Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Eitt samfelag er í stóran mun flættað saman í kerv­um av ymsum slagi. Fel­ags­skapurin millum menn umborð á skipum – skips­mann­ing­ar – er ein slíkur, men vit, sum eru børn hjá monn­um, ið hava verið nógv burt­uri, vita um annan fel­ags­skap, sum kemur í í­mill­um konur teirra, ið bal­ast á sama skipsdekki. So­leiðis bleiv Gigga (skírd Jov­ina) av mongum konum mær al­kunnug, táið Petur og pápi mín sigldu saman fyrst í sjeytiárunum við “Norð­ vík­ingi”. Tað fór neyv­an dag­ur, at onnur ikki ringdi til hina, ella hittust tær, fyri at frætta hvussu tað mundi gangast, serliga táið teir á vetrardegi sigldu mill­ um Danmørk, Føroyar og Grønland, fyri Green­dane, eitt felag ið m.a. Skip­a­felagið Føroyar var partur av, ski­p­ að sum andmæli til danska monopolið hjá Kong­a­liga Grønlendska Handl­inum. Petur Knudsen var stýr­ i­mað­ur og onkran túr­in skip­ari, og hóast lít­ið meira enn fermdur, minn­ist eg, at menn tosaðu við alra størstu virðing um hend­an skilagóða heiða­mann­in, sum ikki lat seg taka av bóli, líka­mik­ið hvussu e­l­e­ment­ini rasaðu, tað veri seg í ódn­arveðri á Hvarv­inum ella aðrar stað­ir. Støðugt í javnvág, búgv­in til at taka tær røttu av­gerð­ir­ nar, táið ein bara hevur eitt splittsekund at um­ráða seg í. Hann var ikki opinskáraður, tos­aði ikki bara fyri at tosa, men táið hann segði okk­ urt varð lurtað. Fynd var í. Allir vitstu, at hann tók ikki orðið bara so hiss­ini, tað var umhugsið, tyngd var í, tað rann ein nat­úr­lig­ur agi úr honum, og hó­ast hetta kundi hann eisini vera hugnaligur og skemt­ing­ar­sam­ur, í so máta breðgaði hann ikki úr ætt. Petur Knudsen er nú far­in í annað ljós at vera og jarð­iska hylkið hansara fer um gravarmúlan á Glyvr­um í dag. Hann var borin í heim í 1932, og 12 ára gam­a­l, í oktober 1944, gerst hann longu faðirleysur, táið “Verdandi”, sum var á veg av Siglufirði til eina av Fax­a­flóa­havn­u­ num, at keypa fisk, fórst í einum ódn­ar­veðri, og ongin av mann­ing­ini spurdist aftur. Pápi hans­ara, Jens Knudsen, var best­i­mað­ur. Hann var av Voll­a­num á Glyvrum og mamm­an, Elisabeth, f. Niels­ en, var úr Saltangará, har tey høvdu sett búgv. Hjá einum dreingi, sum kjálk­ar fram til tað, sum tá vóru manndómsár, ferm­ ingin lá eitt gott ár framm­an fyri honum, fær tað ikki ver­ ið meiri møtimikið, og bara tey sum uppliva slíkt, duga at siga frá tí trega, ið kona og børn sita eftir við eftir slíka vanlukku. Petur hevur í sam­røðum í Útvarpinum – við Jógva­n Arge – sagt frá sín­ari lívsleið, tí verður bara tik­ið úr rúgvuni í hesum um­far­i­num. Hugurin stóð sum hjá teimum flestu til sjógv­in, men eyðvitað hevur Elisabeth hvept seg við at lata hin frumborna sonin fara til skips eftir feigd­ina, sum hevði rakt fam­il­j­una stríðsárini. Tí valdi hann at fara í læru á Royn­d­ar­s­tøðini í Hoyvík eftir ferm­ing­ar­ald­ ur. Har var hann í eitt ár og fekk við fráferð skriv­ligt viðmæli sum “god stald­karl”. Hetta hevur iva­leyst verið til hjálpar seinri, tí hann hevði áhuga fyri kríatúrum, serliga seyð­a­haldi. Hinvegin var hetta ikki tað, sum hann ætl­aði sær, hugurin stóð til sjógv­in, og har var hann í eitt drúgt áramál. 