týsdagur 15. januar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Týr – tónleikabólkurin
við tí sermerkta rock
stílinum – gevur í mars
út nýggja fløgu. Seks ár
eru liðin síðani seinastu
útgávuna, og tí verður
við spenningi bíða eftir
nýggja útspælinum frá
Týr.
Týr
er
helst
mest
seljandi føroyska tón
leikanavnið. Teir hava
havt stóra undirtøku í
útlandinum og eru eisini
javnan á konsertferð í Eu
ropa og aðrastaðni.
Nýggja útgávan hjá
Týr
kallast
»Hel«
og
verður útgivin av plátu
felagnum Metal Blade
Records. Hetta verður
áttandi útgávan hjá Týr,
sum fyri aldarsskiftið
fekk gjøgnumbrot í Før
oyum við kvæðarocki
og
serliga
»Orminum
Langa«.
Týr hevur dyrkað eitt
serstak rockslag – eitt nú
við íblástri frá kvæðum,
vísum og norðurlendskari
gudalæru – og hetta hevur
givið
teimum
nógvar
fjepparar í útlandinum.
Tóku sær góða tíð
Fyrsta útgávan hjá Týr
var »How far to Asgaard«,
sum kom í 2002. Árið eftir
kom »Eric the Red«. Frá
2006 til 2013 gav Týr út
fimm fløgur: »Ragnarok«,
»Land«, »By the Light of
the Northern Star«, »The
Lay of Thrym« og »Val
kyrja«.
Síðani hevur bólkur
serliga gjørt um seg á
palli og hevur ferðast
víðahvar at spæla. Í fjør
vóru teir millum annað á
ferð í bæði USA og Russ
land.
– Eg fann út av, at
hildu vit áfram at geva
tónleik út, sum vit høvdu
gjørt, fór eg at doyggja av
hjartatilburði, áðrenn eg
fylti 50. Tað var ein orsøk
til, at vit løgdu nýggjar
ætlanir og hava tikið okk
um góða tíð við hesari
nýggju útgávuni, sigur
Heri Joensen, sangari og
gittarspælari í Týr.
– Tað var sera stórt
trýst á okkum, tá vit inn
spældu onkrar av undan
farnu útgávum. Tá ið
tú fert í eitt kostnaðar
mikið studio, og allur
tónleikurin er ikki heilt
liðugur, er sera stórt trýst
á at fáa alt liðugt, meðan
tú ert í studio. Tað hevur
við sær, at onkur mistøk
verða gjørd, og sumt
ikki verður nóg gott, og
aftaná hevur tú eina
keðiliga kenslu, greiðir
Heri Joensen frá.
– Tað vildu ikki fara
ígjøgnum einaferð aftur
at, og tí hava vit tikið okk
um góða tíð við nýggju
sangunum, og hetta er
okkara mest gjøgnumar
beidda útgáva nakrantíð,
sigur hann.
Ein onnur broyting
samanborið við undan
farnu
útgávur
er,
at
Gunnar
Thomsen
og
Terji
Skibenæs
hava
havt størri leiklut í sang
skrivingini, og tað hevur
við sær, at eitt tónleikur
er eitt vet harðari. Heri
Joensen leggur framvegis
løg og røddir til rættis, og
tí ljóðar Týr framvegis
sum Týr.
13 sangir eru á nýggju
útgávuni,
og
millum
sangheitini eru »Ragnars
kvæði«, »Empire of the
North«, »Gates of Hel« og
»Alvur Kongur«. Fyrsta
staklagið,
»Fire
and
Flame« er komið út og
finnist eitt nú á Spotify.
Tveir føroyingar
Týr er nú mannað við
tveimum
føroyingum
og tveimum útlending
um. Sangarin og gittar
spælarin Heri Joensen
og bassspælarin Gunnar
Thomsen vóru partur
av Týr frá fyrstan tíð
og eru framvegis við.
Trummuspælarin
Kári
Streymoy og gittarspæl
arin Terji Skibenæs vóru
eisini drúgvir í bólkinum,
men teir eru farnir burtur
úr seinnu árini – seinast
Terji
Skibenæs,
sum
gavst seint í fjør.
Avloysarar hjá teimum
eru trummuspælarin Ta
deusz
Rieckmann
og
gittarspælarin
Attila
Vörös – annar er ungverji,
og hin er týskari, ið flutti
sum barn til Ungarn at
búgva.
– Hetta er tónleikarar,
sum vit fingu viðmæltar.
Eg kendi hvørgan fram
manundan, men sam
starvið hevur riggað væl,
sigur Heri Joensen.
Tað er eingin praktisk
ur trupulleiki við, at tón
leikararnir eru í ymiskum
londum.
– Tónleikararnir í Týr
hava ikki allir búð í sama
landi í nógv ár, so tað eru
vit vanir við. Vit senda
sangir og nótar millum
okkum, og annars savn
ast vit til venjingar og
framførslur, sigur Heri
Joensen.
Týr hevur spennandi
konsertár fyri framman.
Í næstum skal bólkurin
spæla til »70,000 Tons of
Metal«, sum er eitt rock-
cruise úr Florida. Í apríl
verður Týr á konsertferð
í Europa, í mai vitja teir
aftur í USA, í summar
verða tað festivalar, í
heyst skulu teir aftur
spæla í Europa, og síðani
spæla teir í londum sum
Ísrael, Japan og Suður
korea.
Almenni útgávudagur
in av »Hel« er 8. mars.
MENTAN
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
TÝR Á FERÐ
Í DEYÐARÍKI
Tað er ein orsøk til, at Týr ikki
hevur givið tónleik út seinastu seks
árini. Nú er rockbólkurin til reiðar
við nýggja útspælinum »Hel«
Týr anno 2019. Frá vinstru: Heri Joensen, sangari og gittarspælari, Attila Vörös, gittarspælari,
Gunnar Thomsen, bassspælari, og Tadeusz Rieckmann, trummuspælari
Gamlar
plátur
stórt virði
Leita eftir
listastjóra
Seinastu árini hevur
eitt LP rák havt við
sær, at sølan av vinyl
plátum er nógv vaksin.
Serliga eru tað vaksnir
menn, sum hava funn
ið sær plátuspælaran
og gomlu pláturnar
framaftur.
Javnan verða plátur
seldar umvegis bólkar
á facebook, og liggur tú
inni við gomlum før
oyskum plátum, kanst
tú selja fyri góðan
prís. Serliga eru tað
tær eldru føroysku út
gávurnar, sum stórur
áhugi er í at ogna sær
– til dømis Faroe Boys,
Straight Ahead, Debess
og Petersen, Hjarnar,
Føstufressar, MC Res
torff og so víðari.
Nú um dagarnar var
LP útgávan hjá Faroe
Boys settu til sølu, og
hægsta boð var eitt
skifti
1400
krónur.
Aðrar LP plátur verða
eisini seldar fyri fleiri
hundrað krónur, og
góður
prísur
fæst
eisini fyri tær gomlu
singlepláturnar.
Listasavn Føroya skal
hava nýggjan stjóra
frá 1. mai at rokna, og
nú verður søkt eftir
nýggja
stjóranum.
Stjórin er listaligi og
umsitingarligi leiðarin
á Listasavni Føroya og
ábyrgd mótvegis stýri
num á savninum.
Nýggi stjórin skal
hava listasøguliga út
búving á kandidatstigi
ella líknandi listafak
liga ella savnsliga út
búgving við royndum,
sum metast at geva
fakligu førleikarnar til
at røkja starvið. Um
søkjarar við starvs
royndum hava fyri
mun.
Freistin
at
søkja
starvið er 31. januar.