sunnudagur 28. november 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
21
Bara tveir dystir eru
á skránni í bestu
kvinnudeildini hetta
vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir tveir dystir á rað, har
tað ikki hevur borið
mótstøðuliðnum til at
koma til Klaksvíkar, er
lítið at ivast í, at tær hjá
Stjørnuni nú gleða seg til,
at tær aftur sleppa at
spæla hondbólt.
Eftir ikki sjálvbodna
steðgin í dystum, er
kanska vandi fyri, at
dystarvenjingin hjá odda-
liðnum ikki er optimal í
løtuni, men tað eru so ikki
ráð til nakrar umberingar
fríggjadagin.
Mótstøðuliðið
úr
Søljuni eru uttan iva
svangar eftir stigum, nú
tær at kalla hava mist
takið í heiðursmerkja-
stríðnum, og tí er einki at
ivast í, at tær vilja leggja
nógv fyri, til tess at fáa
stig til høldar hesaferð.
Í fyrra dystinum mill-
um liðini gekst einki
serligt hjá Søljuni. Tær
taptu so dyggiliga við 39-
22, tá tær vitjaðu í
Klaksvík.
Ein annar dystur verður
í kvinnukappingini um
vikuskiftið. Hesin verður
í Vestmanna, har VÍF
tekur ímóti Kyndli. Í fyrra
dystinum millum liðini
var VÍF við yvirlutan.
Fyrst og fremst takkað
verið Ioanu Rápa, sum
skeyt ikki færri enn 18
mál í 29-25 sigrinum. So
er
spurningurin,
um
Kyndil í størri mun fær
byrgt upp fyri rumenska
stórskjúttanum hjá VÍF
hesaferð.
Róligt
vikuskifti
Umframt mansdystin í
Vestmanna, so verða eis-
ini tveir aðrir dystir leiktir
í Atlantic Airways kapp-
ingini hetta vikuskiftið.
Báðir dystirnir verða
leiktir í Hoyvíkarhøllini,
og leygardagin verður tað
so Neistin, sum vitjar KÍF.
Hetta tykist vera ein
dystur um, hvørt teirra
skal royna at elta liðini,
sum í løtuni eru á
heiðursmerkjaplássunum.
Eftir seinastu avrikini
hava báðir partar eisini
nakað at prógva, so talan
kann væl gerast um ein
spennandi dyst, har in-
tensiteturin er í hæddini.
Sunnudagin tekur H71
so móti StÍF. Tað líkist
einum dysti, sum hoyvík-
ingarnir eiga at vinna
trygt. Og undir øllum um-
støðum eru teir noyddir til
tað, um teir ikki heilt
skulu missa takið í odd-
inum.
Soleiðis sum StÍF hevur
leikt higartil í ár, so skuldi
tann uppgávan heldur ikki
verið
ógjørlig,
men
strandingar hava ofta fyri
at gera tað óvæntaða, og
so er spurningurin, hvørt
tað hevur eydnast teimum
at snarað barometrinum.
-jm
Ikki bara
oddabrak
Tveir útsettir dystir
vóru á skránni hós-
kvøldið, og í morgin
verður síðsta umfarið
spælt, áðrenn flestu
feløgini fara í vetrar-
frí
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Alt síðani fyrsta umfarið í
hesum
kappingarárinum
varð spælt um ólavsøku-
mundið,
hava
uppflyt-
ararnir úr Randers verið
undir niðurflytingar strik-
uni. Tað eru teir ikki, tá ið
teir í morgin í síðsta um-
farinum
undan
vetrar-
steðginum fara at vitja á
SAS arenuni í Herning, har
FCM framvegis ikki hevur
tapt.
Hóskvøldið vórðu teir
báðir dystirnir, sum sunnu-
dagin vórðu útsettir orsaka
av veðri, spældir. Tá fekk
Randers eitt stig, og tað bar
við sær, at teir lyftu sær
upp um Herfølge, sum nú
er næstaftast. FC Nordsjæl-
land er aftast, og tað er
meiri enn so, at krepputek-
in eru at hóma í Farum.
FC Nordsjælland vóru í
Silkeborg, har heimaliðið
vann 2-1. Tá ið tað restaðu
átjan minuttir javnaði FCN,
men fimm minuttir seinni
skoraði heimaliðið sigurs-
málið. Síðstu løtuna vóru
teir í FCN undirmannaðir,
tí ein teirra hevði sær reytt,
eftir at hann tvær ferðir
hevði fingið gula kortið.
FCN hevur bara vunnið
tríggjar av seytjan lands-
kappingardystum. Sunnu-
dagin fara teir at fáa vitjan
av Viborg. Hjá Viborg var
tað stórt vónbrot, at tað ikki
eydnaðist at fáa meiri enn 2-
2 burturúr, tá ið teir hós-
dagin vóru í Randers. Vi-
borg var á odda bæði 1-0 og
2-1, men sjey minuttir und-
an leikloki javnaði heima-
liðið, sum við javnleikinum
legði seg upp á síðuna av
Herfølge í stigum. Randers
er omanfyri niðurflytingar-
strikuna, tí teir hava betri
málmun, enn málmunurin
hjá Herfølge er.