16 ára gamal fór hann við pápa­beiggj­ a­num Niels Juul á Volla­ num á Glyvrum, sum førdi “Suðuroynna” hjá Tór-fel­agn­ um. Teir vóru á salt­fisk­a­veiði við snøri undir Ís­landi. Hann var við Karl hjá Pól Nikláa, Nickel á Høga­ bóli, Jaspuri Tausen, Dia í Kálvhúsinum, Sandr­ in Müller og Karl Gaard­ lykke hesi árini, áðrenn hann 20 ára gamal legði leið­ina á Føroya Sjó­mans­ skúla. Har fekk hann set­ urs­kiparaprógv í 1953. Eftir hetta var hann bestimaður, yms­ir vóru veiðihættirnir, og roynt var við snøri á salt­fisk­a­veiði, við bátum í Grøn­landi og við gørnum á silda­veiði á Føroyaleiðum. Vet­u­rin 1955/56 fór hann til Havn­ar eftir longdini, og hetta prógvið fekk hann í mars 1956. Haðani mynstr­ aði hann sum 1. bes­t­i­mað­ ur vð “Vørðuni”, teir vóru á saltfiskaveiði und­ir Grøn­ landi, og skipari var hin seinri so kendi upp­sjóv­ar­ skip­ar­in Eiler Jacobsen. Eitt skifti var hann eisini við gitna ís­lendska togaranum “Tork­ell Máni”, tað var hann sum mundi farið runt yv­ iri á Flamingjagrunni av yvirísing, høvdu teir ikki skorið gálgarnar og alt annað oman av hon­um í ódnarveðrinum ta nátt­ina, kjølfestan var far­in, so hevði ongin borið boð­ini aftur frá tí túrinum. Eft­ir tað sigldi hann sum best­i­maður og skipari við fleiri skipum. M.a. við “Pork­er­i­s­nesi”, “Grími Kamb­an”, “Nornagesti” og “Strand­ingi.” Á vári 1966 legðist hann upp­i fyri eina tíð, hann ar­ beiddi á flakavirkinum Lyn­frost í heimbygdini, og hetta er eisini um tað mund­ið, táið tað fer at ganga sundur millum part­ ar­nar í hini gomlu Nes Sókn­ar kommunu. Fólk høvdu álit á Peturi, longu sum smá­drongur minnist eg hann um­rødd­an sum ein merkismann, við ser­ lig­um evnum, ið var førur fyri at taka stór tøk. Lítil hávi, tað meiri av verki. Hann varð stillaður upp til komm­unu­val og varð vald­ ur í sóknarstýrið frá árs­ kift­i­num 1966/67. Av fá­um hevur hann sitið í tvei­m­ um sóknarstýrum – í Nes Sókn­ar- og í Runavíkar kommunu. 1. apríl 1967 slitn­ aði endaliga ímillum utt­ an- og innanmenn, tvær komm­unur vórðu skip­að­ a­r, og Petur helt fram hetta valskeiðið og eftir at hava tik­ið eitt tørn afturat gavst hann við ár­skiftið 1974/75, tá hann ikki lat seg stilla uppaftur. Kendi onkran sum sat í for­stand­ar­a­skap­i­num hesa tíðina, og skoðs­málið Petur fekk var ikki hissini, altíð í broddi fylk­ing­ar til menning og fram­burð. Skipafelagsmenninir hava nú fingið eyga á Pet­ uri Knud­sen. Gamalt var, at menn vóru drúgvir í tæn­ astuni hjá hesum felag, sum var eitt sera gott felag at sigl­a fyri, tað fái eg sagt av egnum royndum, og í stór­ an mun kom hann at virka hjá Skipafelagnum Før­oyar í eina fjórðingsøld fram­ eftir. Havið dróg nú aft­u­r. Farmasigling. Eftir at hava verið við “Bellatrix” og “Norð­ víkingi” mynstraði hann við “Lómi” og síðani við “Vela”, sum Skipafelagið leigaði. 