týsdagur 15. januar 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir at hava arbeitt í
vatnverkinum hjá Tórs
havnar kommunu í fimm
ár, byrjaði Evert Guttesen
um páskirnar í 2010 at
arbeiða sum gravari og
førari á líkvogninum hjá
kommununi.
- Vit grava fleiri enn
hundrað gravir her í
kirkjugarðinum við Vel
bastavegin um árið, og vit
koyra í allari kommununi.
Í onkrum bygdum, eitt nú
í Nólsoy og Kollafirði, eru
gravarar, men eisini her
koyra vit til jarðarferðir.
Tá vit hittu Evert
Guttesen í kirkjugarði
num við Velbastaðvegin
seinasta fríggjadag, var
hann í holt við ymiskt
fyrifallandi arbeiði.
- Tá vit ikki grava ella
koyra, taka vit okkum av
ymiskum øðrum arbeiði,
og tað er altíð nóg mikið
at taka hond í. Kirkju
garðurin er stórur, og her
er nógv sum skal gerast
og haldast.
Hann sigur, at tá ein
tíð er liðin eftir, at jarðar
ferð hevur verið, plaga
avvarðandi at biðja um, at
kransar og blómur verða
tikin av aftur grøvini.
- Hesum arbeiði taka
vit
okkum
sum
oft
ast av, og vanligt er, at
kransar og blómur ligg
ja á grøvini í einar tvær
til tríggjar vikur, kanska
eitt sindur longur um
veturin enn um summar
ið. Blómurnar torna og
følna
gjarna
skjótari
um summarið, tá luftin
er heitari, og tað er turr
ari veður. Tá grøvin er
ruddað, verður hon slætt
að og snøggað.
Evert Guttesen sigur,
at umframt at koyra lík
í Tórshavnar kommunu,
verður av og á eisini koyrt
á flogvøllin at heinta lík,
sum koma úr útlandi
num.
Nakrar opnar gravir
Hann vísir á, at upp
gávurnar
hjá
einum
gravara og líkvognsførara
eru ymiskar.
- Tá jarðarferð er, og
vit koma út móti kirkju
garðinum her við Velba
staðvegin, ringja vit eisini
við klokkuni, sum er í
kappellinum. Hetta gera
vit við eini fjarstýring,
sum vit hava í bilinum,
sigur Evert Guttesen.
Meðan
vit
standa
í
kirkjugarðinum
og
práta, sigur hann, at teir
gjarna hava einar tvær
ella tríggjar gravir, sum
standa klárar.
- Kommunan er stór,
og vit noyðast at hava
nakrar
opnar
gravir
standandi. Men, vit vita
ikki, hvør fer í hesar
gravir, og í prinsippinum
kann tað eins væl vera eg
sjálvur, sum nakar annar,
sigur hann álvarsamur.
Tað eru skjótt fimm
ti ár síðan, at Evert
Guttesen
byrjaði
at
koyra maskinur, og í
fleiri ár arbeiddi hann
hjá ymiskum entrepren
ørum.
- Eg havi soleiðis roynt
tað mesta á hesum øki,
sigur hann, meðan vit
skifta orð úti í kirkju
garðinum við Velbastað
vegin.
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
SEINASTA FERÐIN
EVERT ER
GRAVARI OG
LÍKVOGNS
FØRARI
- Tað er altíð nokk at gera hjá gravara og líkvogns
førara í stórari kommunu, sigur Evert Guttesen
- Tað eru skjótt fimmti ár síðan, at eg byrjaði at koyra maskinur, sigur Evert
Guttesen, sum vit hittu í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verða nógvar gravir grivnar í
Tórshavnar kommunu um árið
Mynd: Álvur Haraldsen
Á heimasíðuni hjá Fólka
kirkjuni
verður
gjørt
greitt, at tað er sókn
arpresturin, sum førir
kirkjubøkurnar, og tað
er sóknarpresturin, sum
er jarðarferðarmyndug
leiki, sum tað verður
rópt.
Á heimasíðuni verð
ur dentur lagdur á, at
sóknarpresturin
skal
hava boð um øll andlát í
kirkjusóknini, og deyðs
váttanirnar skulu latast
honum.
At sóknarpresturin er
jarðarferðarmyndugleiki
í Føroyum, er ikki bara
galdandi fyri kirkjufólk,
men fyri allar føroyingar.
Á heimasíðuni hjá
Fólkakirkjuni
verður
gjørt greitt, at hetta er
galdandi fyri øll í Før
oyum - og soleiðis eisini
fyri tey, sum ikki eru
limir í fólkakirkjuni.
- Tað eru tey avvarð
andi, sum skulu venda
sær til prest, verður lagt
aftrat á heimasíðuni hjá
Fólkakirkjuni.
Sóknarprestur
skal hava boð
um øll andlát
Tað er sóknarpresturin,
sum er jarðarferðar
myndugleiki í Føroyum