mánadagur 14. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÁRÐUR NIELSEN
KJAK SÍÐA 14
Bret
land hevur
brúk fyri
okkum
SÍMUN GULLAKSEN
KJAK SÍÐA 16
Avloys
araskip á
skánni
Summi okkara hava ein keðiligan
óvana altíð at seta spjaldur á fólk.
Hevur tú gjørt okkurt, sum
onkur heldur vera býtt, so skal tað
varpast út á geilar, tá høvi býðst.
Neyðars ungu fólk í Føroyum í
hesum døgum, sum fyrilitarleyst
leggja alt sítt lív út á Facebook og
Instagram, um framtíðar føroy
ingar fara at hava eins stóran huga
at karatermyrða fólk, sum Helgi
Abrahamsen, sambandsmaður, og
John William Joensen á Norðlýsi
num.
Hesaferð var tað formaður Bú
skaparráðsins, sum fekk toyggið.
Lýsingin hjá Norðlýsinum var:
»Aktivistur formaður í búskapar
ráðnum«. Og so greiðir blaðmað
urin í Klaksvík frá, at 30 ára gamli
Djóni Højgaard, sum landsstýrið
valdi í Búskaparráði, hevur verið
»sera aktivur uttast á reyða loys
ingarveinginum«.
Og hvat so, um ein loysingarmað
ur er formaður í Búskaparráðnum?
Og hvat so, um hann er 30 ár?
Dáragerðin hjá nýggja forman
ninum er sambært Norðlýsingum,
at hann tekur fullhjartaður undir
við kósini hjá búskaparfrøðing
unum, Kára Petersen og Jóannes
Jacobsen viðvíkjandi uppboðssøl
uni – og sum eitt tað ringasta, so
hevur hann sagt, at »sjúkrahús
verkið eigur at laga seg til broytta
samfelagsbygnaðin«.
Og so hevur hann eisini sagt:
»Kanska er tað trupult tí, at tað at
kalla er ókeypis fyri smærru økini
at tvíhalda um smáu kongaríkini,
og tá er lætt at niðurleggja veto...«
Ikki sørt heimføðislig lýsing av
manninum, sum skal geva lands
stýrinum ráð um búskaparstýring
ina næstu árini.
Um tað er skeivt at seta ein tjóð
veldismann í Búskaparráðið, er tað
so rættari at seta eina sambands
konu ella fólkafloksmann ella javn
aðarkonu?
Ella skulu vit undirmeta profess
ionellu evnini hjá fólki, alt eftir
hvønn flokk, vit gita, at tey stuðla?
Hetta er ein vandamikil leið – og
ikki sørt tollutur journalistikkur –
heldur enn at ringja til mannin og
spyrja hann og seta honum kritisku
spurningarnar.
Men sambandsmenninir kunnu
sova púra róliga – um so øll í Bú
skaparráðnum velja Tjóðveldi.
Tí tað er fullkomiliga líka mikið,
hvussu góð ráð Búskaparráðið gev
ur landsstýrinum: Tey lurta ikki
kortini. Politikarar vita kortini al
tíð meira enn »serkunnleikin« – og
tað er galdandi fyri politikarar úr
øllum flokkum!
Men tað er ein ljótur stílur at
seta fólk í bás og karaktermyrða
tey – tí tú heldur, at tey hava eina
ávísa meining. Hatt er ov býtt!
AT SETA SPJALDUR Á FÓLK
Í morgin, týsdagin, verður
ein søgulig atkvøðugreiðsla í
bretska Undirhúsinum, tá ið
tinglimir fara at atkvøða um
avtaluna ímillum bretsku
stjórnina og ES um treyt
irnar, nú Bretland fer úr ES
tann 29. mars
Er undirtøka ikki fyri av
taluni, fer Bretland úr ES
í mars uttan nakra avtalu.
Brexit,
sum
tað
vanliga
verður kallað, fær sera stór
an týdning fyri handils-
og
fiskivinnuáhugamál
í
Føroyum, og nú er tað greitt,
at tveir løgtingslimir, Bjarni
Hammer úr Javnaðarflokk
inum, og Jógvan Skorheim
úr Sjálvstýri, fara til London
at fylgja við.
Teir siga, at hetta er
fyri at verða so væl fyri
reikað til hesar søguligu
rembingar
sum
gjørligt,
og í hesum sambandi vera
Bjarni Hammer og Jógv
an Skorheim gestir í enska
undirhúsrinum
miku
dagin, har teir vera við í
spurnarumfarinum
hjá
bretska
forsætisráðharra
num, Theresu May, har hon
verður tráspurd um støðuna,
eftir at Undirhúsið antin
hevur góðtikið, ella vrakað,
avtaluna,
stjórnin
hevur
gjørt við ES.
– Hetland og Orknoyggjar
hyggja hendavegin, og eg
haldi tað vera áhugavert at
styrkja um sambandi við
hesi hesi bæði oyggjalondini,
sigur Bjarni Hammer í eini
fráboðan.
Í samband við vitjanina
í Bretlandi eru fundir eisini
avtalaðir
skotskar
poli
tikarar um Skotland og
Brexit. Eisini er ætlanin
at umrøða samstarvið við
Føroyar og ætlanin er eisini
at umrøða nýggju fólkaat
kvøðuna, sum helst verður
um loysing frá Onglandi.
Løgtingsmenn til London
at fylgja við Brexit
Ljótt at karaktermyrða tí
tær ikki dámar meining teirra
Eiga vit altíð at halda givin
lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum
í ávísum støðum kunnu og
kanska enntá eiga at verða
brotin? Kunnu vit aldrin
gera einum menniskja mein
ella pína tað?
Hetta eru nakrir spurn
ingar, sum vera umrøddir í
nýggja bóklinginum, sum
Etiska ráðið hevur latið
umsett og lagt á heima
síðuna
www.etiskaradid.
fo. Endamálið við bóklingi
num er at eggja og stimbra
kjakið um etiskar spurn
ingar, sum viðkoma okkum
øllum.
Etiskir spurningar eru
viðkomandi fyri okkum
øll og vit eiga at taka støðu
til hesar spurningar. Men
sjáldan er tað lætt at finna
einføld svar uppá etiskar
spurningar. Oftast koma
svarini í samrøðuni við
onnur. Bóklingurin lýsir
eitt nú hvussu til ber, við
etiskari útgreining, at koma
ávegis
til
vælhugsaðar
støður ella sjónarmið.
Umframt spurningarnar
omanfyri, verða m.a. hesir
spurningar umrøddir:
Er menniskja ónt ella
gott, frælst ella ófrælst,
ábyrgdarfult ella ábyrgd
arleyst,
skynsamt
ella
óskynsamt?
Eri eg sjálv/ur sinnað/
ur at geva einum sjúkum
menniskja lívgøgn míni?
Skulu avvarðandi sleppa
at taka avgerðina, um støð
an hjá tí deyða um vevnað
arflutning ikki er kend?
Hava
vit
tamarhald
og
ræði
á
tólmennum
(robottum)?
Hvønn verða tey nýggju
sløgini av tøkni ment til
frama fyri og hvør fær
atgongd til teirra og hvør
fær nyttu av teimum?
Hvussu skal meginregl
an um sjálvsavgerðarrættin
brúkast, um ein sjúklingur
hevur skerdan førleika til
sjálvur at taka avgerð.
Etiska ráðið vónar, at hesin
bóklingur kann vera til
gagns fyri lesaran.
Nýggjur bóklingur
um etikk
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin