týsdagur 15. januar 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Jarðarferðartænastan
hjá Haraldi Símunarson
Hammer,
sum
hevur
undirheitið - Seinasta
heilsan - kann taka sær
av øllum uppgávum og
fyrireikingum í samband
við eina jarðarferð.
- Vit bjóða eina heild
arloysn, sum fevnir um
alt frá pappírsarbeiði við
umsóknum,
lýsingum,
sanghefti, samskifti við
sjúkrahús,
ellisheim,
eldrasambýli,
gravarar
og prest til kistu, líkverju,
ílating og ílegging í kistu
og flutning av tí farna.
Jarðarferðartænastan
er skipað soleiðis, at av
varðandi antin kunnu
velja heildarloysnina -
ella tey velja onkrar tæn
astur úr “pakkanum”.
Tað
sigur
Haraldur
Símunsarson
Hammer,
sum eigur og recur Jarð
arferðartænastuna.
Børuprýði og blómur
Í nøkur ár hava Haraldur
og konan, sum bæði eru
gartnarar, átt og rikið
Blómuhúsið við Norð
skála - og seinni eisini
Blómuhúsið á Heykavegi
2 í Havn.
Soleiðis hava tey eisini
í nøkur ár veitt tænastur
til jarðarferðir kring land
ið.
Áðrenn
Haraldur
Símunarson Hammer fór
í holt við Jarðarferðar
tænastuna, var hann í
Danmark og tók útbúgv
ing sum biðimaður, og
hann hevur eisini tikið
útbúgvingina,
sum
á
donskum
verður
rópt
“akut
assurandør”,
og
soleiðis hevur hann eisi
ni útbúgving í at taka
sær av avvarðandi í sorg,
sum er ein viðkomandi
útbúgving í samband við
tænastuna.
- Vit halda, at vit hava
eina góða tænastu, sum
fevnir um alt tað, ið av
varðandi
spyrja
eftir,
sigur hann.
Hava fleiri sáttmálar
Haraldur
Símunarson
Hammer
vísir
á,
at
Jarðarferðartænastan
eisini
hevur
sáttmála
við
fleiri
kommunur
um líkkoyring, og hesar
kommunur eru Sunda
kommuna, Vága kommu
na, Sørvágs kommuna,
Vestmanna
kommuna,
Kvívíkar kommuna, Nes
kommuna
og
Eystur
kommuna.
- Líkkoyring er ein
tænasta, sum kommunan
veitir sínum borgarum,
og tískil skulu avvarðandi
ikki gjalda fyri hana –
annað enn tað, tey rinda
um skattin.
Hann vísir á, at nakrar
kommunur hava egnar
líkvognar og førara, og
tað eru eisini økir, sum
keypa
koyritænastuna
frá øðrum veitarum.
- At kommunur hava
egnar líkvognar og før
arar, merkir tó ikki, at vit
ikki kunnu veita aðrar
tænastur, ið vit hava at
bjóða, til somu jarðar
ferðir. Vit kunnu eitt nú
veita bæði kistu, líkverju,
børuprýði og blómur at
pynta kapell og kirkju
ella samkomuhús við,
umframt at vit kunnu
syrgja fyri allari jarð
arferðini annars, eisini
ervinum, soleiðis sum eg
nevndi í byrjanini.
Hava tveir líkvognar
Haraldur
Símunarson
Hammer sigur, at Jarðar
ferðartænastan
hevur
tveir líkvognar, og har
aftrat hevur fyritøkan
ein bil, sum koyrir kistu
á staðið so skjótt, hon
verður umbiðin, og hesa
tænastu veitir fyritøkan
um alt landið.
- Vit hava bæði út
lendskar kistur og før
oyskar kistur, og vit eru
errin av at hava kisturnar,
sum Hans Jacobsen Kist
ur so hegnisliga smíðar
og hevur smíðað í so
mong ár, sigur hann.
Tá ynskini eru, at Jarð
arferðartænastan eisini
skipar fyri ervi, keypir
tænastan sjálv inn til
ervið, og síðan verður eitt
lið av fólki tilkallað, sum
tekur sær av øllum upp
gávunum í hesum sam
bandi.
Haraldur Símunarson
Hammer sigur, at tað
er umráðandi, tá farið
verður út til familjur,
sum er raktar av sorg, at
tingini eru greið, soleiðis
at einki kemur óvæntað.
