Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Orðini oman fyri eigur Lív Clementsen, sum er kvinnan handan “biði­ mans­fyritøkuna Sól­ setur”, ið er ein teirra, sum veitir fólki eina hjálpandi hond í sam­ band við jarðarferðir, heilt ella partvíst – alt eftir tørvinum hjá teirri ein­støku familjuni.  Tá avvarðandi ringja og biðja um eina tænastu frá fyritøkuni, ger Lív eina avtalu um at møtast, har tey ynskja tað.  - Tað er gott hjá eini familju, at øll kunnu vera sam­an og taka avgerðir, bera síni ynskir fram og koma við spurningum í sam­band við jarðarferð og eisini ervið, sum tey flestu ynskja eftir jarðar­ ferðina. Vit taka okkum av øllum - frá at veita eina kistu til at skipa fyri ervinum, sigur hon.  Virðing fyri avvarðandi Lív Clementsen vísir á, at fyri summi er tað fyrstu ferð, at tey standa í slíkari støðu. - Tí er tað umráðandi, at eg gevi mær góðar stundir at lurta eftir tí, sum verður sagt. Í hesum samskifti fær Lív Clementsen at vita um ynskir og tørvir hjá teimum syrgjandi, og her kann eitt nú vera ynski um ein solo- sang, eitt kór ella ein at spæla eitt stykki. Í slíkum føri roynir hon uppfylla ynski­ni, ið tey avvarðandi hava og spyrja fyri tey.  Roynd­ir­nar hjá Lív Clement­sen eru, at eingin jarð­ar­ferð er eins. - Tí eri eg sera eym um hesa tænastuna, sum er við­brekin og er serstøk upp á allar mátar. Tað er um­ráðandi hjá mær at vísa størstu virðing - og at tey avvarðandi kenna tað virðiligt, sum gjørt verður. Eg royni altíð at verða við, um andakt verður hildin og til sjálva jarðarferðina, sigur hon. Eingin vani Hesi sjey árini, sum Lív Clement­sen hevur rikið sína fyritøku, hevur hon verið til hjálpar hjá nógv­ um avvarðandi, sum hava mist ein av sínum kæru – brádliga – ella eftir longri sjúkralegu. Talan er bæði um børn, fólk í bestu árum og eldri. Tað er altíð syrgiligt, tá eitt menniskja fer foldum frá. Men, serliga rakar hetta meint, tá talan er um børn. Tað eina árið seldi hon ikki færri enn seks barnakistur innan fyri bert seks mánaðir.  - Eg kann bara siga, at eg komi ongantíð í vana, tá børn fara, ella tá eg standi við børnum, sum hava mist eina mammu ella ein papa - ella støðu­ na, tá ein maður ella kona eru í sjokk, tí makin doyði uttan nakra ávaring, sigur Lív Clementsen. Og hon leggur álvar­ som aftrat: - Eg havi eisini møtt somu familju nakrar ferð­ ir í einum og sama ári. Kennir sorg og sakn Kensluna av sorg og sjálv at syrgja hevur Lív Clementsen eisini havt tætt at sínum kroppi. Men, hon er fullgreið um, at sorg er ongantíð eins hjá nøkrum.  - Vit mistu okkara fyrsta barn. Eina viku, áðr­enn eg skuldi eiga, var einki lív. Eg misti pápa, tá eg var 27 ára gomul. Tað var ógvuliga ringt, og hóast tað næstan eru liðin 30 ár, situr sakn­ur­ in framvegis har. Nøk­ur fá ár seinni doyði son­ ur beiggja mín av bil­ van­lukku, bert 20 ára gamal.  So, eg veit, hvat tað er at missa, greiðir hon frá.  Lív Clementsen vísir á, at hon í arbeiðnum hevur lært, at tey avvarðandi kanska ikki orka so væl at ringja, tá tey eru illa fyri, og tí ringir hon ella fer á gátt hjá teimum fyri at fáa alt upp á pláss.  - Her kemur tað aftur, at tað ikki bara er ein avgreiðsluspurningur, men ein ferð saman við teimum syrgjandi hes­ar dagar. Eg haldi í træðr­ un­um og vísi teimum um­sorgan.  Hetta er eitt rættiliga fjølbroytt ar­ beiði, men eisini eitt ar­ beiði, sum krevur nakað per­sónligt av mær. Tó havi eg ongantíð angrað, at eg byrjaði fyritøkuna, leggur hon dent á. Saman í sorgini  Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu nógv er at gera. Onkuntíð kann Lív Clementsen hava fleiri jarð­ar­ferðir í sama mán­ aði, og ein annan mánað eru tær færri.  