týsdagur 15. januar 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
SEINASTA FERÐIN
Gongur tú tær ein túr í
onkrum av gomlu kirkju
gørðunum í Føroyum,
leggur tú til merkis allar
teir vøkru gravsteinarnar,
ið eru tilevnaðir úr tí ser
merkta føroyska basalti
num.
Í fleiri hundrað ár
hava føroyingar arbeitt
og
brúkt
føroyska
basaltið,
eisini
til
gravsteinar.
Hetta
er
eitt gamalt handverk, ið
hevur havt tað heldur
trupult
seinastu
ára
tíggjuni.
Men,
seinastu
árini
hevur aftur verið møgu
ligt at fáa gravsteinar, ið
eru framleiddir í Føroyum
- úr føroyskum basalti.
Tað er Føroya Grótvirki
í Skopun, ið arbeiðir við
føroyska
basaltinum,
sum nú ger hetta møgu
ligt. Ein partur av teirra
framleiðslu er nevniliga
gravsteinar, sum verða
seldir og settir upp um
alt landið.
Áhugi fyri handverki
Vit hava verið inni á gólvi
num hjá Føroya Grót
virki í Skopun og prátað
við brøðurnar, Heina og
Høgna Tausen, ið eiga og
reka virkið.
Afturvið einum góðum
kaffimunni sita vit og
práta um gravsteinar og
teirra hugsanir hesum
viðvíkjandi. Prátið gong
ur lætt, og tað merkist
týðiliga, at áhugin fyri
hesum aldargamla hand
verki er stórur.
-Tað
er
eitt
sindur
ymiskt, hvussu fólk gera,
tá tey skulu bíleggja grav
stein. Men, ofta ringja fólk
fyri at spyrja seg fyri, og vit
eru altíð klárir at vegleiða
og hjálpa, soleiðis at funnið
verður fram til eina loysn,
ið tey avvarðandi eru glað
fyri, sigur Heini Tausen.
Eitt, sum ger Føroya
Grótvirki
øðrvísi
enn
aðrar, sum selja gravstein
ar í Føroyum, er, at tað
bert er Føroya Grótvirki, ið
selur gravsteinar, sum eru
framleiddir í Føroyum og
úr tí føroyska basaltinum.
- Tá fólk ringja at
spyrja seg fyri um grav
steinar, vísi eg teimum
ofta til ein kirkjugarð
at hyggja at teimum
gravsteinum, ið standa
har. Tá kunnu tey finna
onkran ella onkrar stein
ar, ið teimum dáma. Tey
kunnu tá taka eina mynd
og senda hana saman
við tí, sum skal skrivast
á gravsteinin, til Føroya
Grótvirki.
Heini Tausen vísir á,
at tá myndin er komin,
tekna teir gravsteinin
og seta tekst og annað
á. Síðan senda teir upp
skotið um, hvussu grav
steinurin kann síggja út,
aftur til viðkomandi, og
saman við uppskotinum
er tá eisini eitt útgreinað
og óbindandi tilboð.
Eisini uppseting
Eitt, sum sermerkir Før
oya Grótvirki, er, at virk
ið hevur alla arbeiðs
gongdina um hendi – frá
byrjan til enda. Teir fara
í grótbrotið, har teir bora
og spreingja.
- Vit finna síðan teir
røttu
klettarnar,
sum
kunnu viga upp í eini 30
tons. Klettarnir verða
skornir niður til plátur í
passandi tjúkd. Pláturnar
verða poleraðar, og síðan
høggja vit tær til - við
hamara og meitli - so
steinarnir fáa tað snið, ið
júst hvør einstakur grav
steinur skal hava.
Heini Tausen sigur,
at nú er eftir at gravera
og seta tekst á, og síðan
verður farið út í kirkju
garðin at seta gravsteinin
upp.
- Og vit arbeiða um
alt landið, leggur hann
aftrat.
GRAVSTEINAR ÚR BASALTI
REINT FØROYSKT HANDVERK
Ein partur av framleiðsluni hjá
Føroya Grótvirki er føroyskir
gravsteinar, sum verða seldir
og settir upp um alt landið
Hans smíðar føroysku kisturnar
- Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu fólk gera, tá tey skulu bíleggja gravstein.
Vit eru altíð klárir at vegleiða og hjálpa, sigur Heini Tausen (v.m.),
sum her stendur undir liðini á beiggja sínum, Høgna Tausen
Í meira enn fýrati ár
hevur Hans Jacobsen,
ið er útbúgvin snikkari,
havt tað sum sítt hand
verk at smíða kistur.
So skjótt, hann varð út
búgvin snikkari, fór hann
í holt við hetta sermerkta
handverk
á
egnum
virki. Í nógv ár var hann
einsamallur, men síðan
1998 hevur sonur hansara,
Niels Pauli, sum eisini er
útbúgvin snikkari, verið
hansara høgra hond á
verkstaðnum.
Hans Jacobsen hevur
ikki havt langan veg til
arbeiðis hesi mongu ár,
hann hevur fingist við
sítt snikkaravirksemi, tí
øll árini hevur verkstað
urin verið í kjallaranum
hjá honum og konuni í
Heinagøtu í Havn.
Sum árini eru liðin, má
sigast, at Hans Jacobsen
rættiliga er ímyndin av
føroyskum kistusmíði, og
hóast nógvar innfluttar
kistur koma til landið,
smíða feðgarnir kortini
umleið
100
føroyskar
kistur um árið.
Tænastan hjá teimum
fevnir eisini um líkverju,
sum
kann
bíleggjast
saman við kistuni, og
tænastan fevnir um allar
Føroyar.
- Vit syrgja soleiðis
fyri, at kistur og líkverjur
verða koyrdar upp á pláss
um alt landið, sigur Hans
Jacobsen.
Hans Jacobsen Kistur
hava nøkur standard sløg
av kistum í sínum útboði
og í serstøkum føri, tá
tørvur er á størri kistu
enn vanligt, verður hon
eisini smíðað eftir tørvi.
- Tað eru fólk, sum
seta prís upp á føroysku
kisturnar, og tí livir hetta
handverk enn í Føroy
um, sigur Hans Jacobsen,
sum vísir til heimasíðuna
www.kistur.fo,
har
neyvari kunning er um
sløg av kistum, prísir og
annað.
Hóast nógvar kistur verða
innfluttar, livir handverkið hjá
feðgunum, Hans Jacobsen og
Niels Paula Jacobsen, framvegis á
verkstaðnum í Heinagøtu í Havn
So skjótt, hann varð
útbúgvin snikkari, fór Hans
Jacobsen í holt við sermerkta
handverkið á egnum virki