum bæði einstaklingum og handlum, sum hava selt fyri okkum, og øllum tykkum, sum hava stuðlað við at keypt sloyfuna. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hava gingið við sloyfuni, og á tann hátt verið við til at sett sjóneykuna á bróst- krabba, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum er sent føroysku miðl- unum. -jm 6. flokkur í Sørvágs skúla hevði ein øðr- vísi skúladag herfyri. Tey vitjaðu í atelier- inum hjá Ólavi í Beiti, har tey sluppu at royna teirrra kynstur sum lista- málarar SKÚLI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ikki færri enn 17 listamál- arar arbeiddu í atelierinum hjá Ólavi í Beiti í Sørvági herfyri. Næmingarnir í sætta flokki fingu eitt til- boð frá Ólavi um at koma at mála hjá honum. Næm- ingarnir fingu hvør sítt lørift, sum varð hongt upp á veggin, og so stóðu tey sum rættir listamálarar og mál- aðu hvør sín málning. Summi komu rættiliga langt við teirra arbeiði, meðan onnur ikki blivu liðug, men ein fyrrapartur varð nýttur til hetta, og alt eydnaðist væl. Flokslærarin Andras Henriksen sigur, at næm- ingarnir tóku væl undir við hesum, og tey vóru sera spent øll somul. Andras stúrdi kortini eitt sindur fyri, hvussu tað fór at verða. Um øll fóru at tíma, tí tað er ikki vist, at 17 næmingar tíma líka væl at mála. Men stúranin var púra óneyðug. Børnini hildu tað vera sera spenn- andi, og øll arbeiddu huga- góð. – Spenningurin lýsti av teimum, og eg fekk eygleitt tey á ein heilt øðrvísi hátt, greiðir hann frá. Frálíkt hugskot Ólavur greiddi teimum eitt sindur frá arbeiðinum og legði teimum lag á í byrj- anini, men síðani málaðu tey sjálvi. Andras væntar, at tey, ið ikki blivu liðug, fara aftur. – Hatta eydnaðist avbera væl, og eg vóni, at tey fara aftur, sigur hann. Atelierið hjá Ólavi liggur beint við síðuna av skúlanum í Sør- vági, so tað fer at liggja væl fyri hjá teimum næming- unum, sum hava hug til tess, at fara at gera máln- ingarnar lidnar. Andras heldur sjálvur, at hugskotið at fara at mála hjá einum listamálara er frálíkt, og hann tók undir við tí beinanvegin. – Tað er ikki so ofta, at vit hugsa í hasar banarnar. Vit fara ofta túrar til Havn- ar, men Listaskálin er helst ikki tað fyrsta, ið vit koma at hugsa um, sigur hann og heldur fram, at kanska júst næmingarnir í sætta flokki í Sørvágs skúla fara at tíma til eina rættiliga listafram- sýning, nú tey hava fingið eitt sindur av innliti í, hvussu slíkt arbeiði verður gjørt. Nógv verður gjørt í yms- um skúlum kring landið, fyri at næmingarnir skulu fáa øðrvísi skúladagar, og tað hevði sjálvandi borið til at hongt nøkur lørift upp í einari skúlastovu, men tað er ikki vist, at næmingarnir høvdu tímað so væl tá. - Júst hetta at skifta dagligt umhvørvi og koma inn í ta røttu atmosfæruna at mála hevði uttan iva nógv at siga fyri tey, heldur Andras Henriksen. Hvat børnini fara at gera við málningarnar, veit hann ikki, men summi av teim- um, sum hann hevur spurt, hava sagt, at tey fara at geva foreldrunum málningin. Næmingar í sætta flokki í Sørvágs skúla í ferð við at mála teirra egnu málningar í atelierinum hjá Ólavi í Beiti Mynd: Sørvágs skúli Tvíburðarnir Rannvá og Rúna livdu mitt í verðini, tá tær sluppu at royna síni kynstur sum listamálarar Áðrenn næmingarnir byrjaðu at mála, greiddi Ólavur í Beiti teimum frá arbeiðsgongdini, tá ein málar Mynd: Sørvágskúli 17 blaðungir listamálarar C M Y K 7 6