28. desember í 1977 mynstr­ aði hann av og gjørdist virkisleiðari á Hand­ils- og Frystivirkinum í Fugl­afirði. Har var hann í sam­full 14 ár. Hann sneiddi arbeiðsárini av í heim­bygd­ini - á avgreiðsluni hjá Skip­a­felagnum við Runavíkar havn. Brúk er altíð fyri á­lit­is­ monn­um ­á uriaspostum. Á að­al­fundinum hjá heiðurs­ krýnda felagnum – Føroya Skip­ara- og Navigatørfelag – mill­um jólanna í 1978, verð­ ur Petur valdur til formann fel­ags­ins. Í fyrstu nevndini sat hann saman við so mæt­ um monnum sum Birgiri hjá Jó­han í Hoyvík, ið var næst­for­mað­ur, Jó­han Christiansen, Sam­son O. Samson, The­o­dor Poulsen, Karlot Poul­sen og John Dam. Petur var formaður fram til að­al­fundin, hildin fyri ár­skift­ið 1983/84, táið hann lat Ell­inti Abrahamsen sta­fett­ina. Harvið var hann for­maður í heili 5 ár. Mesta stríði hevði hann hesi ár­ini við at fáa líkinda sátt­málar fyri føroysku navi­ga­tør­a­ rnar, sum nú í alt størri mun mynstraðu við grøn­lendsk­ um rækj­u­skip­um. Hetta er tíðin, táið fisk­i­mørk­ini verða flutt út, møg­u­leik­ar­ nir hjá føroyskum skip­um á grønlandsmiðum gerast lakari og royndir menn bypassa nýkomna fisk­i­mark­ ið og flyta innaftur á mið­ini, nú umborð á grøn­lends­k­um togarum ístaðin. Petur Knudsen var pol­it­ iskt tilvitaður. 14. apríl 1946 varð hann fermdur í gomlu kirkj­uni í Fuglafirði av Hans Ejgil Sand presti. Hetta veit eg frá mammu, sum var í ferm­ing­ar­liðnum hendan dagin. Sama árið valdu før­ oy­ing­ar at skipa sín egna nat­i­on­al­stat, 14. september, og tað sum hendi tá og eft­ ir hetta hevur kveikt ung­ar menn sum Petur. Hann bleiv avgjørdur loys­ing­ar­mað­ ur, hann var avkláraður í so máta, og tí gjørdist hann part­ur av liðnum hjá Erlendi Pat­urs­son, Sig­urði Joensen, Peturi Rein­ert, Leirvíks- Frederiki, Jó­han Simonsen, Hans Jac­ob Ellingsgaard o.ø, ið hevði sum meginstevnu at loysa Føroyar úr út­lendsk­ um bondum, fyri síð­ani at standa uppi av sær sjálv­u­m sum tjóð í heims­sam­fel­ag­ num. Pol­it­iska tjóð­skap­a­ r­fylk­ingin skip­aði seg í ein flokk – Tjóð­vel­d­is­flokkin­. Pet­ur var still­ari og onkuntíð still­að­ur upp til løgtingsval. Hann lá væl í svinginum, men Fred­erik Hansen, Sign­ ar Han­sen (seinri á Brúnni) og Petur Reinert vóru ikki lættir at syfta í Eyst­ur­oy­ ar valdømi, tí rakk hann ikki um tinggáttina, hó­ast evnini vóru til tað. Hann var fyrst og fremst loys­ing­ ar­mað­ur, og skal eg plas­era hann á hinari ásini, mundi hann liggja nakað til høgru fyri miðjuna, tó við ein­ari sosialari dimensión í pol­it­ isku skjáttuni. Nú er farið