sunnudagur 28. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
13
Í dag, 27. november 2004,
kunnu hjúnini Hjørdis og
Oddfríður
Gregersen
í
Syðrugøtu halda gullbrúd-
leyp.
Tey vóru vígd í Fugla-
fjarðar kirkju tann 27. no-
vember 1954 og brúdleypið
varð hildið í "Tip Top". Tey
fóru at ganga saman síðst í
1951.
Hjørdis Sofía Gregersen
er dóttir Petru Petersen f.
Magnussen, ættað úr Kolla-
firði og Sámal Petur Peter-
sen úr Fuglafirði. Hjørdis,
sum vaks upp í Fuglafirði,
er fødd 22. mars 1928 og er
sostatt 76 ár.
Oddfríður Gregersen er
sonur Sáru Gregersen, f.
Simonsen, ættað úr Norðra-
gøtu og Jóan Paula Greger-
sen úr Syðrugøtu. Odd-
fríður vaks upp í Syðrugøtu
og er føddur 1. februar
1928 og er eisini 76 ára
gamal.
Bæði vuksu tey upp í
heimum har fiskivinna og
handil merktu gerandis-
dagin. Í Fuglafirði varð
nógv reiðaravirksemi um-
framt handil og í Gøtu var
fiskavirki, útróður og ann-
að vinnuligt virksemi.
Hesin uppvøkstur hevur
uttan iva sett dám á teirra
lív. Í øll 50 árini, tey hava
livað saman, er inntøkan
komin úr sjónum, og altíð
úr virksemi har Oddfríður
sjálvur var arbeiðsgevari.
Hjørdis arbeiddi í nógv
ár á skrivstovuni og fekst
mest við at avrokna mann-
ingarnar á skipunum.
Samanumtikið kann sig-
ast, at tey hava havt eitt gott
og spennandi lív saman, tó
at onkuntíð hevur leikað á
tá úrtøkan úr virkseminum
ikki gav eftir vild. Hesar
truplu tíðir vunnu tey tó
altíð á saman, og sigast má
at væl er virkað, tá ein
hugsar um eitt gullbrúðar-
par við so stórari lívsgleði
og lívsneista.
Hjørdis gekk í Prelimi-
nerskúla í Havn frá 1943-
45 og síðan gekk leiðin til
Danmarkar á handilsskúla.
Eftir lokna útbúgving í
1947 hevði hon ymisk
skrivstovustørv í Danmark,
eitt nú hjá Dansk Esso.
Eftir
barnaskúlan
og
aftaná krígslok fór Odd-
fríður til skips við sluppini
Boðasteinur og seinni við
koltrolaranum Krossteinur.
1948/49 var hann við
skúlaskipinum "Danmark",
og seinni var hann stýri-
maður við skúlaskipinum "
Georg Stage".
Áðrenn hann í 1950 fór á
stýrimansskúla í Havn, var
hann eisini við m.a. Kyrja-
steini og Jóannes Paturs-
son.
Endalig
skipsføraraút-
búgving var tikin í Keyp-
mannahavn í juni 1953.
Hjørdis og Oddfríður,
sum tá búðu saman, av-
gjørdu at koma heim til
Føroyar í 1954 at seta búgv.
Tey búðu í Fuglafirði til
1964, tá flutt var í nýbygd
hús í Syðrugøtu.
Tey eiga 3 synir. Atli er
føddur í 1956, Páll í 1959
og Regin í 1963.
Tilsamans eru 9 ommu-
og abbabørn og 1 lang-
ommu- og langabbabarn.
Tey síðstu 50árini hava
øll verið merkt av stórum
og skiftandi vinnuvirksemi.
Umframt
virksemi
á
Fiskavirkinum, sum var
stovnað í 1929, var fiska-
mjølsverksmiðjan Fiska-
mjøl stovnað í 1954, nóta-
báturin Saturn var keyptur í
1964, sildavirkið Harenga
var stovnað í 1970, íðnað-
arskipið Sporið kom til
landið fyrst í 70-unum,
saltfiskavirksemið byrjaði í
1980, laksaaling í 1982,
umframt annað virksemi.
Oddfríður hevur umframt
tað vinnuliga virksemi, eis-
ini havt stóran áhuga í poli-
tikki og samfelagsviður-
skiftum annars.
Hann sat í Gøtu komm-
unu frá 1970 til 1984. Hann
var formaður øll árini.
