Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 Frelsunarherurin í Tórshavn Ein hjartans tøkk Gávur, sum vóru givnar í jólagrýtuna í desember 2018 vóru í alt 120.000,- Frelsunarherurin í Tórshavn takkar hjartaliga øllum teimum, sum hava givið hesa flottu gávu við so góðum úrsliti. Tað vísir, at vit brýggja okkum um hvønn annan. Og vit ynskja Guds ríku signing yvir øll tey, sum hava gjørt tað møguligt, at menniskju í Tórshavn og økinum rundan um, fingu eini betri jól, við stuðli frá jólagrýtuni. Takk og Guds ríku signing framyvir. MJÓLKARKVOTUR, NEYT OG LANDBÚNAÐARÚTGERÐ - RAKSTRARTÓL TIL SØLU Vegna eitt trotabúgv verða hesi aktiv hervið lýst til sølu: Mjólkarkvotur uppá 306.700 litrar 63 neyt, býtt upp í 28 mjólkneyt og 23 vaksnar kvígur, meðan restin er ungneyt/kálvar 1.stk. traktor Ferguson 6460 frá uml. 2000 1.stk. traktor Ferguson 4255 frá uml. 2000 1.stk. grashakkari 1.stk. tøðtangi. 2. stk. eldri Ferguson traktorar frá 1989/1990 2. stk. eldri hondsláimaskinur frá 1990 árunum Form 111 og AEB AM 41 1.stk. ballimaskina Orkel 1250 1.stk. pakkari, 2. stk. upptøkuvognar/grasvognar Mengele/ Tottingen Miðað verður ímóti at selja mjólkarkvotur og neyt í einum og fyri seg sjálvan, og rakstrartól og útgerð fyri seg - einsæris ella saman. Neyt, amboð og útgerð kunnu sýnast á staðnum sambært nærri avtalu Boð viðlagt váttan um fígging skulu sendast til undirritaða bústjóra: BJØRN Á HEYGUM, adv. Bøgøta 16 FO-100 Tórshavn Tlf 351710 Teldupostur: heygum@adv.fo Skal bygdin eita Skálafjørður? Skal bygdin eita Skálabotnur? Fólkaatkvøða verður hildin í skúlanum í Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta. Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur. Vallistar Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til fólkaatkvøðuna í Skálabotni 12. mars 2019, fyri valstaðið Skálabotnur, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 12. februar 2019 til 19. februar 2019 í vanligari skrivstovutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 04. mars 2019. Valkort Valkort verða send veljarunum í Skálabotni. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 11. mars 2019. Brævatkvøður Veljarar í Skálabotni, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 20. januar til og við 11. mars 2019. Tey, ið vegna sjúku ella av aðrari orsøk ikki kunnu koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 11. mars 2019 kl. 12.00. Saltangará, 9. januar 2019 Runavíkar Býráð Fólkaatkvøða í Skálabotni á Grækarismessu um Tøkk Av hjarta vilja vit takka øllum tykkum, sum vóru viđ til at gera okkum Gullbrúdleypsdagin ógloymandi frá morguninum av. Størsta tøkkin fer til børn okkara viđ familju. Tykkum var æran 1000 takk. Somuleiđis ynskja vit familju, vinum og kenningum alt gott í tí nýggja árinum, viđ Guđs signing. Heisan Kirsten og Ingvard Tøkk 28.12.2018 HJÙNARLAG fimti í dag. Á bárðum høgum, lágum, rák við og ímót, ei mistu fót. Signa ríkliga, tøkk vit siga fyri børnini fýra, løtt at stýra. Heilsan loyvdi starv, nøktaði tímiligan tarv, tímilig signing, vardi bygning. Náðin varir sál, Í Kristi á mál, lyfti Guds lova, seinast vit sova. Tátíð so blíð, nú á kvøldartíð lítandi í ský, vónríka framtíð. Vit tøkk í felag siga fyri ferðalag. Við góðum bønum fyri børnum várum. Signing rík og góð foldum á so fróð. Ì himnabú savnast, Í gleði fevnast. LOVPRÍS OG HEIÐUR KRISTUS EIGUR Stóra tøkk øll tit ið vitjaðu, tøkk fyri blómur, gávur og heilsanir. Við ynskjum um Harrans signing yvur and og fólk í 2019, verður heilsa øllum vinum og kenningum. Lis og Hilmar DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á