Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Seinastu dagarnar hevur ávíst kjak verið um løgtingslønir og løg­tings­ ar­beiði. Onkur heldur, at løg­tings­ løn­in er so lág, at hon eggjar ikki leiða­ndi fólki í privatu vinnuni at stilla upp til løgtingsval. Her man vera tikið í so rívan til. Løg­tings­lønin er ikki av hægstu løn­um í landinum, men hon er ein høg løn. Hjá vanliga fólkinum eru 40.000 krónur ein góð løn – og hav­andi sera munagóðu eft­ir­løn­ar­ skip­an­ina í huga, sum gevur t­ing­ fólki fulla eftirløn upp á slakar 25.000 krón­ur um mánaðin eftir at hava ver­ið á tingi í 16 ár, so er lønin slett ikki so galin. Vit hava ofta hetta við at finn­ ast at pol­itikarum fyri at vilja kráma sum mest til sín sjálvs. Tað er eisini lætt at skjóta eftir teim­ um, tá teir sjálvir áseta sína egnu løn. Sjálvandi skulu politikarar hava góð­a løn – men alt skal valdast. Tað skal heldur ikki vera so­leið­ is, at vit bara fáa fólk á ting, sum gera tað fyri pengarnar. Løgtinsformaðurin segði við Sos­i­alin mánadagin, at tað at vera løg­tings­fólk »er eitt rættiliga væl lønt starv, men hugsjónir og heið­ urin at tæna fólkaræðinum eiga at telja meiri enn lønin«. Og rætt hevur hann í tí. Hann hevur eisini rætt, tá hann sig­ur, at »tingfólk skulu ekkaleys kunna velja at vera løgtingsfólk burturav, uttan at stúra fyri inntøkuni«. Men tá tað er sagt, so hevur tað eisini týdning, at tingfólk ikki hava øðr­vísi lønartreytir, enn vanliga fólk­ið hevur. Tí hvør orsøk er til, at ting­fólk skulu hava lutvísa nógv hægri pensjón enn vanliga fólk­ið? Er tað ikki bara ein kam­u­fler­að lønarhææking, sum har­um­framt kostar lands­kass­a­num nógv­ar peng­ar í tæn­ast­u­mann­a­pen­sjón­ um? Ólíka reiðiligari hevði tað ver­ ið, um eftirlønin hjá tingfólk varð broytt, eins og hon er hjá lands­ stýr­is­fólki soleiðis, at tey fáa eina fasta upphædd, t. d. 15 prosent, í eft­ir­lønargjaldi oman á lønina. Tá eru tingfólk javnsett við vanliga fólkið. Tað er í lagi, at tey fáa hægri løn enn onkur annar. Men treytirnar skulu vera tær somu. Tað hevur stóran týdning, at politikarar ikki sveima hægri enn vanliga fólkið og missa jørðforbindilsi. Tað skulu vera somu treytir til løn, eftirløn, ferðing og alt annað – enntá til parkering. Vit mugu ikki gloyma, at pol­ it­ik­arar eru fólksins tænarar – og ikki fólksins harrar. Skilja tey sjálvi tað, so er nógv vunnið Politikarar eru fólksins tænarar – ikki fólksins harrar HEIÐURIN AT TÆNA FÓLKINUM Vit loysa í­búð­ar­ tørvin MARIN KATRINA FRÝDAL TÍAÐRGREIN SÍÐA 20-21 Petur Knudsen til minnis NØVN SÍÐA 26 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seinastu vikurnar hava tveir før­oyskir sangarar verið á skíggja­num í sambandi við X Fact­or sangkappingina, sum TV2 nú skipar fyri. Talan er um upp­tøk­u­ royndir, har hundraðtals sang­ar­ar í øllum aldri bjóða seg fram. Dánjal Lisberg og Rut Brend hava staðið framm­ an ­fyri teimum trimum dóm­ ar­u­num, og bæði stóðu seg so væl, at tey sluppu víð­ari í kappingini. Tað er fram­vegis langur teinur til bein­leiðis sendingarnar, tá ið kapp­ing­ ina av álvara byrjar. Tveir føroyingar í X Factor Fólkatalið í Føroyum veksur støðugt, og tann 1. desember var tað 51.312 – tað er ein vøkstur á sløk 900 fólk upp eitt ár. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya. Burðaravlopið var 285 fólk, og nettotilflytingin var heili 613 fólk. Fráflytingin úr Føroyum hevur ikki verið so lág í næstan 40 ár, og tilflytingin hevur ongantíð áður verið so stór, sum hon var frá 1. desember í 2017 og eitt ár fram. Tilflytingin setur met Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Fyrrverandi fót­bólts­spæl­ar­ in Todi Jónsson fer at hava ven­j­ingar í Havn fríggja­dag­ in og leyg­ardagin. Hann bjóðar ungum fót­ bólts­spæl­arum miðvallar- og á­lops­venjingar. Talan verður um fót­bóltslegu í tveir dagar fyri spæl­arar í aldrinum 11-12 ár og 13-14 ár. Á leguni læra spæl­ar­arnir um at avslutta, venda, renna í brotsteigin og ann­að. Pláss er bert fyri 10 spæl­ arum í hvørjum ald­urs­bólki. Harafturat fáa tveir mál­ menn møguleikan at lut­taka ókeypis. Todi Jóns­son var í fleiri ár fremsti før­oyski fótbólsspælarin, og hans­ ara gylta tíðarskeið var sum á­lops­spælari í danska stór­ felagnum FC Keyp­mann­a­ havn. Todi bjóðar servenjing í Havn Todi Jónsson fyrrverandi fótbóltsspælari Samstundis sum fólkatalið í Førouym støðugt veksur og ongantíð hevur verið so stórt, sum tað er nú, minkar fólka­talið í sunnara parti av land­inum. Nýggj uppgerð hjá Hag­stovu Føroya vísir, at 12-mán­aðar skeiðið fram til 1. des­ember í fjør, minkaði fólka­talið í Sandoynni og Suðuroynni. Øll hini øk­i­ni í landinum høvdu fólka­ vøkstur. Minkingin í Suð­ uroynni o­g Sandoynni var ikki stór – hon var ávikavist 0,5% og 0,6%. Sunnari partur minkar