hósdagur 10. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Eitt løgið innslag í sjónvarpinum týs
kvøldið, har ein almennur stjóri gramdi
seg um, at løgtingslønin er so lág, at hon
er ein forðing fyri, at fólk í høgtløntum
størvum bjóða seg fram í politikki.
Løgtingsfólk eru lønt í lønarflokki 34
hjá tænastumonnum, sum er 40.459,50
krónur um mánadagin. Harafturat fáa
tingfólk skattafrítt ískoyti upp á 2.000
kr um mánaðin og eyka samsýning,
sum tey røkja formanssessir ella eru í
formansskapinum upp á 2.500 krónur
um mánaðin. Tingfólk uttan fyri Havn
ina fáa harafturat skattafrítt ískoyti at
ferðast til Havnar fyri – upp ímóti 7.000
krónur um mánaðin.
At siga at lønin ikki er kappingarfør
– og at talan er um hálvtíðarstarv at
vera tingfólk, er ógvuliga órímiligt. Væl
vita vit, at nógvir dagar eru, har tað ikki
er tingfundur. Men at vera tingfólk er
eitt starv allan sólarkringin, sum eisini
hevur annað í sær, enn at sita á fundi í
Løgtingssalinum.
At fáa góðar 40.000 krónur um mán
aðin er hjá teimum fleistu ein góð løn.
Ert tú í starvi hjá tí almenna, so er talan
um lønarhækking, fert tí í løgtingið, um
tú ikki hevur leiðandi starv.
Umframt tinglønina, so upptjena
tingfólk sær eftirløn munandi skjótari
enn vanligir lønmóttakarar. Eitt vanligt
tænastufólk hjá tí almenna brúkar 37
ár at upptjena sær fulla eftirløn. Eitt
tingfólk upptjenar sær fulla eftirløn
eftir 16 árum. Tað merkir 2,3 ferðir skjót
ari enn »vanlig tænastufólk« – ella slak
ar 8.000 krónur um mánaðin. Hetta skal
leggjast oman á lønina. Bera vit so sam
an við limir í arbeiðarafeløgunum, so er
himmalvíður munur. Tað sigur seg
sjálvt, at høgtløntir leiðarar í privata
vinnulívinum tjena meira enn løgtings
fólk – enntá tjena stjórar í almennum
partafeløgum fleiri ferðir so nógv sum
løgmaður og løgtingsformaðurin.
Jú okkara politikarar skulu hava
eina rímuliga løn. Men enn størri týdn
ing hevur tað, at politikararnir hava góð
fólk rundan um seg. Ert tú andstøðu
politikari, so ert tú verri fyri, tí tú hevur
onga umsiting av hjálpa sær.
Tað hevði sømt seg Løgtinginum at
styrkt tann partin av løgtingsarbeiði
num, so andstøðufólk eisini kundu
gjørt dygdargott lóggávuarbeiði við
teirri ráðgeeving, sum krevst til tess.
Hava ikki ráð at veljast á ting
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
11. JANUAR 2019
Mangt umbroytist á mansins ævi. Fyri
akkurát 20 árum síðani skrivaði Sosialurin
á forsíðuni, at løgtingsins vinnunevnd
segði nei til uppskot frá Finnboga Arge,
vinnumálaráðharra, um at loyva útlend
ingum at eiga upp til 49 prosent í føroysku
alivinnuni.
Í dag eru trý alifeløg í Føroyum. Eitt
eiga útlendingar 100 prosent, Marine
Harvest. Í einum ørðum eiga útlendingar
sera nógv, tí at føroyskir partaeiagar hava
selt sín part, eftir at
Bakkafrost fór á
virðisbrævamarkn
aðin í Oslo. Og tað
triðja, P/F Luna, er
føroyskt burturav.
Nei til útlendskar
pengar
ALIVINNAN 1999
Les eisini blaðið
á telefonini
Skiparin sum
tannlækni
Siðsøga 24-25
Fekk Sjúrð í jóla
gávu: Skriva sann
leikan Sjúrður!
Kjak síða 9
Enn er tíðin ikki búgvin til at taka støðu til
um Kristin Michelsen skal verða borgarstjóri
á Tvøroyri, ella um hann skal vera løgtings
maður. Tað gjørdi hann greitt á býráðsfundi
á Tvøroyri í mikukvøldið.
Tilsøgnin, sum býráðið gav honum at
røkja tingstarvið, varð tikin aftur á seinasta
býráðsvundi. Nýggi meirilutin vil hava, at
borgarstjórin bara røkir borgarstjórastarvið.
Á fundinum mikukvøldið gjørdi hann greitt,
at enn var støðan ikki búgvin til at taka eina
avgerð.
Kristin Michelsen hevur áður boðað frá,
at hann viðurkennur ikki, at Innlendismál
aráðið skal vera kærumyndugleiki í hesum
málið, sum tað annars er. Hann sigur, at
umboð fyri Kommunala Eftirlitið hava longu
sagt sína meining í miðlunum og tí tey tey
ógegnið at taka støðu til eina kæru.
Tískil hevur hann sent teimum skriv og
biðið tey finna eitt annað aðalráð til at við
gera eina møguliga kæru í málinum. Og á bý
ráðsfundinum í kvøld staðfesti hann, at enn
hevur Innlendismálaráðið ikki svarað. Hann
heldur somuleiðis, at eftir sum býráðið áður
hevur givið honum tilsøgn um at røkja bæði
størvini, hevur hann rætt til eina hoyrings
freist, áðrenn tilsøgnin verður tikin aftur,
men tað hevur hann ikki fingið.
Og samstundis ivast hann í um býráðið
hevur heimild til at taka tilsøgnina aftur.
Hann vísir til dómin fyrr í hesum vikuni í
sambandi við skúlabygnaðin í Sunda Komm
unu. Mentamálaráðið hevði givið kommun
uni heimild at skipa skipa skúlabygnaðin
upp á ein ávísan máta, men seinni tók Ment
amálaráðið tilsøgnina aftur. Sunda Komm
una stevndi og Rætturin kom til ta
niðurstøðu, at tilsøgnin kundi
ikki takast aftur.
Og hann heldur, at málið
um tilsøgnina til hann um at
vera bæði løgtingsmaður og
borgarstjóri, kann samanberast
við málið ímillum Sunda
Kommunu og Mentamálaráðið.
Sostatt hevur hann ikki
enn tikið støðu í mál
inum, og hann veit
heldur ikki, nær mál
ið verður búgvið at
taka støðu til. Tað
kann verða skjótt,
men tað kann
eisini verða
um drúgva
tíð, sigur
hann.
Ikki klárur at velja starv enn
– Eg skilji ikki, at fólk við manglandi vitan
kalla løgtingsarbeiðið eitt hálvtíðarstarv
Kaj Leo Holm Johannesen