Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 30 T að er ein stór av­bjóð­ ing, sum John Peter­ sen er farin í holt við. Føroyska kvinnu­ lands­liðið hevur seinastu tvey árini luttikið í undankappingini til HM 2019. Her sást av sonnum, at føroyskur kvinnufótbóltur hevur stórar avbjóðingar. Landsliðsarbeiðið hevur ikki verið í fastari legu, meðan lið-fótbólturin í Føroyum ikki hevur havt nakran góðan. Í fyrsta landsdystinum tapti Før­oyar heili 8-0 fyri Kekkia á Tórs­vøllin. Avrikið var sum heild vánaligt og bleiv ikki betri eftir­ fylgjandi dystirnar í 2017, har vit tapa eitt nú 8-0 í Íslandi og 11-0 í Týsklandi. Seinasti dysturin í 2017 ber tó boð um, at betringar eru á veg. 2018 eitt ár við framgongd Nú er nakað av vend komin í. Til kappingarárið í 2018 ger Betri eina avtalu, sum eisini er gald­andi fyri kvinnufótbóltin. Spælar­ar­nir mennast sam­stund­ is sum krøvini frá venjara­num økjast. Vit síggja eisi­ni fleiri spælarar fara av landinum at spæla, men lands­liðs­pengar verða givnir til kvinnu­ landsliðsspælararnar. Úrslitini eru nakað betri, men serliga eru tað avrikini á vølli­ num, ið vísa framgongd. Før­ oyska liðið so mikið aftanfyri hini, at málúrtøkan ikki er ein góður mátistokkur. Føroyska liðið er væl meiri mótstøðuført, tá Íslandi kemur á vitjan í apríl 2018. Eftir at hava tapt 8-0 í Reykjavík, so er Íslandi bara á odda 3-0 tá fáir minuttir eru eftir. Tað endar 5-0, men fram­ gongd­in er til at fáa eyga á. Avrikini eru øll betri enn undan­farnu avrikini, men tað er langt á mál. Í seinasta dystinum vinn­ur Týsklandi 8-0. Samanlagt fær Føroyar einki stig og bara eitt mál. Heili 52 mál fara ígjøgnum, men av­ rik­ini boða frá at toppurin av før­oysk­um kvinnufótbólti er í fram­gongd. ÍTRÓTTUR: Fótbóltur TRÓNDUR ARGE J ohn Petersen og FSF hava gjørt avtalu, ið inni­ber, at John verður høvuðs­ venjari hjá kvinnu­ lands­lið­num næstu tvey árini. John Petersen avloysir Pætur Clement­sen, ið nú verður 19-lands­liðs­venjari hjá gentum - Tað er ikki frítt, at man er glaður og stoltur yvir at fáa møguleikan at byggja víðari á tað góða arbeiði, sum fyrr­verandi venjarin, Pætur Clement­sen hevur gjørt, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF. Tann 21. februar verður luta­ kast um, hvørjum før­oyska kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undan­ kapp­ing. Og tað verður eisini við nýggjum høvuðsvenjara, at fari verður undir eina nýggja kapp­ing. Pætur Smith Clementsen, ið seinastu trý árini hevur staðið á odda fyri A-landsliðnum við kvinnum, fer nú at venja U19- gentur­nar, meðan John Petersen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, næstu tvey árini verður høvuðsvenjari. - Kvinnurnar hava nú luttikið í einum sterkum bólkaspæli, og hóast úrslitini ikki altíð sóu so pen út, so er kortini einki at ivast í, at tær hava ment seg nógv. Tað er tí við stórum spenningi, at vit nú fara undir eina nýggja undan­kapp­ing, sigur John Peter­sen. Fyrstu uppgávurnar hjá kvinnu­lands­liðnum í ár verða 7. og 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir á úti­vølli móti Litava. Fleiri møguleikar enn nakrantíð Føroyskur kvinnufótbóltur hevur ongantíð havt betri al­ tjóða møguleikar enn í dag. Evropesiska fótbóltssamgongan hevur boaðað frá, at undan­ kapp­ingin hjá kvinnum verður broytt, so hon kemur at líkjast tí hjá monnum. Hetta merkir, at føroyska kvinnu­landsliðið er tryggjað, at sleppa við í undankappingini á hvørjum ári. Fyrr hevur tað verið eitt innleiðandi umfar, har Føroyar hava møguleikan at spæla seg víðari. Hetta megn­aðu tær millum annað undan hesi undankappingini, tá kvinnu­ lands­liðið vann tríggjar dystir á heima­vølli. Avgerandi dysturin var móti Turkalandi. Fyrr hevur føroyska liðið verið so lítið sum eitt mál aftanfyri liðið, sum er farið víðari til undankappingina, meðan før­ oyska liðið tá hevur staðið eftir við ongum. Í summum førum hevur landsliðsarbeiðið eisini ligið lamið í næstan tvey ár. Pauli verður venjari hjá U15 Umframt at kvinnulandsliðið fær nýggjan venjara, eru aðrar broytingar eisini framdar í venjara­kabalini hjá FSF. Øssur Hansen verður venjari hjá U17- gent­unum, Jan Laursen verður venjari hjá U15-dreingjunum, með­an Pauli Poulsen tekur við sum venjari hjá U15-landsliðnum við gentum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Nýggjur landsliðsvenjari: Kvinnu­lands­liðið støðan NR. LIÐ D V J T V M TM MM S 1  Týskland  8  7  0  1  38  3  +35  21  2  Ísland  8  5  2  1  22  6  +16  17  3  Kekkia  8  4  2  2  20  8  +12  14  4  Slovenia  8  2  0  6  9  20  -11  6  5  Føroyar 8  0  0  8  1  53  -52  0 Fótbóltssambandið hevur kunngjørt, at John Petersen verður nýggjur landsliðsvenjari hjá kvinnum í fótbólti. Hann avloysir Pætur Smith Clementsen, ið eisini er tekniskur stjóri í FSF JOHN SKAL STJÓRNA KVINNULANDSLIÐNUM Landsliðsvenjarar eru: U21 Eli Hentze U19 Dreingir Jógvan Martin Olsen U17 Dreingir Áki Johansen U15 Dreingir Jan Laursen U19 Gentur Pætur Clementsen U17 Gentur Øssur Hansen U15 Gentur Pauli Poulsen Stórar avbjóðingar John Petersen (t.v) verður nú høvðusvenjari. Hann tekur yvir eftir Pætur S. Clementsen (t.h)