Fleiri kenna hann frá
Føroya Abeiðsgevarafelag,
har hann var í nevndini frá
1968 til 1993. Hann var
formaður síðstu 11 árini.
Heimið í Syðrugøtu hev-
ur verið ein tryggur karmur
um uppvøksturin hjá syn-
unum og hevur altíð staðið
opið fyri familju og vinum.
Hvør minnist ikki 2. jóla-
kvøld tey síðstu mongu
árini, har øll familjan í
báðar ættir møtist til hugna
og góðan mat. Vónandi
orka tey at halda fram í
nógv ár afturat við hesum
tiltaki.
Dagurin verður hildin
saman við børnunum við
familju og systkjum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðing
18. nov 2004 fingu Mirjam R. og Marni Olsen, bæði
úr Tórshavn, tvíburðar. Tveir dreingir. Annar vigaði
2800 g og var 49 cm langur og hin 2300 g og var 47
cm langur. Teir hava fingið navn og eita Heðin og
Hjalti.
18. november fingu Maiken og Remi Hammer,
Hvalba, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4050 gr.
18. november fekk Brynhild Lisberg, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigðaði 3540 gr.
18. november fingu Randi Simonsen og Karsten
Jespersen, Norðdepli, ein son. Hann var 50 cm
langur og vigaði 3100 gr.
19. november fingu Hanna og Hilmar Sam Lam-
hauge, Glyvrum, ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 2900 gr.
19. november fingu Esther og Sveinur Thomasen,
Miðvági, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
4500 gr.
19. november fingu Katrin og Magni á Lakjuni,
Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði
4725 gr.
20. november fingu Magnhild Midjord og Jónleif
Bólstein, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3500 gr.
20. november fingu Durita Johansen og Hans Jákup
Andreasen, Streymnesi, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3500 gr.
20. november fingu Durita á Heygum og Jákup
Andreas Lamhauge, Vestmanna, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði 4250 gr.
22. november fingu Andrias Højgaard og Sigrun
Jógvansdóttir Hansen, Toftum, ein son. Hann var 45
cm langur og vigaði 2650 gr.
22. november fingu Bergljót og Hans Vang, Tórs-
havn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3950 gr.
24. november fingu Anna Joensen, Toftum, og
Jónhard Joensen, Strondum, eina dóttur. Hon var 50
cm long og vigaði 3015 gr.
24. november fingu Svanna og Livar Nysted,
Hvannasundi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3900 gr.
25. november fingu Marjun og Artur Johansen,
Strondum, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3600 gr.
25. november fingu Sóley Mikkelsen og Jógvan
Sigurd Poulsen, Skála, eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3600 gr.
Dagurin
27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður
umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir
av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu.
28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn
meint verður við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga í
tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda
tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnfram-
ur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára
gamal.
29. november. Saturninus. Fleiri halgimenni við
hesum navni eru knýttir at degnum, men helst halda teir
talan vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í
Fraklandi, sum varð tikin av døgum um ár 257. Á grøv
hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig kirkja, sum í
miðøld var nógv vitjað av pílagrímum.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 28. november hava hjúnini Nanny og Kjartan Nielsen, Saltangará, gullbrúdleyp. Opið hús verður í
húsunum hjá eldrafelagnum Nón, Torvgøta 2, Runavík, frá kl. 13.00-18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hjørdis og Oddfríður Gregersen gullbrúdleyp
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Prógv
Guðrun Margretha Johannesen, Tórshavn, hevur tann 25. november lokið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur frá
Viborg Sygeplejeskole.
Leygardagin 27. november
verður
havnarmaðurin
Meinhardt Arge 80 ár.
Meinhardt var føddur í
1924 og sleit barnaskógv-
arnar í Tróndargøtu við
Rabarbukvarterið í Havn.
Foreldrini vóru Malla Jo-
hannesen, ættað úr Vest-
manna og Óli Arge, ættað-
ur av Argjum. Systkini
vóru fimm í tali, Niels Juel,
Hanna,
Meinhardt,
Jo-
hannes (Hannis) og Maria.
Brøðurnir eru farnir, með-
an systrarnar liva enn.
Tá lærutíðin á Líknar-
ráðnum var av, fór Mein-
hardt í Sjóvinnubankan, har
hann millum annað ar-
beiddi undir Torsteini Pet-
ersen, Sølvsten og Ras-
musi Olsen. Eftir 18 ár í
Sjóvinnubankanum gjørd-
ist hann bókhaldari hjá
S.H.J. Radiohandil hálvan
dag, meðan hann brúkti
restina av arbeiðstíðini í
virkinum hjá pápanum í
Gundadali, har lunnar vóru
lagdir undir verkstaðið og
bilasøluna Auto Service.