at tynnast í hes­um liðnum, sum tá var uppi á døgum. Í 1984 – fyri 35 ár­um síðani - var hann ein av fleiri her í býnum sum hildu, at ein yngri mað­ur skuldi stillast upp fyri Tjóð­veld­ is­flokk­in. Pet­ur Højgaard, Jústines (Yddi) Hansen, Svenning á Markn­a­garði, Hans Tausen Ol­sen og Petur Knudsen frek­venteraðu ein ungan skip­ara – tá 28 ára gamal – og fingu tosað hann upp í lag. Tað var ikki ætlað, tí­ans­heldur tilætlað, og tað rakk heldur ikki til ein ting­ sess ta ferðina, men kortini gjørd­ist hetta byrjanin til eitt heilt annað lív enn tað sum stungið var út í kort­ið. Soleiðis arvaði eg hesa sta­ fettina frá Peturi Knudsen, sum seinri dróg meg um væm­ing­ar og vaggandi gjálv og nógv­ar góðar løtur á eini drúgv­ari politiskari ferð. Í so máta havi eg fyrrnevnda ætt­ ar­liði nógv fyri at takka. Petur var sum nevnt gift­ur Jovinu úr Klaksvík (hon var ikki nevnd annað enn Gigga her í býnum, tað er ikki so, - táið kelinøvnini festa seg ímillum fólk í al­ menna rúminum) og áttu tey trý børn – tvær gentur og ein drong. Tey búgva øll í øki­num, í grannalagnum hjá teimum gomlu, sum nú eru far­in, og tey flestu kennast helst við einkarsonin, sum er hin heimsgitni fót­bólts­ spæl­ar­in, - málmaðurin Jens Mart­in Knudsen. Fót­ bólts­vøll­ur­in á Mýrunum var fingin und­ir land í tíðarskeiðnum, tá­ið Pet­ur sat í býráðnum í Run­a­víkar kommunu, og eg kann ætla, at hann hev­ur havt meiri enn ein fing­ur við í tí spælinum, so áhugaður hann var í øllum í­trótti, serliga fótbólti. Abb­a­synirnir munnu hava fløvað hans­ara ítróttarhjarta almikið, ikki minst navnin og stór­tal­ent­ið Petur Knud­sen, sum leingi hevur leikt á besta liðnum hjá NSÍ og á div­erse landsliðum, og sum eina­ferð man fara at fylgja pápa­num eftir, sum ein av teimum fyrstu 11 á A-lands­lið­num, um alt gongst væl í hond. Ein skansi er fallin. Í­mynd­in av eini óvanligari menn­ing­ar­søgu er farin í ann­að ljós, mátti Hann, ið øll­um valdar, staðið undir lið­ini á tykkum sum eftir sita. Bara haðani fæst ugg­in og tann troystin, ið skal til, táið djúpa sorgin og treyst­ a­sti sakn­urin um hendinga mann skal foykjast burtur, áðr­enn ger­and­is­dagurin aft­ ur skal livast og lívið ganga sína vanligu gongd. Sum skald­ið tók til: “Lívlát er ikki deyð­in, lívlát er hetta, at seta førningin av sær við veg­ in, tað, sum frá fedr­u­num goymdist, og sum tú sjálv­ ur søkti, meðan tú førk­aði fótin. Sonurin tek­ur aft­ur viðføri títt at bera long­ur fram á vegin.” Førn­ing­urin er mikil, sum sett­ur er av við vegin og av roynd­um veit eg, at hesi orðini hjá trub­a­dour­ i­num Eyðuni Nol­s­øe kenn­ ast tykkum nær­ver­andi í hesum døgum: “Mín fað­ir mítt upphav. Tú livir enn í mær. Gævi tín ferð hand­an hav, friðsæl og full­bor­in var.“ Friður verið við minni­ num um heiðursmannin Pet­ ur Knudsen. Tórbjørn Jacobsen Minning um mann – Petur Knudsen