Umframt
FCN-Viborg
og FCM-Randers, sum
verða sunnudagin, eru hinir
dystirnir í átjanda umfarin-
um hesir: Esbjerg-FCK,
AaB-OB (leygardagin) og
sunnudagin er eisini Her-
følge-Brøndby á skránni.
Randers
omanfyri
strikuna
Toppdystur í
Sørvági
Størsti spenninguyrin í
flogbóltskappingini
um
vikuskiftið tykist vera í
Sørvági, har mansliðið hjá
SÍ tekur ímóti Mjølni.
Mjølnir hevur annars
verið at kalla einaráðandi
hetta kappingarárið, men
við tapinum fyri Fleyr
seinasta vikuskifti lótu teir
av álvara upp fyri eini
spennandi kapping.
So er spurningurin, hvørt
tað skal eydnast SÍ at ota
seg einsamalt fram í oddin,
ella um talan bara var um
ein
lítlan
kiksara
hjá
Mjølnir seinast.
Hin mansdysturin um
vikuskiftið verður á Kambs-
dali, har Fleyr vitjar stiga-
leysa ÍF. Tað er í øllum før-
um ein dystur, sum Fleyr
eigur at vinna, og tað skulu
teir eisini, um ætlanin er at
fylgja við frammi í oddin-
um.
Hjá kvinnunum tykist
lítil ivi vera um, at tey trý
fremstu liðini øll skulu fáa
fult. TB vitjar hjá KÍF, sum
hevur staðið seg hampuliga
væl í ár, men spurningurin
er tó, um tað er nóg mikið
til at nerta TB.
Mjølnir hevur ikki verið
til at steðga higartil, og lítið
er at ivast í, at teirra sigurs-
røð heldur fram, tá vitjað
verður í Sørvági.
Seinasti dysturin i bestu
kvinnudeildini er millum ÍF
og Dráttur. Dráttur hevur
seinastu vikurnar víst, at tær
væl kunnu arga fremstu lið-
ini, og so er spurningurin,
hvørt tær megna at halda
góðu taktunum koyrandi.
-jm
Hondbóltsstøður
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
7
6 - 0 - 1
214
142
72
12
2 Neistin
7
5 - 0 - 2
212
158
54
10
3 Stjørnan
5
5 - 0 - 0
138
104
34
10
4 Søljan
7
4 - 0 - 3
204
173
31
8
5 VÍF
7
3 - 0 - 4
162
175
-13
6
6 StÍF
7
1 - 1 - 5
150
186
-36
3
7 Kyndil
6
1 - 1 - 4
120
167
-47
3
8 Tjaldur
6
0 - 0 - 6
119
214
-95
0
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
7
6 - 0 - 1
200
172
28
12
2 Kyndil
7
5 - 0 - 2
221
166
55
10
3 H71
7
4 - 0 - 3
216
201
15
8
4 KÍF
7
3 - 0 - 4
179
204
-25
6
5 Neistin
7
2 - 0 - 5
195
220
-25
4
6 StÍF
7
1 - 0 - 6
182
230
-48
2
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
6
6 - 0
18
4
14
12
2 TB
6
5 - 1
15
6
9
10
3 KÍF
6
4 - 2
12
9
3
8
4 Dráttur
6
2 - 4
13
13
0
4
5 ÍF
6
1 - 5
5
15
-10
2
6 SÍ
6
0 - 6
2
18
-16
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
5
4 - 1
13
5
8
8
2 Mjølnir
5
4 - 1
13
6
7
8
3 Fleyr
5
3 - 2
11
7
4
6
4 Fram
5
1 - 4
5
13
-8
2
5 ÍF
4
0 - 4
1
12
-11
0
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Br.by (S)
17
12 - 4 - 1
29
9
20
40
2 FCM
17
9 - 3 - 5
27
23
4
30
3 OB
17
9 - 2 - 6
41
22
19
29
4 Viborg
17
7 - 6 - 4
19
15
4
27
5 AGF
17
7 - 5 - 5
30
28
2
26
6 FCK (M)
17
7 - 5 - 5
28
26
2
26
7 AaB
17
7 - 3 - 7
27
24
3
24
8 Esbjerg
17
6 - 4 - 7
34
30
4
22
9 Silkeborg 17
5 - 3 - 9
25
32
-7
18
10 Rand. FC 17
3 - 5 - 9
19
32
-13
14
11 Herfølge 17
4 - 2 - 11
14
36
-22
14
12 FC N.sj. 17
3 - 4 - 10
19
35
-16
13
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Størsti spenningurin hetta vikuskiftið
tykist vera í Sørvági, har tey bæði
oddaliðini í mansdeildini skulu dystast
Tjóðpallur Føroya
PDF
100%
Lesið Sosialin - so eru tit við
C
M
Y
K
21
20