Meinhardt giftist í 1948
við Onnu-Lisu, sum kom úr
Skive í Jútlandi. Tey bygdu
í Fríðrik Petersensgøtu og
fingu børnini Inger, Gunn-
leyg Finnboga og Árna,
sum øll búgva í Havn uttan
Gunnleyg, sum býr á
Fredriksberg. Lisa doyði í
1982. Nøkur ár seinni gift-
ist Meinhardt uppaftur við
Tóru Frisdahl, og bygdu tey
úti í Havnardali.
Á ungum árum var
Meinhardt kendur fyri sítt
góða fótbóltsspæl. Longu
14 ára gamal spældi hann á
1. liði hjá HB, og seinni
kom hann á landsliðið. Tá
hann fylti 24 ár í 1948,
skrivaði Ítróttartíðindini so-
leiðis:
"Í øðrum londum er tað
so, at ítróttarmenn ella -
kvinnur, sum skara fram úr,
vita, at ikki bert allir limir
innan felag teirra men
hópur av ítróttahugaðum
fólki kring landið fylgja
teimum í huganum við
góðum ynskjum, verja teir í
kjaki, ferðast langar leiðir
fyri at síggja sín mann,
standa í troki fyri at fáa
hendur á ítróttarbløðini so
síggjast kann, hvat onnur
halda um teirra "favorit"
o.s.f.v. Hetta er tað, ið
nevnt verður stjørnudyrk-
an, og sum er skaðiligt, tá
ov nógv verður gjørt av.
Vist er tó tað, at hesin sami,
sum veit, hvussu nógv
menniskju hava álit á
honum, hann eirir sær ikki -
ger sítt allrabesta hvørja
ferð - hann kennir ábyrgd-
ina.
Henda "dyrkan" er at
kalla ókend hjá okkum.
Kortini kunnu vit ikki
nokta, at Havnin er í tvín-
ingum - onnur helvtin fyri
HB, hin fyri B36.
Einstakilingar verða ikki
"dyrkaðir" her hjá okkum,
men Meinhardt Arge er um
at vera eitt undantak. Hann
skarar somikið fram úr við
sínum bóltkunnleika, fint-
um og treystleika, at skila-
fólk úr báðum áður nevndu
bólkum fylgja honum á
leikvøllum og frøast, sama
gera útlendingar, ið bera
eyga við leik hansara.
Meinhardt verður 27. no-
vember 24 ár, og vit ynskja
honum og HB til lukku og
mong góð ár enn á leik-
vøllum."
Meinhardt gjørdist und-
angongumaður innan før-
oyskt
bilvirksemi.
Tað
eydnaðist honum saman
við pápanum at flyta fyrsta
japanska bilin yvirhøvur
inn til Norðanlond. Bilurin
var ein Prince Skyline, sum
kom til Føroya í 1962.
Hetta var áðrenn verk-
smiðjan fekk navnið Dats-
un. Í dag eitur verksmiðjan
Nissan.
Meinhardt yvirtók Auto-
Service í 1978 og flutti
virksemið niðan á Háls.
Virksemið vaks skjótt, og
neyðugt var longu í 1982 at
byggja út. Í 1985 seldi hann
fyritøkuna til synirnar.
Stutt eftir komu kreppu-
árini, og hevði hetta við
sær stórar broytingar. Í dag
rekur elsti sonurin bilfyri-
tøkuna, sum heldur til við
Oyggjarvegin. Fyritøkan
eitur P/F Meinhardt Arge.
Meinhardt hevði sína
dagligu gongd á virkinum
til fyri nøkrum árum síðani.
Seinnu árini hevur hann
brúkt nógva tíð uppá ættar-
gransking og føroyska bil-
søgu, sum hann partvíst
hevur fest á blað.
Frá barnsbeini hevur
hann havt serligan áhuga
fyri seyðarhaldi. Síðani
sekstiárini
hevur
hann
eisini havt trøð í Havnar-
dali, sum hann framvegis
hevur stóra gleði av. Tey
seinnu árini er hon røkt
saman við yngsta soninum,
Árna.
Dagurin verður hildin
saman
við
nærmastu
familjuni.