Hann
vísir
á,
at
gravarhjálparstuðulin,
sum avvarðandi kunnu
søkja um hjá Heilsutrygd,
er á 5000 krónur, og hann
hjálpir altíð fólki, sum
keypa kistu frá Jarðar
ferðartænastuni, at fylla
út umsóknarblað, soleiðis
at stuðulin kemur upp á
pláss.
- Vit selja eina vanliga
kistu fyri 5.495 krónur, og
tá gravarhjálparstuðulin
er á 5.000 krónur, sum
fólk
fáa
endurgoldið,
sleppa avvarðandi við
at rinda 495 krónur fyri
kistuna, samstundis sum
kommunan, har vit koyra
eftir avtalu, rindar fyri
koyring, sigur hann.
Gjøgnumganga alt
Haraldur
Símunarson
Hammer sigur, at tá fólk
hava mist ein av sínum
kæru, kann tað saktans
vera ein ávís sorgarhjálp í
at skipa fyri ávísum ting
um saman.
- Tað fyrsta, eg geri,
tá eg komi út til fólk, er,
at eg spyrji, um tey hava
snakkað við onkran og
hava fingið onkur viður
skifti upp á pláss. Síðan
gjøgnumganga vit alt,
sum skal gerast í sam
band við eina jarðarferð
– punkt fyri punkt – og
síðan finna vit saman út
av, hvussu tingini skulu
gerast.
Tá
lýst
verður
um
deyðsføll og jarðarferðir
er javnan at hoyra, at
tey, sum kundu hugsað
sær at latið blómur ella
krans, í staðin kunnu
lata eina peningagávu
til Krabbameinsfelagið.
Soleiðis hevur tað
verið gjøgnum øll árini,
síðan
Krabbameins
felagið varð stovnað, og
hesar gávur hava gjørt
stóran mun hjá felag
num.
Uttan limagjald og
gávur hevði felagið ikki
megnað so nógv, sum
felagið ger.
Allar
gávur,
sum
felagið
hevur
fingið
millum ár og dag, hava
verið við til at gera, at
felagið kann hava so
nógv og ymisk tilboð
til sjúklingar og avvarð
andi.
Pengarnir
fara
til
at hjálpa fólki og av
varðandi, sum eru rakt
av krabbameini, um
framt at teir fara til
upplýsing, fyribyrging
og
gransking
innan
krabbamein.
Ymiskt er frá einum
ári til annað, hvussu
nógvan pening felagið
fær í gávu í samband
við jarðarferðir.
Í dag eru fleiri feløg
enn, tá Krabbameins
felagið varð stovnað,
men framvegis ger hvør
einasta
króna,
sum
felagið fær, mun, og
felagið er ógvuliga takk
samt fyri gávurnar.
Øll
árini
hevur
Krabbameinsfelagið
gjørt tað soleiðis, at
tá ein tíð er umliðin,
kanska
einir
tríggir
mánaðir ella so, sendir
felagið
teimum
av
varðandi eina tøkk fyri
gávuna.
Upplýst
verður,
hvussu nógv er latið,
men ikki, hvussu nógv
hvør einstakur hevur
latið.
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Við tað, at Haraldur
Símunarson
Hammer
og konan eisini eiga
Blómuhúsið, bæði við
Norðskála og á Hálsi í
Havn, kunnu tey altíð
veita avvarðandi eitt
gott tilboð upp á børu
prýði umframt altar
blómurnar, sum vanliga
verða tiknar úr kapelli
num og í kirkjuna ella
samkomuhúsið.
- Vit vilja altíð vera
góð í ráðum, og vit vilja
altíð vera avvarðandi,
sum skulu hava eina
jarðarferð, til hjálpar við
øllum teimum tænast
um, vit kunnu bjóða, og
fólk kunnu altíð ringja
til okkara – á degi sum
á nátt, sigur Haraldur
Símunarson Hammer.
- Vit vilja altíð vera góð í ráðum
og vera avvarðandi til hjálpar
Á degi
sum á nátt
Gávur gera
stóran mun
Tær peningagávur, sum
Krabbameinsfelagið fær í
samband við jarðarferðir, gera
stóran mun hjá felagnum
SEINASTA FERÐIN
JARÐARFERÐAR
TÆNASTAN
KANN BJÓÐA
ALLAR LOYSNIR
- Avvarðandi kunnu velja heildarloysnina – og tey kunnu eisini velja onkrar
einstakar tænastur, sum vit bjóða, sigur Haraldur Símunarson Hammer
Jarðarferðartænastan hevur tveir líkvognar,
og haraftrat hevur fyritøkan ein bil, sum koyrir
kistu á staðið so skjótt, hon verður umbiðin