Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge - Vestmanna Um vikuskiftið spæla mans­ lands­liðini í hondbólti hjá Før­oyum og Grønlandi tveir venj­ingarlandsdystir. Tann fyrri verður í høllini á Hálsi leygarkvøldið klokkan 20, meðan tann seinni verður sunnu­dagin klokkan 17 í Vest­ manna. Tað er altjóða frívika í hond­ bóltinum, tí HM í mans­hond­ bólti verður í Danmark og í Týsklandi komandi dagar­ nar. Tí hava Føroyar og Grøn­ land valt at spæla tveir venj­ ingarlandsdystir. Grønland í óvissu Landsliðsvenjari hjá Grøn­ landi er 50 ára gamli vestmenningurin Ingi Olsen. Hann hevur sínar avbjóðingar við at úttaka liðið og ikki minst, at spæla liðið saman. Nú er tó ein enn størri avbjóðing, sum grønlendingar ikki fáa gjørt so nógv ið. Í tveimum førum hevur altjóða hondbóltssambandið – IHF – deilt amerikansku undankappingina upp í tvey, so at Noður- og Suðuramerika eru hvør sær. Hetta bleiv fyrst kært, men nú er uppdeilingin staðfest. Amerikanska hondbóltssambandið, PATHF (The Pan-American Team Handball Federation) hevur vanliga trý pláss til eitt HM- endaspæl, men tey hava suðuramerikans lond fyri tað mesta vunnið. -Tað eru trý pláss og tey hava Brasil, Argentina og Kili vanliga vunnið, men tað ber ikki til at gera eina undankapping til Norðuramerika fyri seg, uttan at hava nøkur pláss til HM- endaspælið, sigur Ingi Olsen. Hann metir, at Grønland er fjórða besta liðið í kapping saman við Kuba. Trupulleikin við Kuba er, at ongin veit um teir møta upp til dystirnar. - Til kapping herfyr í Grønlandi hoyrdu vit so seint sum dagin fyri, at teir vóru á veg umvegis Russland. Tað vísti seg tó, at teir ongantíð vóru farnir avstað. Tað er eitt lukkað land, so tú veist ikki hvat fyri gongur, men teir eru góðir, sigur Ingi Olsen. Nú eru telvingin um treytirnar hjá tvídeilda PATHF farin í gongd. Undankappingin til HM 2021 byrjar skjótt, men enn vita grønlendingar ikki hvørjum teir skulu spæla í móti, ella hvussu nógv lond sleppa víðari. -Hetta er ein keðilig støða, sigur Ingi Olsen. Grønland avbjóðandi umstøður Ingi Olsen er til dagligt venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá VÍF, men er samstundis lands­ liðs­venjari hjá Grøn­landi. Tað skal eitt sindur av hepni til, fyri at fáa alt at ganga upp. - Eg eri í Grønlandi viðhvørt og havi annars hjálparfólk á stað­num. Tað eru ikki nógvir dystir og har eitt felag, sum væl sterkir enn hinir. Tá spælar­ar flyta til Nuuk, so endar allir í sama felagi, har flestu av landsliðsspælarunum eisini eru frá, fortelur vest­menn­ ingurin og leggur afturat: -Eg royni at samla spælar­ar­ nar, so vit kunnu hava nakrar góðar venjingar, men onkrir av teimu­m spæla í Danmark, har feløg­ini ikki altíð eru so sinnaði at lata teir frá sær, sigur Ingi Olsen. Væntar javnan dyst Ingi Olsen væntar ein javnan dyst millum Føroyar og Grøn­ land. Grønland var í Føroyum í fjør og spældi nakrar dystir m ó t i onkrum av før­oysku feløgunum. Hann heldur eisini fyri, at føroyska liðið er blivið sterkari. Fleiri spælarar hava altjóða royndir og spæla í útlandinum. Grøn­ land hevur fyrr havt fleiri spælarar í bestu rekkjunum uttan­lands, men tað sær ikki eins væl út í løtuni. -Føroyar og Grønland hava spælt nakrar dystir gjøgnum árini. Tað hevur altíð verið javnt og haldi næstan, at tað stendur á jøvnum millum londini. Millum annað verður nakrar spennandi dystir, har eg spældi sjálvur, sigur Ingi Olsen at enda. Útvarpsstøðin FM1 sigur frá báð­um dystunum. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur: Grønland og grønlendski landsliðsvenjarin, vestmenningurin Ingi Olsen, eru endaðir í einar margháttligari støður. Teir vita ikki hvørjum teir skulu spæla í móti, ella hvussu nógv lond koma víðari GRØNLAND Í ÓVISSU UNDAN LANDS­DYSTI Í FØROYUM