Meinhardt hjá Bil-Óla 80 ár
Odvør á Lakjuni
50 ár
Í morgin, sunnudagin 28.
november, verður Odvør á
Lakjuni í Fuglafirði 50 ár.
Odvør er ættað úr Havnini,
men seinastu 27 árini hevur
hon búð í Fuglafirði.
Odvør er dóttur Herborg
og Gunnar Gunnarson, sum
búðu í Mattalág. Hon var
av Viðareiði og hann úr
Vági. Tey áttu fimm børn:
Sólva, sum býr í Esbjerg,
Inga og Jórun búgva í Hav-
nini, Gunnar býr í Klaks-
vík, og Odvør býr í Fugla-
firði.
Sum ung arbeiddi Odvør
í vøggustovu í Havnini.
Eftir at hon kom til Fugla-
firðar, hevur Odvør fingist
nógv við seyming av ym-
iskum slagi. Hon hevur
tikið skeið, og hon hevur
hildið skeið. Eitt nú hevur
hon havt vikuskiftisskeið í
ymsum plássum, og so
hevur hon eisini undirvíst í
kvøldskúlanum.
Odvør er við síni vinn-
andi medferð ein av teim-
um drívandi í Fuglafjarðar
Heimavirkisfelag,
sum
hevur útsølu í Piddasa
handli. Talan er um rættu-
liga virknan felagsskap,
sum selur fyri fleiri, ið gera
handarbeiði heima við hús.
Í
Ribarhúsi,
sum
var
pakkhúsið
hjá
Piddasa
handli, skipa tey fyri lista-
framsýningum av ymsum
slagi, og Odvør er eisini
uppi í tí áhugabólkinum.
6. august í 1976 giftist
Odvør við Jógvani á Lakj-
uni úr Fuglafirði. Tá gekk
hann
á
læraraskúla
í
Havnini. Hann var liðugur í
1977, og tá fluttu tey til
Fuglafirðar at búgva, og
har hava tey verið síðani.
Odvør og Jógvan eiga
fimm børn: Høgni, Bárður,
Rógvi, Herborg og Dánjal.
Høgni er giftur og býr í
Fuglafirði, og Bárður er
giftur í Leirvík, har hann
býr. Odvør eigur fýra
ommubørn - tríggjar gentur
og ein drong.
Týsdagin 30. november fyllir Magdalena Olsen,
vanliga nevnd Kellan, í Klaksvík, 75 ár.
Foreldur hennara vóru Henrikka og Theodor
Askham. Tey vóru átta systkin, harav trý eru á lívi:
Bergtóra, Helvig og Kellan.
Kellan giftist til Árna-fjarðar við Hans Andreas
Olsen, skipara. Tey eiga fimm børn: Olivar, Hen-
rikka, Kristoffur, Theodor og Lena. 23 ommu- og
abbabørn, og 5 langommu- og langabbabørn eiga
tey eisini.
Kellan var fyri tað mesta aleina við børnunum,
meðan tey vóru smá, tí maðurin var til sjós, men
hon hevði mammu sína búgvandi inni og ver-
mammuna við síðuna av, so tær hjálptust at.
Kellan arbeiddi í nøkur ár á flakavirkinum í
Árnafirði, síðan á bakarínum hjá Werner og í
mong ár vóru hon og maðurin virkin á Solo Deo
Gloria við teirra hjálpsemi og trúfesti.
Síðan maðurin gjørdist sjúkur og óhjálpin, og er
fluttur inn á Sambýlið í Klaksvík, hevur Kellan selt
heimið í Árnafirði og er flutt til Klaksvíkar, fyri at
vera nærri manninum.
Vit ynskja Kelluni hjartaliga tilukku og ein
góðan dag, og Guðs ríku signing í framtíðini.
x.
Magdalena Olsen
75 ár
Andlát
18. november
Margretha Arge Andreassen, vanliga nevnd Gugga,
Vestmanna, 72 ár
Thomasia Kjærbo, Sumba, 91 ár.
19. november
Jacobina Nysted Danielsen, Kvívík, 95 ár.
20. november
Anja Møller Larsen í Horsens, 42 ár.
21. november
Janus í Gong, Tórshavn, 57 ár.
23. november
Andrea Larsen, fødd Joensen, ættað úr Sørvági,
búsitandi í Roskilde, 89 ár.
Ásmund Thomsen, Norðagøta, 85 ár.
C
M
Y
K
13
12