Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At leggja eina seinastu heilsan á eitt gravarstað er í flestu førum vorðin ein sjálvfylgja í dag. Sið­ venjan er so mikið gomul, at vit kunnu rokna hana um­leið 12.000 ár aftur í tíð­ina. Á Mount Carmel í Ísrael hava tey funnið eitt gravkamar, sum er um­leið 12.000 ára gamalt. Í hesum 12.000 ára gamla gravkamari vóru leivdir av ymiskum funnið, sum var lagt til tann deyða, bæði ting og eisini pollen frá blómum. Tað var ein seinasta heilsan løgd eftir til tann deyða at bera við á »heim­ ferðina«. – Blómur eru ein ímynd á lív og fruktbari. Tað vil siga, at tað er eisini ein ímynd av deyðanum. Blóm­ur spretta, blomstra og so doyggja tær. – Og tað gera vit eisini, sigur Eyðrit Ejdesgaard, stjóri í Akkuleya. Hví man tað verða so­ leiðis, at tað framvegis verður lagdur stórur dent­ur á blómurnar til jarðarferðir í dag? Fyrr var dentur lagdur á at hava blómur við til jarðarferðir fyri at doyva luktin av líkinum, tí tey høvdu ikki funnið røttu tólini til at darva kroppi­ num við at rotna áðrenn jarðar­ferðina. Av tí sama høvdu tey nógvar blómur soleiðis, at tað angaði av blómunum ístaðin. – Fyrr nýttu tey edikk og leyk at leggja undir kistuna fyri at doyva luktin av líkinum. Í dag eru kølirúm og annað, sum heldur líkinum, til tað fer til jarðar, sigur Eyð­rit Ejdesgaard. Tað eru ikki nakrar ser­kendar blómur, vit hava við til jarðarferðir í dag. Tað høvdu tey fyrr, tí møguleikin fyri vøru­ flutn­ingi var ikki so góð­ur. Serliga vóru tað nelikar, sum vóru nýttir til jarð­arferðir, tí tað var tann blóman, sum helt sær best. Tí eru tað fleiri til­komin fólk, sum í dag ikki dáma nelikar, sigur Eyð­rit Ejdesgaard. Í dag nýta vit nelikar til alt møguligt annað. Tað er vorðið ein »móta­ blóma« og verður millum annað nógv nýtt til brúd­ leyp. Í Føroyum hevur man stand­andi kransar til jarðar­ferðir, men tað er ikki vanligt at kransarnir standa, heldur er tað van­ ligt at teir liggja. Hví teir standa kunnu vit bert gita okkum til, men tað er bert ein føroysk siðvenja at hava standandi krans­ ar, heldur Eyðrit Ejdes­ gaard. – Súmbolið við kransi­ num er, at tað er eing­in byrjan og eingin endi. Tann ímyndin er ógvu­ liga týdningarmikil fyri okkum, tá vit gera krans­ ar. Tað er tengt at trúnni, at deyðin er ikki endin, at okkara sál livir víðari, sigur Eyðrit Ejdesgaard. Í flestu mentanum og átrúnaðum var stór­ur dentur lagdur á, at tann deyði skuldi hava okkurt við sær á “heim­ferðini”. Tískil vóru fleiri ting løgd á seinasta hvíldar­staðin. Millum annað vóru blómur lagdar á hvíldar­ staðin. Serliga hvítar liljur vóru nógv brúktar, hetta man verða tí, at hvítar liljur umboða frið, kær­leika og reinleika, sum alt er gott at hava við sær á ferðini. – Fólk hugsa nógv um, hvat tað er tey geva sína seinastu heilsan til við­ komandi, sum er farin herfrá. Tað liggur ótrúliga nógv í tí gerðini. Ofta er tað tekstur, sum verður prent­aður á eitt band, har ein heilsan verður skrivað á til tann farna og av­varð­andi, sigur Eyðrit Ejdes­gaard. – Tann seinasta heilsan­in, áðrenn tey lata við­kom­andi fara frá sær, er ofta tann, sum verður skriv­að