týsdagur 15. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Nú mugu vit í hernað
ímóti teimum sum
smugla rúsevni
RÚSEVNI Hetta er tað mest óhugnaliga álopið á ungar føroyingar, og vit hava mist
tamarhaldið á støðuni, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður
Áki Bertholdsen
– Vit kunnu ikki bara sita
hendur í favn, tí nú má okkurt
gerast fyri at basa misnýtslu
av rúsevnum í Føroyum.
Tað sigur Jenis av Rana, løg
tingsmaður fyri Miðflokkin.
Hann sigur, at nú í vár fer
Miðflokkurin tískil at leggja
uppskot fyri Løgtingið um at
gera
ein
tilbúgvingarætlan
fyri rúsevni. Fremsta enda
málið við uppskotinum er at
forða fyri at rúsevni verða
smuglað til Føroyar.
– Vit eiga at hava eina null
hugsjón á hesum øki, tí end
málið skal vera, at vit hava
eina rúsevnafríar Føroyar, sig
ur hann.
Altíð onkir umbering
Hetta er aðru ferð, at Mið
flokkurin leggur uppskot fyri
Løgtingið um eina rúsevna-til
búgvingarætlan.
Fyrru ferð var í 2015, men tá
fall uppskotið við einum braki,
tí endaliga úrslitið var, at bara
Sjálvstýri og Miðflokkurin at
kvøddu fyri tí.
– Tað vísir seg, at hóast allir
politikarar halda, at talan er
um eitt álvarsmál, gongur tað
ógvuliga strilti at vísa tað í
verki, heldur Jenis av Rana.
–
Tað
er
altíð
onkur
umbering fyri at lata vera við
at gera nakað. Antin er upp
skotið ikki tað rætta, ella er tað
ikki nóg mikið, og so víðari.
Gera ikki sama mistak aftur
Løgtingsmaðurin
fyri
Mið
flokkin sigur, at ein feilur við
tí uppskotinum var helst, at
tað var ov ítøkiligt, tí har varð
mælt til at øll skip, og øll flog
før, sum koma til landið, skulu
kannast, og tað hildu nógv løg
tingsfólk varð alt ov umfat
andi.
Men hetta mistakið fara teir
ikki at gera aftur og tí fer upp
skotið, sum verður lagt fyri
Løgtingið hesa ferð, ikki at
seta nøkur ávís krøv.
– Uppskotið verður rætt og
slætt at samtykkja at Lands
stýrið skal gera eina rúsevna-
tilbúgvingarætlan fyri Føroy
ar, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at tað eru nógv
ar meiningar um, hvat er tað
rætta at gera. Sjálvur er hann
ikki bangin fyri at viðganga, at
hann veit ikki, hvørji stig eru
tey røttu at taka, men tað er
nettupp endamálið við upp
skotinum, at tað skal leggjast
upp í hendurnar á Landsstýr
inum at finna út av, hvat er
rætt at gera.
Jenis av Rana sigur, at enda
málið við uppskotinum verður
sostatt at fáa landsstýrið at
seta ein arbeiðsbólk við ser
kønum fólkum á økinum at
leggja eina miðvísa ætlan fyri,
hvørji stig skulu takast fyri at
forða fyri, at rúsevni verða
smuglað til Føroya.
– Tað førir onga leið bara at
siga, at tey uppskot sum eru
frammi, ikki eru tey røttu. Men
so mugu vit finna út av, hvørjir
tær røttu loysnirnar eru, og
tað er hetta, vit nú vilja hava
Løgtingið at áleggja Lands
stýrinum at finna útav.
– Og tess leysari uppskotið
er orðað, tess verri er at finna
grundgevingar fyri at vísa tí
aftur, leggur hann afturat.
Hann sigur, at umframt at
leggja uppskot fyri Løgtingið
nú, fer stríðið ímóti rúsevnum
eisini at vera eitt mál í val
stríðnum hjá Miðflokkinum til
løgtingsvalið, sum verður í
seinasta lagi 31. august.
Eitt óhugnaligt álop
á okkara framtíð
Jenis av Rana sigur, at nú
kunnu politikarar ikki bara
sita upp aftur á longur, uttan
at gera nakað við trupulleikan.
Hann sigur, at tað tykist
sum um at tollarar og løgregl
an, hava mist tamarhaldið á
støðuni, tí tey, sum kenna til
hesi viðurskifti, siga, at rúsevni
eru rættiliga skjót at fáa fatur
á í Føroyum. Tey hava eisini
varhugan av, at nýtslan er
veksandi, samstundis sum at
tað eru fleiri og fleiri, sum eru
til avvenjingar.
– Og tað verða politikarar
noyddir at gera nakað við.
Hetta er tað mest óhugnaliga
álopið á okkara ungdóm, og
sostatt eisini á okkara framtíð,
leggur hann afturat.
Um
fimm
ár
skulu
eingi
rúsevni
vera í
Føroy
um
– Vit skulu seta okkum
sum mál, at um trý til
fimm ár skulu Føroyar
verða
fullkomiliga
rús
evnafríar.
Tað segði Kaj Leo Holm
Johannesen, løgtingsmað
ur, seinast, rúsevni vóru til
umrøðu í Løgtinginum.
Tað var stutt fyri jól, tá
ið Djóni Nolsøe Joensen,
tingmaður fyri Javnaðar
flokkin, spurdi Kristinu
Háfoss, landsstýriskvinnu,
um nøkur ætlan er um at
herða eftirlitið.
Kaj
Leo
Holmm
Jo
hannesen sigur, at møgu
leikarnir at smugla rúsevni
til Føroyar eru so avmark
aðir, at vit hava allar
møguleikar at gera Føroy
ar rúsevnafríar. Og málið
eigur at vera, at um trý til
fimm ár skulu Føroyar
vera rúsevnafríar.
Djóni Nolsøe Joensen
heldur, at brúka vit ikki
pengar upp á eftirlit nú,
skulu vit vera fullgreið
yvir, at vit noyðast vit
ístaðin at brúka pengar
upp á avvenjingar seinni.
Kristina Háfoss vísir á,
at í roynd og veru er tað
uppgávan hjá Taks at gera
av, hvussu tey brúka játt
anina, tey fáa á fíggjarlóg
ini, men hon hevur boðað
Taks frá, at stríðið ímóti
rúsevnum skal raðfesast
frammaliga.
Men her kann so leggj
ast afturat, at hóast allir
politikarar siga, at talan er
um eitt álvarsmál, er játt
anin til Taks á fíggjarlógini
fyri í ár, lækkað 550.000
krónur, úr 66,184 millión
um krónun, niður í 65,634
milliónir
Endamálið skal vera, at vit skulu hava eina rúsevnafríar Føroyar, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.
Hann ásannar, at tollvaldið klárar ikki at fylgja við smuglarunum