Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Ásgerð Ebba Kjærbæk Sumba, Fødd 23.09.21 deyð 19.12.17 doyði og varð jarða. Tøkk til prestin Patrik og Árna Kjærbæk fyri troystarík orð á Hamragarði og í Kirkjuni. Tøkk til dekn, organist, klokkara, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk fyri heilsanir á ymiskan hátt, blómur og kransar, og tøkk til tykkum øll sum lótu og hjálptu til við jarðarferðini og sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað her á fold. Stóra tøkk fyri peningagávu til missiónshúsið í Sumba. Ein serstøk tøkk til Hamragarð í Vági (Reyðu lon), har mamma búðleikaðist tey seinastu árini, sum so væl tóku tykkum av henni og fjálgaðu um hana. Eisini ein tøkk fyri hjálpsemi og vælvild móti okkum avvarandi. Burtur úr likaminum heima hjá harranum. Við ynski um eitt av harranum vælsignað nýggjár. Børnini v/familjum. TØKK Hjørdis Dalbúð Joensen F : 14 03 1933- A: 08 10 2018 Hjartaliga takka vit øllum Sum syndu samkenslu tá okkara Elskaða kona, mamma,vermamma, omma, og langomma. Andaðist og var jarða. Vegna tey avvarðandi. Arni, Jógvan og Monrad. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu samkenslu, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara ODA FREDERIKSBERG f. 17. feb. 1941 – d. 14. des. 2018 fór heim til Harran Takk til tykkum øll sum trúðføst vitjaðu hana á hennara sjúkralegu, og til øll starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í Roðanum fyri góða røkt. Takk til Paula Høj fyri vøkur orð í Kelduni, Lisu, Jónvár og Odu fyri góðan sang og lovsangarum og spælarum fyri felagssang, og takka til øll tykkum sum komu til minnisløtuna í Kelduni. Somuleiðis ynskja vit at takka Símuni Person Jacobsen, presti, fyri vøkur orð í Sjóvar kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk fyri blómur og kransar og peningagávu til Kelduna. Og tøkk til tykkum øll sum bakaðu, og hjálptu til við ervinum. Eisini takka vit Sjóar kommunu fyri lán av Bygdarhúsinum. Somuleiðis tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarandi Árni, Torleiv, Katrina, Regin, Oddbjørg, Oslak og Súsan Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra Sólbjørg Vang f. 15.02-1935 - d. 20.01-2018 andaðist og varð jarðað. Takk til Jens Mortan prest, takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri blómur og kransar og takk fyri minnisgávur til Eldra sambýlið í Hvalba. Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til Suðuroyar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Eldrasambýlið í Hvalba fyri, at tit øll vóru so góð við hana og passaðu hana so væl. Takk tit øll sum fylgdu Sólbjørg til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarandi Jórun Hammer Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir frítíðaravloysarum fyri portørar Sí meira á www.ssh.fo Sosialurin 341800 DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á