týsdagur 15. januar 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Kanst tú flyta eitt pláss
aftur?
Lagnusøgan
um
bóndan Jens byrjar við
hesum spurninginum í
kirkjuni. Gamli bónda
garðurin hjá honum er
ikki tað, hann einaferð
var, og onnur hava størri
framburð. Hendan gongd
sníkir seg eisini inn um
kirkjugátt, har tey fínu
sita fremst.
Danski filmurin »Før
Frosten« hevur fingið
sera góð ummæli, og ikki
minst er tað høvuðsleik
arin Jesper Christensen,
sum fær rós fyri sítt av
rik. Í breiðu fjøldini man
Jesper Christensen vera
best kendur skurkur í
trimum James Bond-film
um.
»Før Frosten« gongur
fyri eg í 1800-talinum. Útlit
eru fyri, at heystið fer at
miseydnast, og Jens má
finna ein máta at bjarga
sín garð. Tað ger hann við
at bjóða góðseigaranum
at keypa garðin og fáa
dóttrina Signe til konu.
Sjálvur skal Jens arbeiða
á garðinum, men hann
fær nógv betur umstøður
og vinnur aftur nakað av
sínari støðu í samfelag
num.
Filmurin
viðger
moralin hjá bóndanum,
og hóast søgan gongur
fyri seg í næstseinastu øld,
peikar hann beint inn í
okkara tíð.
Michael Noer hevur
leikstjórnað filmin og
hevur skrivað hann sam
an við Jesper Fink.
27. februar verður »Før
Frosten« vístur í Havnar
Bio. Filmurin er íkastið
hjá
Filmsfelagnum
til
filmsstevnuna
TÓFF,
sum felagið nú er við til
at skipa fyri.
Tað
hevur
eisini
eydnast at fáa høvuðs
leikarin Jesper Christen
sen til Føroya í sambandi
við sýningina. Eftir sýn
ingina fer Tina í Dali
Wagner, sum er stjóri í
Filmshúsinum, at práta
við Jesper Christensen
um
hansara
virksemi
sum filmsleikari. Fólk í
salinum fáa eisini møgu
leikar at seta spurningar.
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FILMAR
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
BÓNDIN VELUR MAT
FRAM UM MORAL
Hvussu langt fert tú, tá ið
hungur bankar á dyrnar?
Tintin
90 ár
Tólvti
maðurin
Nú um
dagarnar
fylti Tin
tin 90 ár.
Belgiski
teknarin
Hergé skapti
teknirøðina
um Tintin, og
hon gjørdist víða
gitin. Tintin endar í
mongum rumbli, tá
ið hann ferðast kring
heimin, og saman við
hundinum Terry og
øðrum fylgisneyt
um stríðist hann við
brotsmenn, einaræðis
harrar, hermenn,
harkalið og mangt
annað. Á Netflix liggja
gomlu teknifilmarnir
um Tintin.
Norski filmurin »Tólv
ti maðurin« snýr seg
um eitt lið av norð
monnum, sum fara úr
Skotlandi til Noregs
undir seinna heims
bardaga
at
fremja
sabotasju. Týskararnir
koma fram á bátin, og
bert ein av monnunum,
tann tólvti maðurin,
yvirlivir og flýggjar.
Hansara ferð ígjøgn
um eirindaleysa vetr
arlandslagið
er
av
bjóðandi og ræðandi,
men við hjálp frá fólki
megnar hann at fjala
seg fyri týskarunum,
sum leita eftir honum.
Men fer hann at klára
at flýggja til Svøríkis?
Sterki filmurin sæst á
Viaplay.
Prei!
Prei!
Rósti filmurin »Før frosten« verður sýndur í
Føroyum síðst í februar. Høvuðsleikarin Jesper
Christensen verður við til sýningina
Síðani hann fylti 70 ár,
hevur Clint Eastwood
gjørt mest sum ein
film á hvørjum ári. Í
fleiri førum hevur talan
verið um framúr filmar
– eitt nú »Gran Torino«,
»Mystic
River«
og
»Million Dollar Baby«.
Í løtuni kann seinasta
útspælið hjá Clint East
wood síggjast í bio
grafunum.
Filmurin
kallast »The Mule«, og
í filminum spælir 88
ára gamli Clint krígs
veteranurin Earl Stone,
sum smuglar kokain
fyri eitt meksikanskt
harkalið. So hvørt sum
løgreglan
nærkast,
versnar samvitskan hjá
gamla manninum, og
hann má rudda upp í
sínum lívi.
»The Mule« sæst í
Havnar Bio og í Atlantis
í Klaksvík.
88 ára gamli Clint er aktuellur
við nýggjum filmi, sum sæst
í føroyskum biografum
Clint Eastwood
sum smuglari
Clint Eastwood í góðum formi sum
smuglari í filminum »The Mule«
Ongantíð áður hevur ein
filmur fingið slíka mót
tøku á Netflix, sum film
urin »Bird Box« hevur
fingið.
Bird Box varð lagdur
á Netflix um miðjan
desember, og bara fyrstu
vikuna hugdu 45 milliónir
brúkarar eftir filminum.
Tað er nógv tað mesta á
Netflix nakrantíð. Netflix
hevur umleið 137 milliónir
brúkarar.
Danska Susanne Bier
hevur leikstjórnað filmin,
sum hevur amerikansku
Sandru Bullock í høvuðs
leiklutinum. »Bird Box«
er undirgangsfilmur, har
mamman skal føra síni
børn – eina gentu og ein
drong – ígjøgnum ein
skóg við bindi fyri eygu
ni. Í skóginum eru vanda
miklar verur, og sært tú
tær, gert tú sjálvmorð.
Filmurin hevur fingið
lunkað
ummæli,
men
undirtøkan millum Net
flix-brúkarar hevur verið
óvanliga góð. So stór, at
fólk hava roynt at átikið
sær avbjóðingina at gera
ymiskt í gerandisdegnum
við bindi fyri eyguni.
Hetta fekk Netflix at
ávara fólki ímóti at gera
slíkt, tí tað kundi vera
vandamikið.
FILMURIN »BIRD
BOX« SLÆR ØLL
MET Á NETFLIX
»Bird Box« er best umtókti filmur á Netflix nakrantíð