Hóast hon fær áheitan­ ir frá fólki úr stórum pørt­um av landinum, so hevur hon hetta seinasta árið serliga merkt ein vøkst­ur í áheitanum frá fólki í Suðurstreymoy.  - Vøksturin kemur helst ikki bara av, at fleiri búgva í Tórshavnar kom­mu­nu, men kanska tí, at ein broyting so líð­andi er farin fram í tørvinum. Hetta var júst tað, sum tey søgdu við meg, tá eg var í starvs­ venj­ing hjá Bagge­sen í Hjørr­ing. Tey søgdu, at eftir 10 árum var teirra fyri­tøka farin frá at hava 100 jarðarferðir um árið í Norðurjútlandi til at hava 800, sigur hon. Fleiri og fleiri ynskja at brúka tænastuna hjá Sól­setur, tá deyðsfall er í familjuni. Tá sleppa tey frá at hugsa um alt tað prakt­iska og velja heldur at vera saman í sorgini sum familja og kunnu hava tíð at tosa við tey, sum koma inn á gólvið ella ringja.  - Soleiðis kunnu tey hvíla í, at tann praktiski part­urin er í góðum og trygg­um hondum, sigur Lív Clementsen. Kelda: www.folka­kirk­jan.fo/ Snorri Brend Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Sp/f Gravsteinar og P/F Danstein hava lagt sam­an og kallast nú P/f Grav­steinar-Danstein. Mikala Gulklett held­ ur fram á deildini í Tórs­ havn og Jóngerð Lam­ hauge í Runavík. Tær hava tilsaman 60 ára starvsroyndir við grav­ steinum og eru góðar í ráðum og geva fegin óbindandi tilboð. Danstein í Runavík heldur fram sum áður við stórari framsýning og kundamóttøku. Gravsteinar í Tórs­ havn heldur eisini fram sum áður. Tó verða nakrar um- og út­bygg­ ing­ar gjørdar. Fram­sýn­ ing­in verður dag­førd og víðkað, og ein nýggj kundamóttøka verð­ur bygd. Her verða góð­ ar umstøður hjá við­ skiftafólki at fáa veg­ leið­ing og síggja eitt stórt úrval av dekora­ tión­um, lampum og øðr­um. Verkstaðið verður óbroytt. Sergjørd tekniskipan Hjá P/F Gravsteinum- Dan­stein eru við­skifta­ fólk vælkomin at verða við til at tekna stein­in. Steinurin verður tek­ nað­ur í einari ser­gjørd­ ari tekniskipan, og við­skiftafólk fáa eina foto­mynd av steininum – júst, sum tann endaligi stein­urin kemur at síggja út. Mest seldu steinar eru úr granitti, sum er best egnað til tað harð­ balnað føroyska veður­ lagið. Møguleiki er eisini at keypa stein úr før­ oyskum gróti - ella sjálv/- ur at koma við haga­ gróti og fáa navn høgd í. Viðskiftafólk kun­nu eisini sjálvi snið­geva og fáa steinin gjørd­an eftir egnum ynski. Umframt tær mest vanligu dekora­tión­ir­ nar, kunnu viðskiftafólk eisini koma við egnari mynd sum kann høggjast, sandblásast, prentast, graverast ella lakkerast á steinin. Enn betri tænasta Við samanleggingini til P/f Gravsteinar-Dan­ stein kann fyritøkan veita eina enn betri tæn­astu. - Vit seta eisini steinin upp og hampa um grøvina eftir ynski. Eisini gravera vit nýggj nøvn og umvæla skrift­ ina á gomlum grav­ stein­um, siga tey hjá P/f Grav­steinar-Danstein. Við samanleggingini til P/f Gravsteinar-Danstein kann fyritøkan veita eina enn betri tænastu Gravsteinar og Danstein lagt saman SEINASTA FERÐIN LÍV: - EINGIN JARÐAR­ FERÐ ER EINS - Ein jarðarferð er ikki bert ein avgreiðsluspurningur. Hon er nógv djúpari enn so! - Hetta er eitt rættiliga fjølbroytt arbeiði, men eisini eitt arbeiði, sum krevur nakað persónligt av mær, sigur Lív Clementsen Jóngerð Lamhauge á skrivstovuni í Runavík og Mikala Gulklett á verkstaðnum í Tórshavn