týsdagur 15. januar 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Joensen, sum er
prestur í Suðurstreym
oyar vestara prestagjaldi,
hevur verið prestur í
næstan 30 ár tilsamans.
Tey fyrstu 10 árini –
árini frá 1989 til 1998 – var
hann prestur í Suðuroy,
og
síðan
1998
hevur
hann verið prestur í
høvuðsstaðarkommunu
ni.
Tá tú hevur verið
prestur eitt so langt ára
mál, hevur tú eisini havt
nógvar jarðarferðir, og
soleiðis er eisini hjá Hera
Joensen sum heldur, at
hann hevði einar 60-65
jarðarferðir í fjør, tær
allar flestu í Havn.
Men,
Heri
er
ikki
einasti prestur í Suður
streymoy, og hann held
ur, at samlaða talið av
jarðarferðum í Havn í
fjør
tilsamans
mundi
liggja
millum
155-160,
samstundis sum talið í
kommununi
tilsamans
mundi tátta í 170.
- Fólkatalið í kom
mununi er veksandi. Tíð
in stendur ikki í stað. Fólk
gerast eldri, og fólk gerast
gomul, sum tíðin gongur,
sigur presturin í Vestur
kirkjuni,
sum
eisini
er prestur á Argjum,
Kirkjubø og Hesti.
Fyrireikingarnar
Men, hvussu fyrireikar
ein so royndur prestur,
sum Heri Joensen, seg til
eina jarðarferð?
- Vanligt hevur verið, tá
deyðfall er, at avvarðandi
seta seg í samband við
prest. Tað kann vera, at
avvarðandi velja at venda
sær til ein prest, sum tey
kenna ella hava havt eitt
hvørt við at gera. Eg haldi
tað vera rættast, at av
varðandi
framhaldandi
seta seg í samband við
prest fyrst.
Hann vísir á, at kirkj
urnar í høvuðsstaðnum
eru nógv upptiknar, og
tað hendir ofta, at tvær
jarðarferðir eru sama dag.
- Tá kann tað gerast
trupult at fáa alt at passa
saman
við
organisti,
sangarum, berarum og
koyring. Tí plaga vit eisini
at halda okkum til tað, at
í minsta lagi tveir tímar
mugu vera millum hvørja
jarðarferð í Havn.
Heri Joensen vísir á, at
tað er prestur, sum veit,
nær kirkjan er tøk, og tað
er prestur, sum veit, um
onnur jarðarferð er ætlað
at vera sama dag.
- Sama er galdandi, tá
talan er um dóp og giftar
mál. Tað nyttar jú einki
at biðja fotografin koma
ávísan dag, um kirkja ella
prestur ikki eru tøk. Tí
haldi eg tað vera rættast,
soleiðis sum tað hevur
verið, at avvarðandi fram
haldandi venda sær fyrst
til prest, so tey saman við
presti kunnu seta dags
skránna, hvussu fram
skal farast.
Prestur vísir á, at sein
nu árini eru fleiri jarðar
ferðartænastur komnar,
sum bjóða sær at skipa
fyri jarðarferð og øllum
tí, sum hartil hoyrir.
- Hetta kann sjálvsagt
lætta um hjá teimum,
sum ynskja at brúka og
keypa hesar tænastur,
sigur Heri Joensen.
Velja sálmar saman
Prestur sigur, at tá fólk
seta seg í samband við
hann, tí deyðsfall er í
familjuni, plagar hann
at avtala eina tíð, har
hann sleppur at tosa við
familjuna. Ofta er hetta
ein
fyrrapart,
kanska
klokkan 10 um morgunin.
- Vit finna eina løtu,
sum passar teimum av
varðandi og mær, og so
práta vit gjarna saman
í hálvan annan til tveir
tímar ella so. Her plaga
vit eisini at velja sálmar,
soleiðis at eg eisini kann
byggja taluna í kirkjuni
á tað, sum sungið verður.
Umráðandi er eisini, at
sálmarnir, sum sungnir
verða, eru í rættari rað
fylgju.
Heri Joensen vísir á, at
hann á slíkari vitjan fær
at vita, um avvarðandi
sjálvi – ella onnur – skipa
fyri jarðarferðini.