hjá okkum, og fólk kunna taka sær langa tíð at hugsa um, hvat teirra seinasta heils­ an skal verða, sigur Eyðrit Ejdes­gaard. Lagt til rættis: Sólvá Lindenskov Róadóttir Tá vit menniskju blíva glað framleiðir heilin tvey evni, sum kall­aðst serotonin og dopa­min. Hetta eru neuro­n­ir í heilanum, sum eru við til at skapa jaligar kenslur og minnir. Ein Amerikonsk kan­n­ing frá 2005, sum var gjørd av Jeanette Havi­land Jones og starvs­ feløg­um, gransk­aði sa­m­bandið mill­um kensl­ur og blóm­ur. Kanningin kom fram til, at blómur eru við at økja um góð­ar kenslur, jaligan atburð, betri lag og enntá hjá summum hjálpti tað við minninum. Kanningin var gjørd á mannfólk, konufólk og eldri fólk, sum búðu á ellisheimi og vísti tað seg at hava jaligar fylgjur fyri bæði mannfólk, konufólk og tey eldru fólkini. Út frá hesari kanning ber tískil til at hugsa seg fram til, at blómur enn tann dag í dag eru umráðandi til jarðarferðir, tí tær virka sum vónin og ljósið í einari myrkari og vónleysari stund. Litirnir hava serligan týdning SEINASTA FERÐIN TANN SEINASTA HEILSANIN Í flestu mentanum og átrúnaðum var stórur dentur lagdur á, at tann deyði skuldi hava okkurt við sær á “heimferðini”. Eitt nú vóru blómur lagdar á hvíldarstaðin, sigur Eyðrit Ejdesgaard í blómuhandlinum Akkuleya Í Føroyum leggja vit blóm­ur eftir okkum, tí tað hava vit møguleika til. Tær halda longur her, og tað pyntar um í ein­ari myrkari tíð. Tað er ikki allastaðni, at tey leggja blómur eftir sær. Eitt nú leggja tey í Ísrael steinar til tann farna. Tað er tankin um eina sein­astu heilsan, at tú hevur lagt okkurt eftir til tann, sum farin er, sum er umráðandi. Hjá okkum í Føroyum pynta blómurnar eisini og gera eina sorg­ar­ tíð farvu­ríka og vakra, sigur Turið í Kongs­bø, stjóri í blómu­handli­ num Orkis. – Føroyar liggja so langt vekk frá Hol­landi, har sum vit fáa blóm­ ur­nar frá, so vit brúka tað vit eiga inni, tá tað kem­ur til jarðarferðir. Helst tí jarðarferðir eru so brád­ligar, so vit náða ikki at bí­leggja blómur áðr­enn jarðar­ferðina, sigur Turið í Kongsbø. Sjálvandi er tað um­ ráð­andi, at blómurnar hóska saman í liti og út­sjónd. Vit hugsa altíð langt fram soleiðis, at blómurnar vit hava halda leingi. Onkuntíð eru tað avvarðandi sum vilja hava ávísar litir til jarðarferðina. Annars royna vit at tilpassa okkum eftir litunum í kirkjunum. Til dømis er kirkjan á Glyvrum eitt sindur reyð, so tá hava vit reyðar litir soleiðis, at tað sær vakurt út og hóskar saman. Men sjálvandi er tað umráðandi, at vit hava blómurnar á goymslu soleiðis, at tað ber til, sigur hon. Serliga er tað til jarðarferðir í Føroyum, at vit síggja nógvar kransar verða nýttar. – Fyrr kom tað meira enn so fyri, at tað vóru fleiri enn 10 kransar til eina jarðarferð. Í dag eru ofta færri, men vit hava framvegis standandi kransar. Tað er vorðin ein føroysk siðvenja at hava standandi kransar. – Tað er bara í Føroyum, at vit hava standandi kransar. Vanligt er at teir eru smærri og liggjandi, men okkara eru gjørdir at standa. Eg haldi, at hetta er tí, at kirkjurnar eru smærri, og tað ikki var pláss at hava liggjandi kransar, sigur Turið í Kongsbø.