hósdagur 10. januar 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. JANUAR 2019
SOSIALURIN 4
27
www.floghavn.fo
Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya
Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága
Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin
varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á
flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.
FÍGGJARLEIÐARI TIL VÁGA FLOGHAVN
Vága Floghavn sóknast eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast
gjørligt.
Starvið
Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Vága
Floghavn. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingar-
ligum uppgávum, bókhaldinum, hagtølum, við meira.
Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum.
Umsøkjarin
Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og royndir innan
fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð
leiðslu- og samstarvsevni og hevur teldukunnleika til vanligu
office forritini og Navision. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl
munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og
enskum.
Treytir
Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum
fyri persónligari og fakligari menning.
Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin
viðurskifti og menningina á Vága Floghavn.
Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran
og er partur av leiðsluni. Løn sambært avtalu.
Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Gudny Langgaard, stjóra, á
telefon 78 44 00, ella við at skriva teldupost
til gula@fae.fo. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum
í hendi seinast 13. januar
2019.
Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur
Viðmerkt: Fíggjarleiðari
Ella sum teldupost til
umsokn@fae.fo
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við