- Skipa tey fyri jarðar
ferðini sjálvi, finna vit út
saman, hvat er fyrireikað,
og hvat møguliga er eftir
at fyrireika. Her havi eg
telefonnummur á øllum
viðkomandi, sum tosast
skal við. Tosað verður
eisini niður í smálutir,
soleiðis at greiða fæst á
børuprýði, altarblómum,
møguligari prenting av
sálmum, hvør kemur at
býta sálmarnar út, og
hvør kemur at koyra
blómur og kransar úr
kirkjuni og út í kirkju
garðin. Avvarðandi fáa
eisini at vita, at tey altíð
kunnu ringja, um spurn
ingar eru, eftir at vit hava
tosað saman, sigur hann.
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Sum prestur, er Heri
Joensen kendur fyri at
brúka ein fittan part at
jarðarferðartaluni við at
siga nøkur orð um hin
farna, og hann viðgong
ur, at tað er ikki óbevíst,
at so er.
- Eg spyrji altíð, hvør
viðkomandi var, hvar
viðkomandi vaks upp,
og
hvørji
foreldrini
vóru. Eg spyrji eisini
um
viðkomandi
var
giftur og átti børn,
abbabørn og kanska
langabbabørn.
Hvar
var uppvøksturin, hvat
fekst viðkomandi við,
og hvørji vóru áhuga
málini.
Heri Joensen sigur,
at tá hann hevur ættar
bond og uppvøkstur í
Svínoy, kennir nógvar
norðoyingar,
kom
til Havnar at ganga í
skúla sum 14 ára gamal,
hevur røtur í faðirætt í
Mykinesi, hevur verið
prestur í 10 ár í Suðuroy
og enn fleiri ár í høvuðs
staðnum – ja, so er tað
ikki so løgið, at tú kenn
ur ein hóp av fólki.
- Tað hevur altíð verið
lætt hjá mær at komið á
tal við fólk, og eg havi
ongantíð havt trupul
leikar við at snakka við
avvarðandi, sum altíð
eru blíð og eyðmjúk at
hitta.
Prestur sigur, at hon
um dámar væl, at fittur
partur av familjuni er til
steðar, tá spurt verður
um tann, ið farin er og
nøkur orð skulu festast
á blað.
- Er tað soleiðis, at
onkur, sum er í rúmi
num, kanska ikki sigur
so nógv – ella líka sum
ikki sleppur upp í part
– plagi eg at venda mær
til viðkomandi, og tað
er ikki so sjáldan, at
okkurt gullkorn er at
heinta. Eg haldi, tað er
umráðandi í slíkum føri,
at eingin leypur av, sum
Heri Joensen tekur til.
Prestur sigur, at tá
tað vísir seg, at tað eru
familjubond
millum
tann, ið farin er og hann
sjálvan, plagar hann
eisini at taka hetta við í
taluna.
- Jú, tíðir broytast,
og umstøður við. Tey
eru mong, sum vita
væl um familju, men í
dag síggja og hoyra vit
eisini, at tað eru ung,
sum nóg illa kenna síni
systkinabørn og kanska
enntá abbar og ommur.
Soleiðis var tað ikki fyrr,
sigur Heri Joensen, sum
heldur fyri, at sjálvur er
hann eitt sindur forvit
in, tá ræður um familju
viðurskifti.
Prestur leggur aftrat,
at helst fyllir tann part
urin
av
gravartauni,
sum snýr seg um hin
deyða og lívssøguna hjá
viðkomandi, ein triðing
til eina lítla helvt av
taluni.
- Tað hevur altíð verið lætt hjá
mær at komið á tal við fólk, og eg
havi ongantíð havt trupulleikar
við at snakka við avvarðandi, sum
altíð eru blíð og eyðmjúk at hitta
Heri
Joensen
umrøður
hin farna
SEINASTA FERÐIN
PRESTUR FYRIREIKAR
SEG TIL JARÐARFERÐ
Hvussu fyrireikar ein so royndur
prestur, sum Heri Joensen,
seg til eina jarðarferð?