týsdagur 8. januar 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. desember 2019 · Nr. 3
ROYNDIR OG SERKUNNLEIKA – VIÐ VIÐSKIFTAFÓLKINUM Í MIÐDEPLINUM
Smidligar loysnir innan framleiðslu, bústaðir,
skrivstovu og mannskapsbingjur. Set teg í samband við
okkum fyri nærri kunning um okkara loysnir fyri Føroyar
SERBINGJUR
Vit sniðgeva tína loysn!
info@dc-supply.dk
www.dc-supply.dk
+45 70 23 13 80
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál og persóns- familju og arvarætt og veitir
landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Almannamálaráðið
søkir eftir tveimum fulltrúum
Uppgávurnar fevna breitt, m.a. at ráðgeva
landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í
tvørgangandi samstarvi, at tilevna lóg ar uppskot
og uppskot til kunngerðir á máls økinum hjá
Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum
frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Al manna málaráðnum.
Serliga verður talan um at arbeiða við upp gávum
innan bústaðarmál, altjóða sáttmálar og persóns-,
familju- og arvarætt, men eru størvini ikki
avmarkaði til hesar uppgávur.
Talan er um størv í einum spennandi politisk um
umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna
arbeiða undir einum ávísum trýsti.
Førleikar
Annar fulltrúin hevur løgfrøðiligt embætis prógv
(cand. jur.) og hin fulltrúin hevur við kom andi
samfelagsliga útbúgving, t.d. stjórn málafrøði,
samfelagsfrøði, løgfrøði ella bú skap arfrøði.
Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna,
eru eisini vælkomin at søkja.
Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift
og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur
politiskt tev og áhuga fyri sam felags viðurskiftum
sum heild.
Tú tímir og dugir væl at samstarva og sam skifta
bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/-
ur fyri at arbeiða undir einum ávís um trýsti. Tú ert
til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað
fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og
í toymi.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøð inga-
felagið. Setanin fevnir um Almanna mála ráðið og
stovnar undir tí, umframt Løg mansskrivstovuna
og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal send-
ast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á amr@amr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 22. januar 2019, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf.
734060 ella umvegis teldupost á
marjun.magnussen@amr.fo.
KOM Í
FORSKÚLA!
Skúlin á Argjahamri hevur eitt frálíkt forskúlatilboð. Í
forskúlanum verður bygt á teir lunnar, ið eru lagdir í
heimi og dagstovni, og er forskúlin sostatt ein brúgv
millum dagstovn og skúla.
Gerandisdagurin í forskúlanum er skipaður í samstarvi
millum pedagogar og lærarar, har leikur og spæl eru
týðandi partar av innlæringini. Arbeitt verður við
málmenning, rørslu, sosialum førleikum, børnini læra
týdningin av at samstarva, tey læra um náttúruna
og verða eggjað til at arbeiða við handaligum og
listarligum evnum. Stutt sagt verða børnini stimbrað
við øllum eginleikum, ið brynja tey til skúlalívið.
Børnini eru í forskúla fyrrapart. Seinnapart er
møguleiki fyri at fara í frítíðarskúla.
Les um forskúlan á Argjahamri her: sah.fo og um
Frítíðarskúlan á Argjahamri her: argjahamri.fo
Innskriving í forskúla og
frítíðarskúla er á torshavn.fo
Freistin er 16. januar 2019
Tá forskúlabørnini fara í fyrsta
flokk, hava tey framíhjárætt
til pláss í skúlanum og frítíðar
skúlanum, har tey hava gingið
í forskúla og frítíðarskúla
ANNIJANNI