Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Tað er munandi lættari at smugla rúsevni til Føroya RÚSEVNI Tað pínir meg, tá ið eg hoyri fólk siga, at eftirlitið við rúsevnasmugling er versnað. Men eg má viðganga, at tað passar, sigur leiðarin fyri tollararnar hjá Taks Áki Bertholdsen – Hesi seinastu árini er talið á fólki, sum ferðast til Føroya er fleirfaldað, og tað er nøgdin av posti og farmi eisini. – Men samstundis er talið á tollarum minkað Tað staðfestir Jens Christi­ an Olsen, deildaleiðari á Toll­ deild­ini hjá Taks. Spurningurin um rúsevni eru mangan frammi í almenna kjakinum og í tí sambandi eru politikarar samdir um, at vit skulu hava so gott tolleftirlit sum gjørligt. Men tað vísir seg, at polit­ik­ arar hava ringt við at vísa tað í verki, tí tað er ein sannroynd at tað hendir lítið og einki á hesum øki. Og tað kann eisini stað­ festast, tá ið leiðarin á Toll­ deild­ini hjá Taks verður spurd­ ur um hann er samdur við tey sum halda, at tað er neyðugt at styrkja tolleftirlitið. Í hesum sambandi vísir Jens Christian Olsen á, at síð­ ani fyrst í áttatiárum er talið á fólki, sum kemur til landið, fleir­faldað. Samstundis er nøgd­ in av farmi og posti eisini fleir­ faldað. Men talið á tollarum er minkað, tí fyrst í áttatiárunum vóru 15 tollarar í Føroyum, men nú eru vit 14 tollarar í Taks. Hinvegin hava politikarar eisini rósað sær av, at teir hava játtað pening til ein hasshhund afturat, so at tollvaldið nú hev­ ur tveir hassjhundar. Men tað skilst á toll­leið­ar­ arn­um, at hetta er ikki meiri enn hálvur sannleikin. Tí hann sig­ur, at fyri fimm árum síðani vóru tveir hassjhundar í Føroyum, men so mistu tey annan. Men síðani hava tey so fingið ein hund aftur, so í roynd og veru hava tey nú fingið tveir hassj­ hundar aftur, sum tey høvdu fyrr, sigur tollleiðarin. Eftirlitið er munandi viknað Annars verður tað eisini ført fram, at eftirlitið hjá tollvald­ in­um við rúsevnum, er viknað í seinastuni. Og Jens Christian Olsen ásannar, at tað pínir hann at viðganga, at tað er rætt, at so er. – Talið á ferðafólki, posti og farmi, vit skulu hava eftirlit við, er fleirfaldað hesi seinastu árini. Men talið á tollarum sum skulu røkja eftirlitið, er skert, so tað sigur seg sjálvt, at sum heild er eftirlitið munandi versnað, sigur hann. –  Vit fáa ikki røkt okkara eftirlit so væl, sum vit vilja, staðfestir hann. Jens Christian Olsen leggur afturat, at samstundis sum at talið á ferðafólki, og nøgdin á posti og farmi, eru munandi hækkað, finna smuglarar eis­ ini alsamt nýggjar mátar at smugla upp á. –  Hugflogið er øgiliga stórt og tað er ein daglig avbjóðing hjá okkum at fylgja við. Og samanumtikið verður eftirlitið eisini alsamt meiri tíðarkrevj­ andi, leggur hann afturat. Og ein serlig avbjóðing aft­ urat er, at nøgdin ekstasy, og øðr­um tilevnaðum, ella syntet­ isk­um, rúsevnum, er alsamt veks­andi. Tað er ringt hjá hassj­hundunum at finna hesi sløg­ini av rúsevnum, men teir verða eisini alla tíðina vandir at finna hesi tilevnaðu rúsevn­ ini eisini. –  Eitt, sum er so serliga vanda­mikið við tilevnaðum rús­evn­um, er, at eingin veit í roynd og veru, hvussu sterk tey eru, ella hvat er í teimum yvir­høvur. Tað er eisini javnan at tað frættist úr øðrum lond­ um at fólk, ofta ung fólk, koma illa fyri, og enntá lata lív, tí tey hava tikið tilevnað rúsevni, sigur tollleiðarin. – Hjá okkum í tollvaldinum fyllir tað rættiliga nógv at forða fyri, at hesi rúsevnini koma á svarta marknaðinum í Føroyum, tí tey eru so lívs­ hættis­lig at tað er heilt óhugna­ligt, leggur hann. Fleiri hendur og fleiri eygur Sjálvur heldur Jens Christian Olsen, at høvdu tey fingið einar fýra, ella fimm, tollarar afturat, hevði tað givið teimum heilt aðrar møguleikar at havt eitt munandi betri eftirlit við rúsevnum. –  Tað, vit fyrst og fremst hava tørv á, er at fáa fleiri hend­ur og fleiri eygur. Summi hava tosað um, at vit skulu hava ein hassjhund afturat, men tað er ikki nakar fyri­mun­ ur, fáa vit ikki eisini fleiri fólk at hava hundin, tí tað er tíðar­ krevj­andi at arbeiða við einum hassj­hundi. Leiðarin á tolldeildini sigur, at var politiskur vilji til at játta pening til fýra, ella fimm, toll­ arar afturat, hevði eftirlitið verðið munandi betri. Hann væntar kortini ikki, at tað hevði eydnast at gjørt Føroyar púra rúsevnafríar, sum nakrir politikarar vilja seta sær sum mál. Men hann sigur eisini, at fingu tey fleiri tollarar, og kanska ein hassjhund, hevði tað borið til at fari undir nøkur ser­lig átøk. Eitt nú hevði tað latið seg gjørt at farið ein túr við Norrønu við einum hassj­ hundi, og so at brúkt allan túr­ in úr Danmarkar til Føroyar at leita eftir rúsevnum umborð. Tað hevði eisini borið til at havt betri eftirlit á flog­vøll­in­ um og við tí posti, og tí farmi, sum kemur til landið. Og tað hevði eisini borið til at havt betri eftirlit við teimum skip­ um, sum koma hendavegin. Ein ábending Rúsevnaviðgerarar, sum kenna til hesi viðurskifti siga, at eftir teirra tykki er tað rætti­liga nógv til av rúsevnum á svarta marknaðinum í Føroyum, tí tað er lætt at fáa fatur í rús­ evn­um Og tey siga eisini, at prís­urin á rúsevnum er lækk­ að­ur Tollleiðarin dugir ikki at meta um tað. Men hann heldur er tað soleiðis, at prísurin er lækkaður, kann tað vera ein ábending um, at tað ikki er beinleiðis trot á rúsevnum. Og hann heldur avgjørt, at tað átti at havt ein politiskan áhuga at forða so væl sum gjørligt fyri smugling, tí evnini eru so skaðilig fyri alt sam­fel­ agið. Sum heild er eftirlitið munandi versnað – Vit fáa ikki røkt okkara eftirlit við ólógligum rúsevnum so væl, sum vit høvdu viljað, sigur Jens Christian Olsen, leiðari á Tolldeildini hjá Taks